leygardagur 14. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • leygardagur • 14. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B36-HB:
Hvíldin er tað týdningamesta
Hvørki í B36 ella í HB
verður talan um
nakra harða venjing
komandi dagarnar.
Kreftirnar skulu
ístaðin nýtast til
oddastríðið
UPPTAKT
Jákup Mørk
- Vit høvdu frí í dag.
Fríggjadagin skuldu vit so
hava eina lætta venjing, og
tað sama leygardagin.
Orðini
eigur
Rúni
Nolsøe, liðformaður í HB,
tá vit hóskvøldið spurdu,
hvussu teir nú fyrireika seg
til dysti móti B36 sunnu-
dagin.
Orsøkin til hvíldina, sum
nú er á skránni, er sjálvandi
strævna dystarskráin, sum
HB hevur havt seinastu tíð-
ina.
Dystir
hóskvøld,
sunnudag og mikudag er
ikki gerandiskostur hjá før-
oyskum fótbóltsliðum, men
soleiðis hevur tað verið hjá
teimum, sum vóru við í
fjórðingsfinalunum
í
steypakappingini.
Í B36 hevur skráin ikki
verið heilt so strævin, nú
liðið ikki var partur av
steypakappingini,
men
eisini har hevur hvíld verið
ovarliga á skránni.
- Vit vandu hósdagin, og
so venja vit aftur leygar-
dagin. Talan var ikki um
nakrar tungar venjing, og
tað verður tað helst heldur
ikki leygardagin. Fyrst og
fremst, so ræður um at vera
hvíldur og væl fyri til
mánadagin, heldur Herbert
í Lon Jacobsen hjá B36.
Spurdur,
hvørt
hann
heldur tað kann verða ein
fyrimunur hjá B36, at teir
hava ein dyst færri í
beinunum hesa seinastu
vikuna, sigur hann, at tað
ivast hann stórliga í.
- Til hendan dystin er
talan um hampuliga góða
tíð at fyrireika seg í. Frá
miku- til mánadag er jú tað
mesta av eini viku, so eg
vænti ikki, at tað verður
nakar serligur fyrimunur
sum so, heldur hann.
Ivi um Pól
Hjá báðum pørtum verður
staðfest, at talan er um at
kalla sterkastu manning,
sum fer á vøllin mána-
dagin.
Hjá B36 fóru bæði Pól
Thorsteinsson og Ingi Høj-
sted skaddir av vøllinum, tá
spælt varð á Skála, men
vónirnar um at fáa teir
klárar til mánadagin, tykj-
ast vera góðar.
- Enn er sjálvandi ikki
víst, at teir fáa spælt, men
teir lótu ikki so illa at
kortini, sigur Herbert.
- Ringast sær kanska út
hjá Pól. Enn er ikki greitt,
um talan er um fipurskaða,
men hann fer væntandi at
royna kortini. Ingi hevur
ein skaða, sum hevur argað
nakað seinastu tíðina, men
heldur ikki hann tóktist
vónleysur.
Hjá HB verður talan helst
um sama fólk, sum til dyst-
in mikudagin. Tá spældi
Heine Fernandez allar 90
minuttirnar,
og
Rúni
Nolsøe dylir ikki fyri, at
hetta var góður styrkur.
Kári Nielsen noyddist av
vøllinum ta ferðina við
einum snuddi í høvdinum,
men roknað varð tó ikki
við, at hetta fór at nerva so-
mikið nógv, at hann ikki
skal verða tøkur mána-
dagin.
Ræður um at verða
tolin
Tá vit at enda spyrja teir
báðar, hvussu teir rokna
við, at uppleggið til dystir-
nar fer at síggja út, siga teir,
at tað fyrst og fremst ræður
um ikki at leypa framav.
- Vit vita sjálvandi, at
B36 í ár hevur eina sera
sterka verju. Hana mugu vit
royna at opna, og tí skulu
vit helst flyta okkum nógv
og væl, tá vit koma niðan-
eftir. Hinvegin hevur eitt nú
Allan Mørkøre sýnt seg
sum ein sera vandamiklan
harra, og honum mugu vit í
øllum førum halda í stutt-
um tjóðri, men akkurát,
hvussu uppstilliing v.m.
verður, veit eg sjálvandi
ikki enn, staðfestir Rúni.
Hjá B36 tykjast teir bíða
við spæliætlanini, til tey
hava fingið greiðu á,
hvørjir spælarar eru tøkir.
- Sjálvandi senda vit
ellivu mans á vøllin, men
bæði Pól og Ingi eru sera
týðandi hjá okkum. Tí
rokni eg ikki við, at tað
verður fyrr enn mánadagin,
at taktiska uppleggið er
greitt. Men HB sær út til at
vera væl fyri nú, og tí ivist
eg ikki í, at talan verður um
hampuliga varið útlegg,
sigur Herbert um hendan
partin av spælinum.
So er bara eftir hjá
áskoðarunum at gleða seg
til enn eitt slag um Havn-
ina. Ein dystur, sum aftur í
ár er ein oddadystur av
teimum stóru, har vinnarin
væl kann vísa seg at fáa ein
hampuliga stóran fyrimun í
oddastríðnum.
Komandi dystir
Formula-deildin
16.05
B36-HB
Suni Johansen
16.05
NSÍ-Skála
Oddmar Andreasen
16.05
TB-GÍ
Jens Petur Brattalíð
16.05
EB/S-VB
Lassin Isaksen
16.05
ÍF-KÍ
Petur Skarðenni
2. deild
14.05
B68-Royn
Regin Egholm
14.05
AB-B36
Ransin N. Djurhuus
14.05
LÍF-FSV04
Rúni Gaardbo
14.05
GÍ-B71
Jón K. í Brekkuni
14.05
HB-Sumba
Dan Højgaard
3. deild
16.05
SÍ-ÍF
16.05
Fram-B68
Jónleif Frederiksen
16.05
EB/S-KÍ
Jan á Líðarenda
16.05
VB-HB
Milan Cimburovic
16.05
NSÍ-Skála
Ransin N. Djurhuus
1. deild kvinnur
16.05
B36-KÍ
16.05
AB-GÍ
Eiler Rasmussen
16.05
FSV04-EB/S
Suni Johansen
Í fjør var HB omaná í báðum innanhýsis uppgerðunum móti B36, og hetta vigaði tungt móti kappingarloki