leygardagur 14. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Suzuki Swift er nú
komin á marknaðin í
nýggjum hami, og tað
er ikki hissini hamur ið
er lagdur uttan um alla
ta nýggju Suzuki-tøkn-
ina. Hann er bæði
smartur og »frekkur« í
útsjónd. Designið er
beinleiðis til europear-
ar. Swift verður gjørdur
við trimum og fimm
hurðum
BILAR
Suzuki er mest seldi bilur í
Føroyum higartil í ár, eins og
hann eisini er ein bestseljari í
Danmark. Nú eru teir so
komnir á marknaðin við ein-
um nýggjum Suzuki Swift, og
sum altíð er Johs. Berg fyrst
við tí nýggjasta. Føroyar
verða
nevniliga
millum
heimsins fyrstu lond at seta
gongd á søluna av nýggja
Swift.
Fyrstu ferð Swift kom á
marknaðin var í 1983, og
hevur hann verið á marknaði-
num til fyri kortum. Onkrar
smærri broytingar hava verið
millum ár og dag. Nú kom so
endiliga ein heilt nýggjur
Swift, ið er designaður bein-
leiðis til evropeiska marknað-
in.
Bilurin er bygdur yvir kon-
septbilin Concept-S2, ið var
sýndur fram á fleiri altjóða
bilaframsýningum í fjør.
Nýggi Swift er á leið í
somu stødd sum forgangarin,
men er bæði hægri, breiðari
og munandi rúmligari. Eisini
aksilfrástøðan er longri.
Bilurin hevur annars einki
við forgangarin at gera. Alt er
betri, bæði kvaliteturin og
trygdin eru nú á munandi
hægri støði, serliga kvalitet-
urin í kabinuni. 6 airbag eru
nú standard, eins og t.d. koyr-
itelda, fløguspælari ið kann
stýrast við knøttum á ratt-
inum, og 15" hjól. Koyriegin-
leikarnir eru fult á hædd við
tað, vit kunnu vænta av ein-
um nútímans bili til evrope-
iska marknaðin.
Swift fæst við tveimum
ymiskum
bensinmotorum:
1,3 litur við 92 hk og 1,5 litur
við 102 hk. Av standardút-
gerð kunnu vit m.a. nevna
ABS bremsur við EDB, 6 air-
bag, elektriska servostýring,
el-síðurútar, el-síðuspegl við
hita, og innbygt radio við
fløguspælara, ið kann stýrast
frá rattinum.
Swift verður í fyrsta umfari
gjørdur sum hatchback við
trimum og fimm hurðum.
Komandi ár kemur ein
Swift í sportsútgávu, og um
tvey ár kemur eisini ein cabr-
iolet á marknaðin. Seinni
kemur eisini ein dieselútgáva.
Prísirnir byrja við kr.
139.990 fyri ein Swift við 3-
hurðum og 1,3 litur motori.
Satt at siga líkist hetta ein-
um vinnara í flokkinum.
Suzuki Swift til evropearar
Suzuki Swift 1,5 Hatchback 5/h
Motorurin
1,5 litur 4 syl. bensin 102 hk
0-100 km/t
10,0 sek
Bensinnýtsla
15,4 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
185/60-15
Stødd og vekt
Longd
369,5 cm
Breidd
169,0 cm
Hædd
150,0 cm
Eginvekt
950 kg
Viðførisrúm
213 litrar
Prísur
kr. 154.990
Søluumboð
Berg Motors
Staravegur
FO-100 Tórshavn
Tel. 313535
Nýggi Swift er á leið í somu stødd sum forgangarin,
men er bæði hægri, breiðari og munandi rúmligari
Kvaliteturin og trygdin eru nú á
munandi hægri støði, serliga kvaliteturin
í kabinuni, 6 airbag eru nú standard
Suzuki Swift verður í fyrsta
umfari gjørdur sum hatchback
við trimum og fimm hurðum