leygardagur 14. mai 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 90 - 14. mai 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Vilja hava fólkaatkvøðu
Sosialdemokratiskir ES-andstøðingar í Svøriki krevja
nú, at sviar skulu sleppa at taka støðu til ta ætlaðu ES-
grundlógina á einari fólkaatkvøðu.
Sostatt fær Gøran Persson, foræstisráðharri, mótstøðu
frá sínum egnu. Stjórnin ætlar, at Ríkisdagurin skal gera
av, um Svøríki skal taka undir við grundlógini, og har er
stórur meiriluti fyri lógini, tí teir borgarligu taka eisini
undir við henni. Men teir sosialdemokratisku ES-
andstøðingarnir halda avgerðina vera so týðandi fyri
Svøríki, at fólkið eigur at sleppa at at taka avgerðina.
Týsdagin samtykti Samveldisdagurin í Týsklandi
grundlógina við stórum meiriluta, og í vikuni hava eis-
ini Slovakia og Eysturríki tikið somu støðu. Framman-
undan hava Grikkaland, Italia, Letland, Spania og Slov-
enia góðkent grundlógina. Tann 29. mai skulu frans-
men á fólkaatkvøðu um málið, og har er stórur spenn-
ingur um úrslitið. Skal grundlógin fáa gildi, mugu øll
tey 25 ES-londini góðkenna hana.
Málið skjótt klárt
Um nakrar fáar dagar fer ein amerikanskur hernaðar-
dómstólur at viðgera eina ákæru ímóti einum her-
manni, sum er ákærdur fyri ósømiliga framferð ímóti
fangum í Abu-hraib fongslinum í Irak.
Tann 27 ára gamla Sabrina Harman hevur boðað frá,
at hann fer at nokta seg seka,, tá málið kemur fyri, tí
hon heldur ikki, at hon gjørdi nakað skeivt. Men hesum
er ákæruvaldið als ikki samt við henni í. Tvørturímóti
er hon ákærd fyri at hava skrivað orðið "neyðtøkumað-
ur" upp á beinið á einum irakskum fanga, og hon er
eisini ákærd fyri at hava noytt ein fanga at standa uppi
á einum kassa. Tá maðurin var komin at standa á kass-
anum, bant Sabrina Harman leirningar í bein hansara,
og maðurin fekk at vita, at hann doyði av elektriskum
stoyti, um hann datt av kassanum.
Ákæruvaldið fer at leggja 29 myndir fram í rættinum.
Á einari mynd stendur Sabrina Herman uppi yvir
líkinum av einum fanga. Maðurin var eftir øllum at
døma deyður eftir at hava fingið ringa viðferð frá CIA-
monnum, sum høvdu avhoyrt hann, skrivar AP.
Skulu kanna jarðskjálvta
BBC og Discovery Channel ætla sær at kanna økið, jar
tann harði jarðskjálvtin annan jóladag í Suðurasia
hevði miðdepil. Tað var hesin skjálvtin, sum elvdi til ta
oyðandi flóðalduna.
Tær báðar sjónvarpsstøðirnar ætla at gera ein tveir
tímar langan film um jarðskjálvtan og flóðalduna. Við
nútímans útgerð skulu kavarar og granskarar taka
myndir av havbotninum, og ætlanin er síðani at greiða
frá tí, sum hendi. Sjálvur jarðskjálvtin verður eftir-
gjørdur, og tað verður flóðaldan eisini.
Julian Ware, sum stendur fyri verkætlanini, sigur, at
filmurin er ein vísindalig roynd at lýsa tað, sum hendi
annan jóladag. Harafturat roknar hann við, at kanningar-
nar kunnu geva jarðfrøðingum og øðrum vísindafólki
áhugaverdar upplýsingar um, hvat hendir, tá ein jarð-
skjálvti elvir til eina so stóra flóðaldu, hvussu tað hendir,
og ikki minst hvussu skjótt tað hendir. 21 vísindafólk eru
við í verkætlanini hjá BBC og Discovery Channel.
Hava ongan skúlalækna
Innanríkis- og heilsumálaráðið í Danmark er skelkað
av einari kanning, sum vísir, at 89 danskar kommunur
hava ongan skúlalækna.
Tað merkir, at skúlabørnini í teimum 89 kommunun-
um verða ikki kannað tvær ferðir í skúlatíðini, soleiðis
sum lógin annars fyriskrivar, skrivar Politiken. Summar
kommunur hava roynt at loysa trupulleikan við at lata
sjúkrasystrar kanna børnini, men tað er sambært
blaðnum ólógligt. Birgitte Barfod, sum er skúlalækni á
Suðursælandi, sigur, at tað er væl hugsandi, at skúlabørn
í teimum 89 kommununum hava sjúkur, sum eingin
hevur varnast enn, tí børnini eru ikki kannað hjá lækna.
Í innanríkis- og heilsumálaráðnum siga tey, at
kommunurnar hava fingið boð um at fáa viðurskiftini í
rættlag, men tølini vísa, at tað gongur tann skeiva
vegin. Í 1998 høvdu 59 kommunur ongan skúlalækna,
og nú er talið sum nevnt 89.
Franska sjónvarps-
støðin Canal Plus
hevur fingið eina
átalu fyri at kalla
Benadikt 16. páva
"Adolf 2."
ÓHEPPIÐ SKEMT
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Franska fjølmiðlaeftirlitið
heldur, at Canal Plus fór
langt út um markið, tá støð-
in í einari sokallaðari
skemtisending
umrøddi
Benadikt páva sum "Adolf
2.". Harafturat vildi send-
ingin vera við, at tann
nýggi pávin vælsignar kat-
olikkarnar "í navni Faðirs-
ins, Sonarins og Triðja
ríkisins navni."
Í sendingini varð eisini
víst á, at á ungum árum var
Joseph Ratzinger limur í
Hitlerjugend.
Fleiri katólskir biskuppar
jødiskir felagsskapir í Frak-
landi
hava
mótmælt
sendingini, og teir fáa eftir
øllum at døma fulla undir-
tøku frá franska fjølmiðla-
eftirlitinum. Eftir lógini
skulu fjølmiðlarnir viðgera
politisk, mentanarlig og
átrúnaðarlig evni við virð-
ing, og tað heldur eftirlitið
ikki, at Canal Plus gjørdi í
hesum føri. Tí kann støðin
vænta at fáa eina stóra bót,
skrivar AFP.
Stórar mótmælis-
gongur í teimum
størstu afghansku
býunum vilja hava
amerikanararnar av
landinum
AFGHANISTAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað byrjaði fyri nøkrum
døgum síðani, tá fleiri
hundrað studentar gingu
mótmælisgongu í býnum
Jalalabad.
Studentarnir
tveittu grót eftir útlendsk-
um skrivstovum og kravdu,
at allir útlendingar skuldu
fara av landinum beinan-
vegin. Løgreglan legði
uppí, og minst fýra fólk
doyðu í samanbrestunum.
Dagin eftir breiddu mót-
mælini seg til høvuðsstaðin
Kabul og til aðrar býir.
Mótmælisfólkini settu eld á
amerikanska flaggið og
kravdu, at USA skal taka
sínar hermenn úr landinum
alt fyri eitt.
Reuters skrivar úr Kabul,
at nógvir afghanar eru
ímóti, at USA hevur her-
menn í landinum, og mót-
støðan ímóti amerikanar-
unum herðist í hvørjum.
Amerikanararnir
verða
lagdir undir at fara alt ov
harðliga fram. Í seinastuni
hava fleiri samanbrestir
verið ímillum amerikansk-
ar hermen og vápnaðar
uppreistrarmenn,
sum
verða hildnir at hava sam-
band við tað frákoyrda
Taliban-stýrið.
Ófriðurin teir seinastu
dagarnar kyknaði, eftir at
blaðið amerikanska tíðarrit-
ið Newsweek hevði prentað
eina grein um viðurskiftini í
fangaleguni í Guantanamo í
Kuba. Blaðið vildi vera við,
at undir avhoyringum hava
teir amerikonsku fanga-
vørðarnir vanhalgað Koran-
ina fyri at "bloyta" fangar-
nar. Sambært AP hava
konservativir
prestar
í
Afghanistan gjørt sær dælt
av tíðindunum í Newsweek
og øst fólk til at seta seg upp
ímóti teimum amerikonsku
hermonnunum.
Amerikanska uttanríkis-
ráðið hevur ikki gjørt stór-
vegis
viðmerkingar
til
hendingarnar í Afghanist-
an, men viðgongur kortini,
at ófrðurin er tann ringasti
síðani innrásina í 2001.
Samanbar pávan við Hitler
Krevja USA úr
Afghanistan
Amerikanararnir hava ikki bara mótstøðuna í Irak at stríðast við. Her eru tað mótmælisfólk í Kabul, sum krevja, at USA skal
taka hermenninar úr Afghanistan