leygardagur 14. mai 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 12. mai 2005
29
long. Hon varð send á Nykøbing
Falster ungdómsskúlan.
- Har var gott at koma og vera.
Har vóru eingir múrar, og har
vóru fleiri møguleikar. Eg
arbeiddi í kafeteria og í køkin-
um, og vit høvdu skúlatímar í
eitt nú træsmíði. Seinni arbeiddi
eg eisini í fruktplantagu, og tað
bar mær til at vitja fólk, uttan at
nøkur vakt skuldi fylgjast við
mær.
Tá ið tíðin á eftirskúlanum var
liðug, fór Kristianna at arbeiða í
einum vaskaríi, og so var tað, at
møguleikin fyri at flyta aftur til
Føroyar og tað, sum hon kendi
sum sítt og hevði kært, gjørdist
veruleiki. Hetta var í 1973.
- Mær dámdi væl at flyta heim
til Føroya og til Havnar. Fyrstu
tíðina vóru vit fleiri, sum
arbeiddu á verkstaðnum í Losj-
uni við Tinghúsvegin. Men so
var tað, at eg fekk arbeiði í
Drotning Ingriðar barnagarði, og
har havi eg verið síðani.
Kristianna sigur, at henni
hevur dámt ógvuliga væl at
arbeitt í barnagarðinum.
– Eg eri sera góð við arbeiðs-
plássið og tey fólkini, sum hava
arbeitt har, og sum arbeiða har.
Eg havi eisini kent meg væl
móttikna, og starvsfelagarnir eru
góðir við meg. Og eg havi altíð
havt stóran tokka til børnini, og
tey hava verið góð við meg. Nú
eru tað millum annað børn hjá
teimum, sum vóru børn í
barnagarðinum fyrstu árini, tá ið
eg var har, sum eiga børn í
barnagarðinum, sigur Kristianna.
Kristianna er liðug at greiða
frá. Tað er heilt friðarligt í
salinum. Hon var send úr heim-
bygdini Sumba, tá ið hon var
ellivu ára gomul. Sum so mong
onnur varð hon send av landin-
um og á Rødbygaard. Hon kendi
seg innibyrgda, men tá ið um-
støðurnar í Føroyum fyrst í sjeyti
árunum broyttust, kom hon aftur
til Føroya í 1973. Tá var hon gott
og væl tjúgu ára gomul. Hóast
brek so fekk hon møguleika at
liva sum onnur og at hava vanligt
arbeiði. Nú hevur hon keypt sær
hús, og hon roynir at hjálpa
øðrum, sum hava brek og fyri
neyðini at verða stuðlað og
hjálpt.
- Sum eg segði, so kenni eg
ikki beiskleika. Eg havi góðtikið,
at umstøðurnar vóru so nógv
øðrvísi, tá ið eg var barn og ung.
Í dag gleðist eg um, at tey, sum
vóru við mær á hesi leguni, tá ið
tey vóru smá, framvegis eru her,
nú tey eru vorðin hálvvaksin og
vaksin. Nú hjálpa tey til, og tað
dámar mær væl, sigur Kristianna
Kjærbo.
l 30 ár á sama arbeiðsplássi
Malena Arnoldsdóttir á vatninum
Katrin Johansen við soninum, Bjartur
Jimmy, sum vit
eisini kenna úr
Ælaboganum,
hevur her sett
seg við klaverið
og mikrofonina á
Zarepta