leygardagur 14. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sera stórur partur av
ferðsluvanlukkum, sum
elva til fólkaskaða,
henda av rúsdrekka. Tá
ið talan er um álvar-
samar fólkaskaðar, hev-
ur rúsdrekka enn og
størri leiklut. Og ferðsl-
uvanlukkur, sum eru so
álvarsamar, at fólk
doyr, eru í einum út av
fýra førum orsakaðar
av rúsdrekka
RÚSDREKKAKOYRING
Tá ið rúsdrekka eigur ein so
stóran part av ferðsluvan-
lukkunum, kundi verið áhug-
avert at vita, hvussu nógvir
bilar eru í ferðsluni, ið hava
bilførara, sum er ávirkaður av
rúsdrekka.
Kanningar eru gjørdar hes-
um viðvíkjandi, m. a. í norð-
urlondum. Hesar vísa, at
tríggir av hvørjum túsund bil-
førarum, sum eru í ferðsluni,
hava meiri enn 0,5 promillu
av alkoholi í blóðinum. Fyri
betri at skilja hetta, skal her
verða gjørd ein roynd at flyta
kanningaúrslitið til føroyska
samfelagið. Latum okkum
siga, at ein tilvildarligan dag,
er triði hvør bilur í Føroyum
úti í ferðsluni. Hetta eru einir
5700 bilar og útfrá hesum
tali, kunnu vit rokna okkum
fram til, at einir 17 av hesum
hava ein er bilførara, sum
hevur drukkið somikið, at
hann hevur meira enn 0,5
promilli av alkoholi í blóði-
num. Av hesum 17 vildu seks
koyrt í Havn, tveir í Klaksvík,
fýra í Eysturoy, ein til tveir í
Norðurstreymoy, ein í Vág-
um, ein ella eingin í Sandoy
og ein til tveir í Suðuroy.
Havast skal í huga, at hetta
eru miðaltøl, og allar royndir
vísa, at verri er t. d. í viku-
skiftinum og tá serliga um
náttina.
Nú vil onkur kanska siga,
at tá ið bara 3 av 1000 bilfør-
arum eru druknir, so ljóðar
tað ikki av tí nógva. Men júst
tað, at so fáir bilførarar kunnu
volda so nógvan skaða, eigur
at siga okkum eitt sindur um,
hvussu vandamikið tað í
veruleikanum er at koyra bil
við rúsevnum í kroppinum.
Ráðini eru tí: Lat bilin
stand a, tá ið tú hevur
drukkið.
Sambært norðurlendskum hagtølum:
17 druknir bilførarar
í Føroyum um dagin
Fakta
Talið á ferðsluvanlukkum Í Føroyum, har
rúsevni var orsøkin, vaks frá 15 í 2003 til
19 í 2004. Her er vert at leggja til merkis,
at skuldu vit verið á sama støði sum
Danmark og Finnland, skuldi talið á ferðsl-
uvanlukkum, har rúsevni var orsøkin verið
niðan fyri 4.
Sereyðkenni fyri ferðsluvanlukkur, sum
henda av rúsdrekka eru:
– at tær henda um náttina
– at tær henda í vikuskiftinum
– at talan er um álvarsamar vanlukkur
– at bara ein bilur er uppi í, t.e. bilurin hjá
tí drukna bilføraranum
– at menn hava skuldina og tað serliga
ungir menn
– at bilførarin ikki nýtir bilbelti
Kanningar í norðurlondum vísa, at
tríggir av hvørjum túsund bilførarum,
sum eru í ferðsluni, hava meiri enn
0,5 promillu av alkoholi í blóðinum