Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Tá vanlukkan rakar, er tað eingin skomm at siga ja takk til proffesi- onella hjálp, Tað er eins og aktiv fyrstahjálp til kenslurnar, sum hava fingið ein skelk, sigur Sanne Pedersen yvirsál- arfrøðingur frá Falck Healthcare FERÐSLUVANLUKKUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nógvir menn - og harvið eis- ini nógvir bilførarar - vilja helst sleppa undan at tosa við ein sálarfrøðing. Hetta kemst kanska av ymiskum fordóm- um, sum t.d. at so skulu teir til hoyra um, hvat tað var, sum gekk galið í barndómi- num o.s.v. Sanne Pedersen, yvirsálar- frøðingur frá Falck Healt- hcare í Danmark, sigur, at hon hevur havt nógvar klient- ar - eisini bilførarar sum ikki roknaðu við at teir nakrantíð fóru at fáa brúk fyri hjálp frá sálarfrøðingi. Men tað kann henda fyri øll. Menniskjan er fødd við evnunum at føla, og tí verða vit ávirkaði av tí, vit uppliva. Verður man sum bilførari innblandaður í eina ógvusliga ferðsluvanlukku, har fólk fáa stóran skaða ella doyggja, so reagera bæði kroppurin og kenslurnar. Tað er heilt natúrligt at blíva ávirkaður av eini ónat- úrligari støðu, sum ein van- lukka jú er. Tað er ikki tekin um veikleika, ella at ein er við at blíva óður í høvdinum, tvørtur ímóti, sigur Sanne Pedersen. Kreppusálarfrøði snýr seg um at hjálpa, í hesum føri bil- føraranum, at fyrihalda seg til vanlukkuna, hann hevur verið innblandaður í og at stuðla viðkomandi eftir vanlukkuna. Her snýr tað rætt og slætt um at tosa um vanlukkuna aftur og aftur. Hvat tað var sum hendi, og hvussu tað kendist. Nógvir bilførarar hava skuldarkenslu, hóast teir einki skeivt hava gjørt. Sjálv fyrstahjálpin snýr seg mest um, at bilførarin sleppur at tosa um hendingina, meðan onkur lurtar eftir honum. Í slíkum føri eru kenslurnar ógvuliga ymiskar, tað kann vera alt frá hjartabankan, høvuðpínu, magapínu, vreiði, irritatión, ella órimiligur at- burður móti sínum nærmastu. Kroppurin og sinnið rea- gera ofta við ótta, tí bilførarin ikki hevur royndir við slíkum vanlukkum og kann tí missa tamarhaldið á sær sjálvum og blíva bangin. Hetta er ein nat- úrlig reaktión og ikki akutt sinnisjúka, sigur Sanne Ped- ersen. Sálarfrøðingurin skal ikki taka ábyrgdina og intiativið frá bilføraranum, sum er í kreppu, men ístaðin er tað hansara uppgáva at sluðla, vegleiða og seta spurningar, so tað er bilførarin sjálvur, ið tekur avgerðirnar. Við tíðini vil skakandi hendingin fáa eitt natúrligt pláss í hugaheiminum hjá bil- føraranum, um hann sleppur at tosa um ferðsluvanlukkuna og at arbeiða við sterku upp- livingini. Kelda: Road Life Magazine Goodyear Excellence: Komfortur og vegtak í eina hægri eind Bilførarar kunnu hava brúk fyri kreppuhjálp eftir skelkandi hendingar Goodyear eru komnir á marknaðin við nýggja »high performance« dekkinum Excellens, har komforturin er á sera høgum støði og dekkið larmar so lítið, at tað liggur langt undir strongu ES-krøv- unum, sum koma í gildi í 2007 DEKK Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Goodyear Excellence er eitt heilt nýtt H-dekk (high performance) summar- dekk, sum er gjørt til óstøðuga veðrið í Evropa. Dekkmynstrið skolar vatn- ið væl frá í regni og hevur gott vegtak og stutta bremsilongd, hóast tað kann regna rættuliga ógvusligt. Sjálvur slitbanin er gjørdur til at leiða stórar mongdir av vatni burtur, meðan bilurin koyrir við nógvari ferð. Dekkið larmar so lítið, at tað liggur langt undir strongu ES-krøvunum, sum koma í gildi í 2007. Samstundis sum dekkið skolar væl frá, er komforturin á sera høgum støði. Sjálvur slitbanin trýstur javnt og eins yvir allan banan, niður móti vegnum, fyri at geva optimalt vegtak. Goodyear umboðsmaðurin í Føroy- um, Fríðrikur Bláhamar, sigur, at um- framt dekk selur fyritøkan hjá hon- um, Super Dekk við Hoyvíksvegin, eisini selir alu-felgur av merkjunum Borbet og AZEV og OZ, ið eru kend frá Formel 1 koyringini, til kapping- arførar prísir. Kreppuhjálp til bilførarar