Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 90 - 12. mai 2005 ??????? Frits Johannesen Listin er eins djúp og viðkvom, sum himnarúmdin er tað. Tað er ilt at síggja botn í hesum blá- dýpi, sum til allar tíðir fer at vera duldarfult, egið í sínum skapi og sínari sál. Tá ið mørk í listini hava flutt seg - nýggjar “ismur” eru sæð dagsins ljós, eru tað smá tekin, sum í penslastrokum og skapum hava boðað frá, at nú fer okkurt at henda. Tá ið so hendingin verður borin til dópin, eru tað fólk sum bæði undrast og ilskast inn á nýggju leiðina, sum kemur undan kavi. Ókvæmisorð hoyrast um lítilsverda málingamátan t. d. varð sagt, tá ið impressionisman kom fram, at málningarnir vóru impressionistiskir í niðursetandi merking. Impressionisma var eitt ókvæmisorð, men bleiv til ein gyltan stíl í málningalistini, sum í dag er eins natúrligur sum starabúnin á vári. Okkara list hevur sín uppruna í assýriskari og egyptiskari list, sum hevur ávirkað grikska list, og griksk list hevur givið róm- verskari list íblástur og síðani hevur evropeisk list sínar røtur í rómverskari list. Hetta er ein einkult skitsa, men ikki er hetta langt av leið. Fyrstu eyðkennini um dýpdina í myndlistini Myndatilfarið í gamlari egypt- iskari og assyriskari list hevur tvær dimensiónir. Tað er sjald- samt at síggja og líta at. Tey, sum hava staðið framman fyri t. d. slíkum myndum frá hesari tíð, undrast yvir handverkið og listaligu streymarnar, ið ganga aftur í hesum linjum og skapum, men sjaldsamt er tað, at tann triðja dimensiónin ikki er við. Í list verður hetta mát kallað fyri tað stutta skapið, og tað kemur ikki inn í listina fyri enn stutt fyri 500 ár fyri Kr. f. og er at sjá t. d. á tveimum grikskum vasum. Her verður annar teirra eitt sindur umrøddur. Vasin er frá uml. 500 fyri Kr. f. og er til skjals í Antiquarium í München. Listamaðurin ber heitið Euthy- mides. Ein ungur hermaður skal í kríggj og letur seg í brynjuklæði. Foreldrini standa við síðuna av honum og geva honum góð ráð og eru teknað (málað) í gamlari siðvenju, men tað, sum ger myndina áhugaverda, er vinstri fótur á hermanninum, sum vendir út úr myndini. Høgri fótur er í tí gomlu siðvenjingini, meðan vinstri fótur er teknaður “trí- dimensionellur”. Ikki hevur tað verið lætt hjá listamanninum at sett høvdið á kroppin á her- manninum, og er tað eins órytm- iskt sum foreldrini. Hyggja vit at skjøldrinum, so sæst hann frá síðuni av, og er hetta eisini eitt brot við ta siðvenjuna, sum var undan hesa tíðarfesting Øll tey túsundir av egyptiskum og assýriskum verkum, sum eru til skjals fyri hesa tíð, bera ikki brá av hesum skapi (formi). Henda uppfatan ella uppdaging í listini er millum størstu hendingar, sum eru farnar fram í myndlistini. Hetta er eitt lítið fet í máln- ingalistini, tá ið triðja dimen- siónin er komin inn í myndina, men ein stór hending, tí nú er uppfatanin av myndlistini ein heilt onnur. Grikkar tóku ikki og tveittu alt á bláman, men vóru trúgvir ímóti sjálvum skapun- um, sum listafólk høvdu ment ígjøgnum øldir. Teir royndu at halda fast um neyvu linjurnar í sniðgevingunum og halda fast um vitanina, teir høvdu um t. d. mannakroppin; men brotið var komið og hildu grikkar, at ikki allur mannakroppurin var so mikið halgaður, at teir ikki kundu nerta við hann og lata hann í øðrvísi snið og skap. Í listasøguni síggja vit, tá ið mørk verða flutt, so eru stórar broytingar við at henda í sjálvum samfelagnum. Soleiðis var eisini hesa ferð í Grikkalandi. Vísind- ini, heimspekin og fólkaræðið sóu dagsins ljós. Vit fara ikki inn á hesi viðurskifti í hesi grein, men vísa bara á hetta fyribrigdið og leggja afturat, at griksk list hevði sínar bestu dagar um hetta mundið. Hendingin við tí stutta skapin- um kundi hugsast fór at vaksa í myndlistini beinanvegin til vit alt í einum høvdu tað fullkomnu fatanina av dýpdarkenslunum , men so var ikki. Tað gingu meira enn 1000 ár afturat, til perspektivið búnaðist í myndini, eins og vit kenna tað í dag. Pompeji Lat meg eisini nerta eitt sindur við myndatilfarið úr Pompeji, sum er sera áhugavert. Frá søguni vita vit, at ríkmenn úr Rom komu til Pompeji t.d. um summarið. Hetta var, sum at fara út á bygd. Ríka fólkið fór út at rinda møðina frá tí stravna degnum í Rom. Tey dusaðu sær í súlnagongum, har veggjaprýði vóru á næstan øllum húsavegg- um og súlum bæði innan - og uttanfyri. Hetta vóru myndir í romantiskum sniði: Landssløg við trøum, smáttum, ríkmanna- íbúðum, hirðar, neyt og seyður á biti . Hugnaligar landslagmyndir, sum mong fólk enn tann dag ynda at síggja, men tað løgna við Tá ið dýpdin (perspekt