leygardagur 14. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 14. mai 2005
17
FCK tykist ikki
sinnað at gera
nýggjan sáttmála
við føroyska
álopsspælaran, sum
nú hyggur seg um
eftir hvørjir aðrir
møguleikar eru fyri
at spæla á hægsta
støði
ÚTISETI
Jóannes Hansen
206 dystir og 68 mál. Tað
eru tølini, sum liggja
eftir Toda Jónsson í
FCK. Hann hevur um-
boðað felagið 206 ferðir
síðani hann saman við
formanninum, Flemm-
ingi Østergaard, fyri átta
árum síðani flutti úr
Lyngby og til FCK. Í løt-
uni bendir einki á, at
dystartalið og máltalið
fer at gerast størri, enn
tað nú er.
– Eg havi fyri stuttum
havt fund við leiðsluna í
felagnum.
Sáttmála-
skeiðið hjá mær og FCK
verður liðugt 30. juni. Eg
fregnaðist
eftir,
um
felagið er sinnað at gera
nýggja avtalu um sam-
starv. Svarið var, at tað
høvdu teir ikki tikið
støðu til. Tað vil siga, at
teir eru ikki áhugaðir í
framhaldandi samstarvi,
og tí bendir alt á, at eg
skal skifta felag í summ-
ar, sigur Todi Jónsson.
Todi fylti 2. februar 33
ár. Síðsta árið hevur hann
ikki verið nógv at sæð á
besta FCK liðnum. Í vár
hevur hann ikki spælt í
landskappingini. Hesar
síðstu vikurnar hevur
hann havt lítlan skaða í
lærkrikanum at dragast
við. Nú er tað nakað
síðani, at hann kom fyri
seg aftur, men tað hava
ikki verið boð eftir
honum at spæla á besta
liðnum.
Toda
hevur
restað
dystarvenjing.
Fyrsta
stigið á leiðini at fáa
hana tók hann fyrra-
kvøldið. Tá var hann í 1.
hálvleiki á næstbesta
FCK liðnum sum á
Frederiksberg tapti 5-2
móti Skjold. Í steðgin-
um, tá ið Todi fór av vøll-
inum, var støðan 2-2,
eftir at FCK hevði verið
á odda 2-0.
– Eg var nógv skaddur
í fjør. Í vetur var eg væl
fyri, og eg vandi við full-
ari ferð saman við hin-
um. Fyri at spæla á
hægsta støði er neyðugt
at fáa dystarvenjing. Eg
fekk ikki møguleika fyri
dystarvenjing tá, og nú
eri eg langt burtur frá
besta liðnum.
Todi Jónsson heldur
tað vera undarligt at flyta
frá arbeiðsplássinum og
felagnum, sum hann hev-
ur verið partur av sein-
astu átta árini, og sum
hann hevur verið við til
so mangar glæsiligar løt-
ur saman við. Men sam-
stundis ásannar hann, at
tað er lítil meining í at
halda fram í felagnum,
um hann skal vera tann
fimti í røðini av álops-
spælarunum og harvið
ikki fáa serligar møgu-
leikar á vøllinum.
– Nú fari eg at leita
eftir nýggjum arbeiðs-
plássi. Eg rokni við, at
tað fer at bera mær til at
spæla á hægsta støði í
eini tvey ár afturat. Eg
vóni, at tað fer at bera til
at finna felag á Sjæll-
andi. Vit eru familja við
trimum børnum, og tað
hevði verið sera ólagaligt
at flutt, sigur Todi Jóns-
son.
tilhaldsstaði hjá teimum
ymisku landsliðunum, tá ið
tey vóru savnað til venjing-
ar, sigur Kári.
Eiga at brúka
útlendsku leikararnar
Tey seinastu okkurt um
tíggju árini hava rættuliga
fitt
av
útlendskum
leikarum
roynt
seg
í
føroyskum hondbólti, og
fleiri av teimum hava
steðgað í fleiri ár, og onkur
hevur valt at búseta seg fast
í Føroyum. Hesir leikarar,
ið hava royndir úr øðrum og
sterkari kappingum, eru ein
fongur
fyri
føroyskan
hondbólt, sigur Kári Mor-
tensen.
Hann heldur tað verða
upplagt, at Hondbólts-sam-
bandið í nógv størri mun
fer
at
gera
nyttu
av
útlendsku leikarunum og
nýta teir í ymiskum venj-
araleiklutum.
– Útlendsku spælararnir í
Føroyum eru ein risa
kapacitetur, ið kunnu geva
og hava givið føroyskum
hondbólti ómetaliga nógv,
heldur Kári Mortensen.
– Eitt annað, ið kann
styrkja um føroyskan hond-
bólt, er, um vit aftur fáa
gongd
á
skeiðvirksemi
innan hondbóltin. Í níti-
árunum var mangan skipað
fyri ymiskum venjaraskeið-
um
fyri
føroyskum
hondbóltsvenjarum, og her
vóru
nógvir
útlendskir
venjarar á vitjan og góvu
eina rúgvu av inspiratión,
sigur Kári.
Hann heldur, at vit kunnu
læra nógv av Dómara-
felagnum, sum veruliga
hevur syrgt fyri, at dóm-
arastøðið
í
føroyskum
hondbólti er ment seinnu
árini. Felagið hevur javnan
skeið fyri dómarunum, og
nógv verður gjørt burtur úr
eftirmetingum og øðrum,
sum kann styrkja førleikan
hjá dómarunum.
Styrkja heimligu
kappingina
Eitt av stigunum, ið neyðug
eru at taka fyri at menna
hondbóltin her heima, er
sambært Kára Mortensen,
at vit fáa styrkt heimligu
kappingina.
– Vit noyðast at hava eina
drúgvari
kapping,
og
allarmest hjá teimum 16-18
ára er neyðugt, at tað eru
fleiri dystir á skránni. Um
tú til dømis hyggur at
kappingini hjá kvinnu-
unglingunum, so vóru tað
bert eini 3-4 lið í kapping-
ini farna kappingarár, og tá
gerast dystirnir ov fáir.
Man kann til dømis skipa
fyri ymsum smáum steypa-
kappingin, sum man gjørdi
fyrr. Umberingin við at tað
so
rennur
saman
við
fótbóltinum, heldur ikki í
longur, tí ætlar tú tær at
verða við í fremstu røð, so
noyðist tú at gera av við teg
sjálvan, hvørja av ítróttar-
greinunum, ið tú ætlar tær
at satsa uppá, heldur Kári
Mortensen.
– Føroyskur landsliðs-
hondbóltur má tora at vera
við á jøvnum føti við øll
onnur lond.
Børn, ung og vaksin íðk-
andi mugu vita, hvørjar
avbjóðingar standa teimum
í boði. Fjølmiðlar, sponsor-
ar og áskoðarar mugu vita,
(hetta er so mín meining) at
januar er landsliðsmánað-
urin hjá teimum vaksnu,
har tað hvørt ár verða
leiktir fleiri kvinnu- og
manslandsdystir her í land-
inum og úti. At apríl/mai er
tíðarskeiðið, har ungdóms-
landsliðini kappast á jøvn-
um føti við øll hini, og at
summi ár vera kappingarn-
ar í Føroyum, sigur Kári
Mortensen at enda.
Todi á veg úr FCK
Todi Jónsson fer at leita sær eftir nýggjum felagið, nú tað
stendur greitt, at hann ikki heldur fram í FCK
Hesi seinnu árini er tað einamest manslandsliðið, ið hevur verið virkið, men ungdómslandsliðini
eru dottin niðurfyri, og tað heldur Kári tekur grundarlagið undan føroyska hondbóltinum
Føroyska kvinnulandsliðið
stóð seg sera væl, tá ið tað í
fjør tók lut í altjóða kapping
í Italia, men Kári Mortensen
ivast í, hvussu rætt tað er at
taka lut í slíkum kappingum
øroyskan hondbólt