Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Renault hevur í ár vunnið fýra tær fyrstu formel 1 koyringarnar og vóru nummar 2 í tí fimtu. Koyrararnir Fer- nando Alonso og Gian- carlo Fissichella koyra bilarnar. Tað eru teir, sum standa á sigur- skammlinum. Men aft- an fyri teir stendur eitt lið. Eitt lið, sum er stýrt einum villum italiu- manni, og eitt lið, sum byggir ein bil, teknaðan av einum stillum breta TANN VILLI Niels Uni Dam Flavio Briatore er uttan iva litríkasti manegarin í formel 1. Við sínum villu fíggjaræv- intýrum og parlagið við sup- ermodellini, Naomi Camp- bell, er hann yndisbarnið hjá fjølmiðlunum. Men maðurin hevur megn- að nógv í formel 1, og hevur vunnið stóra virðing í øllum formel 1 heiminum, sjálvt um summi elska at hata italiu- mannin. Seldi klæði Í 1988 var Briatore sølustjóri fyri Benneton fyritøkuna í Amerika. Hann hevði bygt amerikanska marknaðin upp, og var serfrøðingur í sølu og marknaðarføring. Stóra italska klædnafyri- tøkan hevði í 1986 keypt Tol- emann formel 1 liðið. Liðið var umdoypt til Benneton Formula. Men úrslitini vóru sera sløk. Briatore sjálvur hevði ongan serligan áhuga í formel 1. Men tá hann saman við Luciano Benetton, sum eigur fyritøkuna, var í Adel- aide til eina formel 1 koyring í 1988. Lovaði hann, at fekk hann møguleikan, so skuldi hann gera liðið til eitt vinnar- alið. Um tað var tí, at Luciano Benetton trúði honum, ella um hann bara hugsaði, at tað neyvan kundi ganga verri, veit bara Luciano Benetton. Men Briatore varð settur í starvið. Keypti Schumacher Hann skifti alla leiðsluna út, og umskipaði liðið. Við sín- um søluevnum, fekk hann nógvar nýggjar fíggjarligar stuðlar. Við peninginum keypti hann bestu fólkini í formel 1. Var tað onkur, sum ikki livdi upp til vónirnar vórðu tey skift út. Í 1991 setti Briatore, suður- afrikanan Rory Byrne í starv sum høvuðssniðgeva, og samstundis stjól hann unga týska talentið Michael Schu- macher frá Jordan liðnum. Briatore, Byrne og Schu- macher megnaðu kappingará- rni 1994, 1995 at vinna tvey koyraraheimsmeistaraheitið og eitt liðmeistararaheitið. Koyrdur av Benetton Tá Ferrari árið eftir tryggjaði sær Michael Schumacher, og nógvir av sniðgevunum og verkfrøðingunum hjá liðnum fóru við honum, gjørdist ger- andisdagurin trupul í Bene- tton í liðnum. Úrslitini gjørd- ust alt verri, og í 1997 varð Briatore koyrdur úr starvi. Flavio Briatore stovnaði fyritøkuna Mechacrone, har hann menti gomlu Renault motorarnar og seldi teir undir nøvnunum Supertec og Play- life til Williams og Benneton. Motorurin varð ongantíð millum teir bestu. Tá Renault í 2000 keypti Benneton liðið, var Briatore settur sum leiðari. Liðið skifti navn í 2001 og varð til Rena- ult F1. Liðið gjørdi seg skjótt galdandi, í 2002 og 2003 varð liðið nummar fýra í liðmeist- araheitinum og í fjør varð lið- ið nummar trý. Longt sáttmálan Flavio Briatore er enn líka lit- ríkur. Hann dugur enn at finna ungar evnaríkar koyr- arar, hetta eru Toyota koyrarin Jarno Trulli og stóra stjørnan í løtuni Fernando Alonso fersk dømi um. Við Renault og nógvum peningi aftan fyri seg, kann hugsast, at Flavio Briatore kann tryggja sær nøkur meistaraheiti afturat. Tað heldur Renault í øllum førum. Í vikuni longdi liðið sáttmálan við Briatore við enn einum ári. Tann stilli Ein av orsøkunum til, at Ren- ault formel 1 liðið hevur ver- ið so sannførandi í ár, er snið- ið á bilinum. Høvuðssniðgev- in er bretið og eitur Tim Den- sham. Hann er í ferð við at megna nakað tað sama, sum Chelsea hava megnað í ensk- um fótbólti. Teir formel 1 bilarnir, sum seinastu fjúrtan árini hava vunnið meistaraheitið, eru sniðgivnir av tveimum monn- um. Bretanum Adrian Newey, sum hevur sniðgivið bilar fyri Williams og McLaren, og Suðurafrikanaranum Rory Byrne, sum hevur sniðgivið bilar fyri Benetton og Ferrari. Tim Densham hevur nú blanda seg í toppstríðið. Virkar handan leiktjøldini Tim Densham er kendur fyri at vera ein friðarligur maður, sum ikki ger so nógv hóva- sták burtur úr sær sjálvum. Honum dámar best at virka handan leiktjøldini, og hann vil helst ikki vera ov sjón- ligur. Densham er útbúgvin verkfrøðingur á Lancaster Polytechnic. Fyrstu fýra árini, aftan á hann var liðugur at lesa, arbeiddi Densham hjá Rolls Royce. Í 1975 sá hann eina starvslýsing frá Lotus í einum blað. Lotus var tá fremsta formel 1 liðið. Hann fekk starvið og arbeiddi, sum sniðgevi undir leiðslu av kenda formel 1 sniðgevanum Colin Chapman. Arbeiddi við Senna Densham byrjaði stutt eftir eisini at virka, sum koyrings- verkfrøðingur. Gjøgnum árini hevur han arbeitt sum koyr- ingsverkfrøðingurin hjá Elio de Angelis, Johnny Dumfries, Satoru Nakajima, Ayrton Senna, Nelson Piquet, Stef- ano Modena, Mark Blundell, Andrea de Cesaris, Ukyo Katayama og Jos Verstappen. Hann hevur tó altíð eisini starvast sum sniðgevi. Teknaði ein bil sum ikki varð bygdur Eftir at hava starvast hjá Lot- us eina tíð, gjørdist Densham varaleiðari á sniðgevingar deildini. Hetta var í tíðum har Lotus ikki longur var eitt av fremstu liðunum í Formel 1. Fyri at royna nýggjar avbjóð- ingar, fór Densham til Brab- ham liðið í 1990, longu árið eftir gjørdist hann høvuðs- sniðgevi hjá liðnum. Hann ar- beiddi við at tekna bilin hjá liðnum til kappingarárið 1992. Men áðrenn bilurin varð bygdur var liðið fari á húsagang. Densham sat ikki hendur í favn, Tyrrel vóru greiðir yvir royndirnar og evnini hjá hon- um, og settu hann í starv sum sniðgeva og koyringsverk- frøðing. Ì 1995 gavst Tim Densham, sum koyringsverk- frøðingurin. Nógva ferðingin, sum starvið innibar, við at ferðast til allar koyringar, var vorðin ov troyttandi. Stutt eft- ir gavst hann hjá Tyrrel. Loyniligan Honda Í 1998 fór Honda undir eina sera loyniliga formel 1 ætlan. Undir leiðslu av Harvey Post- lethwaite arbeiddu Tim Den- sham og aðrir við at sniðgeva ein Honda formel 1 bil. Tá Postlethwaite bráðliga doyði árið eftir, varð verkætlanin slept, og Honda skrivaði í staðin sáttmála við British American Racing. Hetta var aðru ferð at Densham ar- beiddi við at sniðgeva ein bil, sum ongantíð varð tikin í nýtslu. Benetton liðið vóru skjótir at tryggja sær Densham sum høvuðssniðgeva. Hetta varð triðju ferð, hann hevði leiðsl- una í sniðgevingini, og hesu- ferð gjørdist bilurin veruleiki. Benetton-Playlife B200, varð ongantíð nakar serliga sann- førandi bilur. Men hetta komst eisini av, teimum sera avmarkaðu Playlife motoru- num. Talan var um ein gaml- an Renault motor, sum varð umdoyptur og víðari mentur av Mecachrome fyritøkuni undir leiðslu av Flavio Bria- tore. Tá Benetton gjørdist Ren- ault í 2001, arbeiddi Dens- ham saman við Mike Gascoy- ne sum sniðgevi av nýggju Renault bilunum. Tá Gas- coyne fór til Toyota í 2003, gjørdist Densham aftur høv- uðssniðgevið. Drúgvu roynd- irnar hava givið okkum Ren- ault F1 R25. Bilin, sum hevur sett alt og øll uppá pláss í ár. Spurningurin er so um Ren- ault megna, at halda fast í leiðsluni, ella um Ferrari bil- arnir hjá Byrne, ella sum sunnudagin McLaren bilar- nir, sum Newey enn hevur eitt sindur at gera við, fara at tryggja status quo. Keldur: www.grandprix.com www.renaultf1.com www.forix.com Menninir handan sigursferðina hjá Renault Tann villi: Flavio Briatore og Naomi Campbell Tann stilli: Tim Densham