Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Peugeot 1007, ið kemur í juni, verður ein spennandi bilur við nógvari nýhugsan og praktiskum loysnum. Talan er um eina av mest kollveltandi nýggjheitum innan smáar býbilar í mong ár BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Peugeot 1007 varð fyrstu ferð sýndur fram á Paris Motor Show í 2002 sum ein kon- septbilur. Áhugin fyri bili- num var so stórur, at avgerð varð tikin um at framleiða hann, og nú kemur hann so á marknaðin í juni. Eitt tað mest sermerkta við Peugeot 1007 eru tær stóru elektrisku dragihurðarnar, sum eisini eru við til at geva bilinum sera framkomna og smarta útstráling. Síðuhurðarnar glíða aftur og fram á skinnarum og eru sera væl egnaðar til parkering har tað er trongt. Onki við at ansa eftir at hurðin ikki kem- ur ímóti bilinum við síðuna av. Hetta ger, at tað er lætt at seta bilin frá sær í býnum. Hurðarnar verða lætnar upp og aftur við at trýsta á knøttar á fjarstýringini í bil- lyklinum, á instrumentborði- num ella á hurðahandtøku- num. Av trygdarorsøkum kunnu hurðarnar ikki aktiver- ast, um bilurin rullar við meira ferð enn 5 km/t. Peugeot 1007 er ein typisk- ur býbilur, og hugskotið er m. a. at nýta bilin til innkeyp. Um t.d. bileigarin kemur leiðandi við børnum og hevur beriposar í hondini, er bert at trýsta á fjarstýringina í bil- lyklinum, og hurðin fer upp uttan at rætta hond frá síðu. Hurðarnar eru so stórar, at tað er eingin trupulleiki at koma inn og út hjá teimum ferðandi á baksetrinum. City, Dolce og Sport Kabinan er stór og rúmlig. Bilurin er 161 cm høgur, og tað sæst væl aftur í kabinuni, sum virkar stór í mun til støddina á bilinum. Kabinan er bygd upp í modulum og er merkt av at vera liðilig við nógvari nýhugsan og prakt- iskum loysnum. Eitt nú kunnu baksetrini, ið eru í tveimum, flytast 23 cm aftur og fram. Peugeot 1007 kemur í trim- um útgávum hvat útgerð við- víkur: City, Dolce og Sport. Tríggir motorar vera at velja ímillum, tveir bensin og ein diesel. Bensinmotorarnir vera ávikavist 1,4 litur við 75 hk, og 1,6 litur við 110 hk. Dieselmotorurin verður ein 1,4 litur HDi commonrail tur- bodiesel við 70 hk. Bilurin hevur allar trygdar- skipanir og t.d. sjey airbag, alarm til trygdarbeltini og Is- ofix-besløg til barnastólar. Hetta er fyrstu ferð at knæ- airbag eru í einum so lítlum bili. Hjá P/F Meinhardt Arge vænta teir bilin í juni. Peugeot 1007 við fjarstýrdum síðuhurðum Kabinan er stór og rúmlig. Bilurin er 161 cm høgur, og tað sæst væl aftur í kabinuni, sum virkar stór í mun til støddina á bilinum Hurðarnar eru so stórar, at tað er eingin trupulleiki at koma inn og út hjá teimum ferðandi á baksetrinum. Peugeot 1007 er ein av mest kollveltandi nýggheitum innan smáar býbilar í mong ár Eitt tað mest sermerkta við Peugeot 1007 eru tær stóru elektrisku dragihurðarnar Peugeot 1007 1,4 HDi Motorurin 1,4 litur 4 syl. HDi 70 hk turbodiesel v. commonrail 0-100 km/t 16,7 sek Oljunýtsla 22,7 km/l Dekkstødd 175/65-14 Stødd og vekt Longd 373,0 cm Breidd 166,0 cm Hædd 161,0 cm Eginvekt 1.145 kg Viðførisrúm 246-416 litrar Søluumboð P/F Meinhardt Arge v. Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.bilarge.fo