Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2005 25 Brúðarmyndir Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gleddu okkum við gávum, fjarritum, blómur og heilsanum á hjúnabandsdegi okkara tann 4. desember 2004. Takk fyri at tit gjørdu dagin so ógloymandi fyri okkm. Randi og Andras Nolsøe Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu hjúnabandsdag okkara tann 20. november 2004 ógloymandi. Takk fyri gávur blómur og, fjarrit. Kærar heilsanir Gunna og Jón við Neyst Vit takka øllum hjartaliga, ið á einhvønn hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi okkara Bestu heilsur Oluffa og Petur Pauli Mikkelsen Vikuskifti 27. og 28. mai spæla Kandis til dans á Hotel Norð á Viðareiði og í Ítróttar- høllini á Hálsi í Havn DANSUR tíðindaskriv Tað er Gí , ið hevur tikið stig til at fáa danska dansibólkin til landið. Kandis hava í skjótt 16 ár fylt dansistøð í Danmark, og eru í 2005 útnevndir til Besta dansiorkestur í Dan- mark. Samstundis eru teir fløguaktuellir við nýggju fløguni KANDIS 11, við m.a. Grand Prix sanginum Lonnie fra Berlin. 3 av limunum í KANDIS hava spælt samn í 16 ár, meðan trummusláarin Michael Krätz hevur verið við síðan 2003. Hinir limir- nir eru Johnny Hansen, guitar og sang, Jens Erik Jensen, keyboard og Jørgen Hein Jørgensen, bass. Kandis spæla til umleið 180 dansitiltøk um árið, so sigast kann, at teir er ímill- um mest rutineraðu dansi- orkestri í ríkinum. Tiltøkini teir spæla til eru fyrst og fremst í Danmark, men teir spæla eisini nakrar útvaldar konsertir í Noreg og Svø- ríki, og nú í Føroyum. Eisini eru teir við til stórar dansi- festialar og galla dansi- kvøld, so tað eru í tús- undatal av fólki, ið dansar til KANDIS hvørt einasta ár. Á Viðareiði skipar Hotel Norð fríggjakvøldi 27. mai fyri hugnaligum borðhaldi við Felagssangi og undir- haldi. Hilmar Jan hevur undirhaldið. Eftir borðhaldið verður dansur við Kandis. Borðhaldið byrjar klokkan 19, meðan dansurin byrjar umleið kl. 23. Atgongumerki kunnu bíleggast á tlf. 217020, og tað ræður um at verða í góðari tíð, tí atgongdin er avmarkað. Í Ítróttarhøllini á Hálsi byrjar tiltakið kl. 23, og har verður nógv gjørt fyri at skapa eitt hugnaligt um- hvørvið, m.a. við at seta borð upp og við møguleika at keypa sær okkurt gott til matna. Atgongumerki til tiltakið í Ítróttarhøllini á Hálsi kunnu keypast á flestu Shellstøðum runt landið. Kandis aftur í Føroyum Seinast í hesum mánaðinum fara Kandis aftur at spæla til dans her á landi Es¬qrprkkra^dld/+Es¬qrprkkra^dhi+./+--*//+--_g∂◊^oDi^ppqls^kebp^j^qphoÛ7*Cfph^p¿m^ksf◊phbig^ag∂orj*Bkqob`lqbsf◊j^abfo^p∂plderk^kdpbmirj*Lo^kdbm^oc^fqMo¬proho+/--)--cvofes∞kk+Pboqfi_l◊7Dfpqfkdlda∞dro◊f)ho+2--)*cvofes∞kk¬armriqh^j^of ?∞okfkfcÛ^mfqp^)hfmp)pla^s^qkld¬pcvofho+42)--+?¬ibddf◊_lo◊Û0.42--bii^Ûttt+elqbiclolv^o+cl Qbi0.42-- Q e b C^ s l r o f q b O b p q ^ r o ^ k q D I > P P Q L S> K Es¬qrprkkra^dpa∞dro◊f *¬Di^ppqlsrkf