leygardagur 14. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 90 - 14. mai 2005
Í sambandi við aðal-
fundin hjá Hond-
bóltssambandinum,
sum verður í dag,
roynir ein av mest
markantu profil-
unum í føroyskari
hondbóltssøgu, Kári
Mortensen, at birta
upp undir eitt kjak
um, hvat vit vilja við
hondbóltinum í
Føroyum
HONDBÓLTS-
MENNING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tey flestu, sum fylgja eitt
sindur
við
føroyskum
hondbólti, eru óivað á ein-
um máli um, at tað hevur
verið eitt sindur trupult at
síggja nakran tráð í lands-
liðsarbeiðinum innan hond-
bóltin her á landi. Gamaní
hava A-landsliðini hjá bæði
kvinnum og monnum spælt
nakrar dystir seinnu árini,
men tað er ongantíð av
álvara stungið út í kortið,
hvat man vil við hesum
dystum.
Fyri nøkrum árum síðani
høvdu vit fleiri ungdóms-
landslið í hondbólti, sum
virkaðu seriøst við venjar-
um og hjálparvenjarum, ið
løgdu eitt stórt arbeiði í
hesi lið, men tað datt eisini
niðurfyri eftir stuttari tíð.
Hetta heldur Kári Morten-
sen verða stórt spell, tí tá
var føroyskur hondbóltur
veruliga í menning eftir
hansara tykki.
Kári Mortensen saknar
eitt kjak um, hvussu lands-
liðsarbeiði saman við øðr-
um arbeiði í HSF og saman
við arbeiði í feløgunum
kann gera føroyskan hond-
bólt enn meiri áhugaverdan
at spæla og at fylgja við í.
Somuleiðis heldur Kári, at
tað eigur at verða umrøtt,
hvussu vit sum land kunnu
verða við á jøvnum føti við
øll onnur lond í altjóða
kappingum.
Grundarlagið hvørvur
Kári Mortensen heldur, at
um vit ikki fáa gongd aftur
á ungdómslandsliðini, taka
vit alt grundarlagið undan
føroyskum hondbólti.
– Sum støðan er í løtuni
eru tað bert A-landsliðini,
ið eru virkin, meðan tað er
einki, sum eitur ungdóms-
landslið. Um tú samanber
tað við til dømis ein skúla,
so svarar tað til, at tú hevur
eina framhaldsdeild og
ongan grundskúla, og tað er
eyðsæð, at so gongur tað
ikki drúgv tíð, áðrenn fram-
haldsdeildin eisini dettur
niðurfyri, sigur Kári Mor-
tensen.
Sjálvur heldur Kári Mor-
ten-sen, at tað hevur verið
til stóran ampa fyri før-
oyskan hondbólt, at arbeiði
við
ungdómslandsliðum
hevur verið óstøðugt seinnu
árini, tí tað ger, at hond-
bólturin missur ein stóran
part av ungu leikarunum til
aðrar ítróttargreinar, har av-
bjóðingarnar eru størri og
støðugari.
Kósin var sett
Kári Mortensen satt eitt
drúgt skifti í leiðsluni í
Hondbóltssambandinum,
og í hesum tíðarskeiði setti
HSF út í kortið eina kós
fyri menningina av hond-
bóltinum her heima, mill-
um annað við at fleiri ung-
dómslandslið vóru sett á
stovn.
– Í tíðarskeiðinum frá
1999 til 2001 leiktu føroysk
ungdómslandslið fleiri enn
tríati landsdystir tilsamans.
Um hetta mundi hevði HSF
fýra virkin ungdómslands-
lið, og harafturat vóru bæði
kvinnulandsliðið og mans-
landsliðið við í altjóða
kappingum. Hóast nógva
landsliðsvirksemi mól tað
runt fíggjarliga hjá HSF
hetta tíðarskeið.
Men í 2001 varð leiðslan
í Hondbóltssambandinum
skift út, og tá datt alt ung-
dómsarbeiði niðurfyri, og
ístaðin bleiv fyrst og fremst
satsað upp á manslands-
liðið. Í tíðarskeiðinum frá
2002 til 2004 hevur einki
ungdómslandslið
hjá
monnum leikt nakran dyst,
meðan eitt kvinnuunglinga-
lið hevur leikt tveir, greiðir
Kári Mortensen frá. Hetta
heldur hann verða stórt
spell, tí hetta er við til at
taka grundarlagið undan
hondbóltinum í Føroyum.
– Vit høvdu sett eina kós,
sum eftir mínum tykki
hevði verið sera mennandi
fyri føroyskan hondbólt,
um hon bleiv hildin, men
tíverri vóru tað ov nógv,
sum hildu tað verða týdn-
ingarmiklast at brúka peng-
arnar til eitt A-landslið hjá
monnum, sigur fyrrverandi
landsliðsspælarin.
Í 1998 komu veddingar-
pengarnir til føroyskan
ítrótt, og parturin hjá Hond-
bóltssambandinum liggur
um 600.000 krónur um
árið. Hetta merkir, at saman
við stuðulinum frá lands-
stýrinum og sponsorum
v.m. hevur HSF nærum
eina millión at reka lands-
liðsarbeiði fyri um árið,
greiðir Kári Mortensen frá.
– Henda upphædd eigur
at verða nokk til at reka
meiri enn bert A-landsliðini
hjá kvinnum og monnum.
Eg ivist eisini í, um tað er
rætt at brúka nógvar pengar
upp á ein útlendskan venj-
ara til manslandsliðið, tí vit
eiga nógvar góðar venjarar
her á landi, sum høvdu
kunnað átikið sær venjara-
starvið fyri ein nógv bílig-
ari penga. So høvdu vit
havt meiri av pengum til
ungdómslandslið,
sigur
Kári Mortensen.
– Eg haldi, at fíggjarligu
umstøðurnar eru til, at vit
kunnu hava bæði ung-
dómslandslið og A-landslið
í HSF-høpi, men tað krevur
góða fyrireiking. Vit einum
miðvísum ungdómslands-
liðsarbeiði høvdu vit eisini
óivað økt um áhugan fyri at
stuðla føroyskum landsliðs-
hondbólti, tí eg eri sann-
førdur um, at tað eru nógvir
sponsorar, ið aftra seg við
at stuðla landsliðsarbeiðin-
um, tí teir sakna stabilitet í
hesum arbeiði, heldur Kári
Mortensen.
Brúka fótbóltin sum
fyrimynd
Kári Mortensen greiðir frá,
at tá ið arbeiðið við ung-
dómslandsliðum steðgaði
fyri nøkrum árum síðani,
var ein av umberingunum
hjá nevndini í HSF tann, at
liðini taptu so nógv.
– Gamaní taptu tey nógv,
men tað kanst tú rokna við
frammanundan. Eg haldi,
at vit kunnu brúka fótbóltin
sum fyrimynd. FSF hevur í
nógv ár havt eitt miðvíst
arbeiði við ungdómslands-
liðum, og fleiri av teimum
leikarunum, ið nú eru á A-
landsliðnum, eru leikarar,
ið hava fylgst upp gjøgnum
tey ymisku ungdómslands-
liðini. Hetta ger, at tú hevur
ein ávísan stabilitet á
landsliðnum við spælarum,
sum kenna hvønnannan
sera væl, greiðir Kári Mor-
tensen frá.
Mugu seta hægri mál
Í fjør royndi føroyska
kvinnulandsliðið
seg
í
Challenge Trophy Cup í
Italia, og liðið stóð seg sera
væl. Í heyst er ætlanin, at
manslandsliðið skal royna
seg í líknandi kapping, men
Kári Mortensen ivast í,
hvussu rætt tað er at taka
lut í slíkum kappingum.
– Eg haldi ikki, at tað er
rætt at taka lut í slíkum
summarkappingum, har tey
flestu av luttakandi londun-
um ikki leggja so nógv í
hondbóltin. Fyrr luttóku vit
í veruligum undankapping-
um, har vit fingu at vita,
hvar í vit flutu í mun til
aðrar tjóðir. Sum eg havi
skilt, so ætlar manslands-
liðið sær í heyst til eina
kapping í Bretlandi, har
millum annað Ongland og
Skotland teljast millum
mótstøðuliðini. Hetta eru
lond, har hondbólturin er á
sera lágum støði, og eg ivist
í, hvussu nógv vit fáa
burturúr at dystast við
slíkar tjóðar. Tá haldi eg tað
verða rættari at dystast við
tey lond, sum royna at
spæla seg til EM- og HM-
endaspøl, tí sjálvt um vit
møguliga tapa stórt, so
mennir tað okkarar leikarar,
sum
eisini
fáa
eina
ítróttarliga uppliving, sigur
Kári.
– Tað er avgerandi neyð-
ugt at gera HSF ført fyri at
hava eitt skipað og greitt
landsliðsprogramm, sum
kann eggja feløgunum at
gera eitt gott ungdóms-
arbeiði og eitt kvalificerað
vakstamannaarbeiði.
Tað er eisini avgerðandi,
at feløgini eru sterk og
nógv – helst runt í øllum
landinum, sum fótbólturin
megnar – og kunnu eggja
HSF at útvikla sítt lands-
liðsarbeiði.
Hesa synergieffekt má
før-oyskur hondbóltur fáa
at virka, sigur Kári Morten-
sen
Umstøðurnar hava
ongantíð verið betur
Í Føroyum hevur tað mang-
an verið ført fram, at um-
støðurnar hjá hond-bóltin-
um hava verið ov vánaligar
til, at tað hevur verið gjør-
ligt at føra nakað miðvíst
menningararbeiði. Eitt nú
hevur tað áður verið ein
trupulleiki við at fáa nóg
mikið av hallartímum, men
hendan undanførslan kann
ikki nýtast longur, heldur
Kári Mortensen:
– Umstøðurnar hjá hond-
bóltinum hava ongantíð
verið betur. Fleiri hallir eru
komnar, og onkur er væl
ávegis. Millum annað hava
vit nýggju høllina á Eiði,
sum saktans kundi verið
nýtt sum eitt slag av føstum
Tal av árum
24
8
4
3
3
Tíðarskeið
1964-1988
1989-1994
1995-1998
1999-2001
2002-2004
Menn
80
7
6
16
Mansunlingar eldri
15
7
11
0
Mansunglingar yngri
0
3
0
Kvinnur
13
4
2
5
Kvinnuunglingar eldri
0
12
2
Kvinnuunglingar yngri
0
5
0
Samlað tal av dystum
108
0
18
39
23
Tal av dystum pr ár
4,5
4,5
13
6
Samlaður kostnaður
2,7 mió
2,7 mió
Kostnaður pr dyst
70000
160000
Leikarar ílat pr ár
40
80
40
Kostnaður pr leikara pr ár
900 000 / tal av leikarum
11000
22500
Venjarar, hjálparvenjarar
og liðleiðarar
9
18
9
Viðmerkingar til talvu:
Í 1998 komu veddingarpengar. HSF fær í sín part umleið 600 000 kr um árið. Játtanin frá Landsstýrinum er umleið
200 000 kr um árið. Saman við inntøkum frá atgongumerkjum, kappingarskipan og sponsorum eru eini 900 000
kr tøkar um árið til landsliðsarbeiði.
Tal av leikarum um árið er roknað sum tal av liðum falda við 13.
Kári Mortensen heldur tað verða stóran tørv á einum kjaki um, hvat ið vit vilja við føroyskum
hondbólti, og hvussu vit menna hann.
Okkum manglar eitt kjak um f