Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Nýggi Citroën C4 er ein spennandi bilur við nógvari nýhugsan, sum t. d. innbygdum lukt- spreiðara, og rattnavið flytur seg ikki, tá bilfør- arin snarar rattinum BILAR MagnusGunnarsson maggi@sosialurin Citroën C4 fæst bæði við fimm hurðum og sum coupé við trimum hurðum. Sum nakað heilt nýtt er ein luktspreiðari við fleiri ymisk- um luktum innbygdur í ven- tilatiónsskipanina. Reguler- ingin av luktinum er trinleys og kann eisini koyrast heilt fyri. Rattið er heilt annarleiðis, enn vit eru von við. Sjálv miðjan í rattinum (rattnavið), við Citroën búmerkinum, flytur seg ikki, men bert ratt- kransurin flytur seg, tá bilfør- arin snarar rattinum. C4 er lættur at koyra, og allar funkt- iónir á instrumentborðinum sita ergonomiskt rætt. Servo- stýringin er elektrohydraulisk og tillagar seg ferðina. Øll instrumentini uttan snúningsteljarin eru í miðjuni á instrumentborðinum, og ljósið í instrumentunum til- lagar seg ljósviðurskiftunum – um tað t.d. er myrkt, sterk sól o.s.fr. C4 fæst við fimm ymiskum bensinmotorum og trimum dieselmotorum. Bensinmot- orarnir eru hesir: 1,4 litur við 90 hk, 1,6 litur við 110 hk, 2,0 við 138 hk, 2,0 við 143 hk, og 2,0 litur við 180 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,6 lit- ur HDi við 92 hk, 1,6 litur HDi við 110 hk, og 2,0 litur HDi við 138 hk. Bilurin fekk toppkarakter í EuroNCAP krasjtestunum, eisini fyri at vera »fótgangar- avinarligur«, um hann t.d. skuldi koyrt á ein fótgangara. Bíligasti Citroën C4 1,4 Advance bensin við 90 hk kostar kr. 195.000, og prís- irnir á dieselútgávunum byrja við kr. 212.000,- fyri ein 1,6 litur HDI við 92 hk. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin. Nýggi Citroën C4 er ein spennandi bilur við nógvari nýhugsan Mynd: Jens Kristian Vang Citroën C4: Koyrir væl og luktar væl Luktspreiðari við fleiri ymiskum luktum er innbygdur í ventilatiónsskipanina Mynd: Jens Kristian Vang