Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 90 - 14. mai 2005 NSÍ-Skála: Skálamenn eru sørir móti NSÍ Bogi Gregersen verð- ur kanska tøkur, tá ið Skála enn eina ferð skal royna at fáa stig frá NSÍ, um higartil hevur tikið alt, tá ið grannaliðini hava dystast UPPTAKT Jóannes Hansen Skála er á heiðursmerkja- plássi, og NSÍ er ikki so langt frá triðja plássinum. Um NSÍ vinnur granna- stríðið í Runavík, so flyta teir upp um Skála. Hagtøl- ini siga, at higartil hevur NSÍ vunnið hvørja ferð, tá ið Skála og NSÍ hava spælt. Um tað so hevur verið á Skála ella í Runavík. - Vit hoyra hatta ofta, og vit ætla ikki longur hava tað sitandi á okkum. Vit halda okkum hava møgu- leika at fáa stig í Runavík, og tað fara vit at arbeiða hart fyri. Tað sigur Bogi Greger- sen. Álopsspælarin á Skála noyddist at taka seg burtur- úr, tá ið teir mikukvøldið spældu móti B36. Tá varð roknað við vøddaskaða og steðgi í fleiri vikur. Men nú sigur Bogi, at tað kanska ikki verður neyðug við steðgi: - Fysioterapeuturin hevur sagt, at talan ikki er um fip- urspreinging. Heldur er okkurt forstrekt í lærinum. Eg fái viðgerð hvønn dag, og tað gongdur skjótt rætta vegin. Tað er ikki heilt ósannlíkt, at eg verði førur fyri at spæla mánadagin, sigur Bogi Gregersen. Bjarni Jørgensen hevur verið burturi frá seinastu ferðirnar, tí hann hevur verið skaddur. Hóskvøldið var hann aftur til venjingar, og hann verður í Skála hópinum mánadagin. Positivan trupulleika Tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Bæði so og so. Tá ið NSÍ fór til Klaksvikar, var tað um reppið, at teir fingu mannað lið. Nú eru næstan allir spælararnir tøkir. Tann einasti, sum hevur spælt í landskappingini í ár, og sum ikki er tøkur, er Kári Hansen. Sjúrður Jacobsen hevur leingi verið burturi frá, men hann hevur í vikuni vant við fullari ferð. - Tað er positivur trupul- leiki at vera noyddur at seta spælarar, sum tú veist kunnu standa seg á besta liðnum, á beinkin. Tað kennist væl undir venjing, og tá ið spælarar verða skiftir inn, at teir ovurfegnir vilja vísa, at teir eiga pláss á liðnum, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ. Seinastu tríggjar ferðir- nar hevur NSÍ so at siga spælt við sama liðnum. Tað hevur gingið rættuliga væl, so tað er lítið sannlíkt, at talan verður um stórvegis broytingar, tá ið Skála kemur um fjørðin av vitja. Teir á Skála siga, at nú mugu teir eisini syrgja fyri at vinna stig av TB-GÍ: TB bíðar í spenningi Í Gøtu vóru fleiri spælarar ivasamir í gjár, men tað varð roknað við og vónað at í hvussu so er Súni Olsen og Popczynski verða førir fyri at spæla UPPTAKT Jóannes Hansen Í Gøtu er fótbóltslagið einki serligt. Úrtøkan hig- artil hevur ikki verið góð. Mikukvøldið eydnaðist tað at fáa eitt stig móti NSÍ, men tað var neyðugt. Nú stendur vitjan á Sev- mýri fyri framman. Tað hevur gingið illa hjá GÍ at fáa mál, og tað tykist ikki serliga sannlíkt, at tað skal eydnast at skjóta fleiri mál á Sevmýri, har heimaliðið er vorðið kent fyri krút stinna verju. Í gjár vóru Jónreid Dal- heim og Sámal Joensen framvegis skaddir. Tað varð ikki roknað serliga sannlíkt, at teir fara at verða tøkir mánadagin. Í gjár vóru bæði Súni Olsen og Popczynski sjúkir, men í Gøtu vónaðu teir, at hesir báðir lyklaspælarar- nir verða við til Suður- oyar. Á Sevmýri er lagið gott. Tað er smeitur, at Alex- ander Jovevic ikki er tøkur. Tað høvdu teir roknað við og vónað. Jovevic spældi fyrstu løtuna í Vági, men hann noyddist at gevast, tá ið ein hálvur tími var farin. Men Milan Milanovic sigur seg hava álit á spæl- arunum, sum hann fer at senda á vøllin mánadagin. Talan er um tað, sum plagar at verða nevnt seks stigs dyst. Um GÍ tapir, so verður frástøðan fram til tey næstu ógvuliga stór. Um tað harafturímóti verður TB, sum fer at fáa øll stigini, so verður TB støðan rættuliga góð, meðan gøtumenn fara at vera uppaftur nógv verri staddir, enn teir nú eru tað. Róðrarfelagið Knørr- ur og Argja Róðrar- felag vilja hava FSF aðalfundin at sam- tykkja, at hesi feløgini skulu fyrireika kapp- róðurin á tjóðarhá- tíðini saman við Havnar Róðrarfelag KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Á aðalfundinum hjá Róðr- arsambandi Føroya, RSF, sum verður 2. hvítusunnu- dag, vilja Róðrarfelagið Knørrur í Havnini og Argja Róðrarfelag hava limafel- øgini at samtykkja, at hesi bæði feløgini skulu fyri- reika ólavsøkukappróðurin saman við Havnar Róðrar- felag. Feløgini skjóta upp, at grein eitt í reglunum hjá RSF fyri føroyameistara- heitið í kappróðrið verður broytt. Higartil hevur staðið í grein eitt soleiðis: " Tað eru 7 stevnur, sum geva stig til føroyameistaraheitið í kappróðri. Tær eru Norð- oyastevna, Fjarðastevna, Eystanstevna, Jóansøka, Sundalagsstevna, Vestan- tevna og Ólavsøka". Knørrur og Argja Róðr- arfelag vilja hava RSF aðalfundin at leggja hetta afturat orðingini í grein eitt: " Sum fyrireikarar fyri hesum stevnum standa Klaksvíkar Róðrarfelag fyri Norðoyastevnu, Vest- manna Ítróttarfelag, Ung- mannafelagið Strálan og Skála Róðrarfelag fyri Fjarðastevnu, Kappróðrar- felagið NSÍ og Ítróttarfelag Fuglafjarðar fyri Eystan- stevnu, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kapp- róðrarfelag fyri Jóansøku, Hósvíkar Róðrarfelag, Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag og Kollafjarð- ar Ítróttarfelag fyri Sunda- legsstevnu, Sørvágs Róðr- arfelag, Miðvágs Kapp- róðrarfelag og Sandavágs Ítróttarfelag fyri Vestan- stevnu og Havnar Róðrar- felag, Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fyri Ólavsøku". Í viðmerkingunum til uppskotið vísa tey bæði fel- øgini á, at tey eru ikk heilt nýggj í kappróðri longur. Felagið á Argjum varð stovnað í 1982, og Knørra- felagið varð stovnað í 1985. Víst verður eisini á, at úr- slitini hjá feløgunum tala fyri, at tey í allar mátar royna at taka uppgávu sína í álvara, og bæði hava roynt at givið sítt íkast til før- oyskan kappróður. Feløgini halda, at fram- tíðin er treytað av ung- dómsarbeiðnum, og at tey tí leingi hava arbeitt fyri at fáa lut í teimum skyldum, rættindum og fíggjarligum ágóðum, sum fyriskipanin av ólavsøkuróðrinum gev- ur. Feløgini halda, at Havn- ar Róðrarfelag sum fyri- reikari av ólavsøkuróðrin- um hevur stóran fyrimun sammett við hini feløgini. Tey siga seg hava heitt á Havnar Róðrarfelag, RSF og Tórshavnar býráð fyri at sleppa upp í part og harvið eisini at fáa lut í inn- tøkunum, sum Ólavsøkan ber við sær, men at einki er komið burturúr samráðing- unum. Tí verður uppskotið um broyting í grein eitt í ásetingum fyri FM róður lagt fyri aðalfundin. Skeiv adressa Á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, drekin.fo, verður ikki tikið undir við uppskotinum. Heimasíðan mælir feløgunum til at finna sær aðrar inntøku- keldur og harvið at Havnar Róðrarfelag framvegis, sum teir hava havt tað í mong ár, skal eiga rættin at fyrireika og harvið eiga inntøkurnar og útreiðslur- nar í sambandi við kapp- róðurin á Ólavsøku. Víst verður eisini á, at umframt tey bæði nevndu feløgini eru fleiri onnur róðrarfeløg í Tórshavnar Kommunu. Her verður hugsað um fel- agið í Hoyvík og felagið í Kollafirði. Havnar Róðrarfelag dug- ir ikki at síggja, at hetta er eitt mál fyri aðalfundin hjá RSF, men at hetta er eitt mál, sum eigur at vera við- gjørt millum kommununa og feløgini í kommununi. Formaðurin í Róðrarsam- bandinum, Hannis Joensen, vil ikki vera partur av við- gerðini av hesum málinum. Tað vil hann ikki, tí hann í mong ár hevur verið og er limur í Havnar Róðrarfelag. Málið er tískil latið næstfor- manninum, Jan Herman Hansen, at taka sær av. Jan Herman Hansen sigur, at somu feløg løgdu sama mál fyri aðalfundin í 2001. Tá varð tað tikið upp undir ymiskum, og tá varð tað avvíst av feløgunum, sum ikki mettu, at hetta var spurningur fyri RSF at taka sær av, men heldur fyri tey í Havnini. - Nú er talan um uppskot til broyting í ásetingunum, og reglurnar siga, at í so- vornum føri skal málið við- gerast. Men tað merkis ikki tað sama, sum at tað skal setast undir atkvøðugreið- slu, sigur Jan Herman Han- sen, næstformaður í RSF. Fleiri vilja eiga Ólavsøkuna