Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 90 - 12. mai 2005 ELDRATILTAK Dagny Joensen Myndir: J.K.Vang Vit hoyra tað dag og dagliga: Tey gomlu hava vánaligar sømdir í nútíðarsamfelagnum. Langir bíðilistar eru fyri eldri og óhjálp- in, sum noyðast at sita einsamøll heima. Tað er eisini veruleikin. Alt ov fáir møguleikar eru hjá teimum eldru at velja, hvørt tey kunnu búgva heima, ella sleppa inn á ellis- og røktarheim í Tórshavnar Kommunu. Fyri at bøta um hesar trupul- leikar hava stovnarnir seinastu árini bjóðað fólki dagtilhald, har avlamis- og fólkapensionistar hittast til hugnaliga samveru um eitthvørt ítriv og venjingar, sum ger gerandisdagin fjølbroyttari og meira áhugaverdan. Byrja við døgurðaborði Tað er ikki keðiligt at vitja á Dagstovninum á Lágargarði. Brúkarnir, sum eru frá 67 til 94 ára gomul, koma í taxabilum, nakrir frá morgunstundini og aðrir stutt fyri døgurðatíð. Stundir eru at heilsa uppá og práta um hvat skal gerast henda dagin, áðrenn farið verður í mátarhøllina at fáa sær døgurða. Tá døgurðin er av, eru stundir at fáa ein lítlan hvíldarsteðg, áðrenn farið verður til dagsins uppgávur. Brúkarnir savnast í hugnaliga umhvørvinum, har dagstovnurin heldur til. Lonin er í trimum rúmligum hølum. Har er vevstova, ítrivrúm, og ein hugnalig stova, sum júst tá vit vitjaðu, varð borðreitt við millummála - kaffi og køkum. Hvør dagur hevur sína skrá. Tað er eitt nú kórsangur, fim- leikur, upplestur, ymisk ítriv, kortspæl og evnisdagar, bók- mentir og guðstænastur, bert fyri at nevna nøkur dømi. Eina ferð um mánaðin er hugnaløta. Tá er tónleikur, sang- ur og upplestur á skránni. Onk- untíð koma tónleikabólkar at framføra og í temabólkinum verður okkurt evni tikið upp. Tað kann t.d. verða, at fólk kemur at halda fyrilestur um bókmentir, eitt nú bygdasøgu og tílíkt, sum hevur áhuga millum tey eldru. Uppvartað frá morgunstundini Tað er ymiskt, hvussu ofta um vikuna brúkararnir eru á dags- tovninum. Nøkur koma fleiri ferðir um vikuna, onnur í ein ella tveir dagar o.s.fr. Fyri brúkararnir er galdandi, at nógv búgva einsamøll ella heima hjá børnum og øðrum avvarð- andi, sum er til arbeiðis. Tí er tað ein góð loysn, at tey eldru koma út at hitta onnur og taka lut í felags tiltøkum í dagtímunum. Felags fyri brúkararnir á Dagstovninum er, at tey upp- runaliga koma úr hvør sínum heraldsodni í landinum. Flestu kvinnurnar – tær eru í stórum meirluta á stovninum – fóru sum ungar til Havnar at tæna ella til annað arbeiði og her hitti mannin og stovnaðu familju. Umframt tað eru nógv eldri flutt til Havnar, av tí at børnini, sum hava tikið gomlu mammuna ella pápan til sín, búgva í høv- uðstaðarøkinum. Við kaffiborðið henda dagin vóru fólk prátingarsom og tosaðu um alt tað, sum varð gjørt fyri tey og hvat brúkararnir, hvør í sínum lagi hildu um tiltakið. - Tá eg fekk møguleikan at koma higar, helt eg, at eg skuldi royna. Tað eri eg fegin um. Um hvat vit gera? Nú hava vit hoyrt um trøll og huldufólk í eina heila viku, sigur ein eldri kona brosandi, men skundar sær at leggja aftrat: Her er annars nógv áhugavert at gera og hoyra. Vit veva, mála, gera fimleik, syngja og spæla kort. Jú, her er stuttligt at vera. Tá spurt verður, hvønn týdning tað hevur hava møguleikan at fara á dagstovnin, sigur onnur: - Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, sum sita einsamøll heima. Her verða vit væl mót- tikin og verða uppvartað frá morgunstundini og til vit fara heimaftur, og øll eru so blíð. Hjá aðrari konu hevur Dagstovnurin serligan týdning. Maður hennara, sum heilsan er farin at bila hjá, býr á Lágar- garði. Hon kann tí fara at vitja mannin hvønn dag, samstundis sum hon tekur lut í tí, sum fer fram á Dagstovninum. Kortspæl og upplestur Týsdagur er og kortspæl og upplestur er á skránni aftaná kaffisteðgin. Hvør fer til sítt, nøkur setast við kortborðið í stovuni, meðan onnur savnast um borðið í ítrivrúminum, har upplestur skal vera. Eitt av starvsfólkunum, sum hevur til uppgávu at lesa upp, sigur frá, at tey vanliga lesa eitt petti og síðani tosa um inni- haldið. - Serliga áhugavert er at lesa bygdasøgur og tílíkt, sum tey eldru kenna seg aftur í. Tá koma nógvar frásagnir og søgur, sum tey eldru minnast aftur á, og sum hevur stóran áhuga, bæði hjá okkum og brúkararunum, sigur hon. Tey sita tolin og bíða eftir at tulkurin skal koma. Ein brúkari er deyvur, og tá t.d. upplestur er ella bløðini verða lisin, kemur tulkurin inn í myndina, so øll kunnu vera við. Annan hvønn hósdag er guðstænasta, og tá er tuklurin sjálvandi eisini hjástaddur. Hurðin verður dringin fyri millum ítrivrúmið og stovuna, tá upplesturin byrjar. Løtu seinni Hugnalig samvera skapar lívsvirði – Tað var fyri neyðini at tú kom í dag, so eru vit fullmannað til kortspælið, sigur ein eldri kona við aðra, tá tær hittast í túninum á Lágargarði. Tey eru hugagóð og fegin tá tey hittast í Dagstovninum, har tey taka lut í andaligum og handaligum Tá hvíldarsteðgurin er av, verður borðreitt við einum drekkamunni. Vinstrumegin síggjast: Hannefía Næs, Jóhanna Joense Í dag hava Petur Zachariassen, Alice Joensen og Hanna Nielsen valt at spæla kort Anna Simonsen og Hennina Petersen skoða borðprýði,sum tey á stovninum hava gjørt