leygardagur 14. mai 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 12. mai 2005
31
kemur órógv í kortspælið, av tí
at ein brúkari drálar ov leingi at
geva út, so at hini ótolnast.
Skundisliga fer eitt starvsfólk
til hjálpar. Tað fær kortspælið á
glið aftur.
Skriva lívssøgu
Serliga væl umtókt er sangurin.
Fyri at gera tað áhugavert eisini
fyri búfólkini á stovninum, fara
tey á Dagstovninum á tær ymsu
deildirnar at syngja fyri teimum.
Starvsfólkini greiða frá øðrum
tiltaki, har tey skriva lívssøgur
saman við brúkararnum á
Dagstovninum.
- Saman við okkum siga tey
eldru frá barndóminum, andaliga
lívi teirra, um makar og børn og
tílíkt, sum tilsamans er teirra
lívssøga.
- Hetta er ein skipan, sum
serliga er ætlað minnisveikum,
men sum eisini hóskar væl til tey
eldru. Tað kann verða hent hjá
okkum og teimum, um tey seinni
skulu flyta heimanífrá.
Starvsfólkini hava nógvar
søgur at siga, eitt nú um tvær
vinkonur frá barnaárunum í
Nólsoy, sum hittust aftur á
Dagstovninum. Tær kunnu sita
og práta í tímavís, og njóta
útsýnið úr Dagstovninum yvir á
kendar gøtur og tosa um støð og
hendingar í barnaárunum í
heimbygdini.
- Vit búðu í hvør sínum enda á
bygdini. Hvønn morgun fóru vit
út at spæla og høvdu tað sera
stuttligt, sigur onnur. Hin giftist
og flutti út á bygd, men vinkon-
urnar varðveittu sambandið
gjøgnum árini. Stór var gleðin tá
tær báðar hittust á Dagstovninum
Endamálið við Dagstovninum
er at stuðla tey eldru soleiðis, at
tey sum longst kunnu varðveita
sín førleika sálarliga og sosialt.
Mest umráðandi er tann sosiala
samveran, men á stovninum
verður eisini hildið eyga við,
hvussu tey eldru eru fyri. Hugt
verður eftir, um tey t.d. fáa
heilivág, eitt nú fyri sukursjúku
og blóðtrýst, at tað er rætta
mongdin, ella um brillurnar hava
rætta styrki, hoyritólini eru í lagi
o.s.fr..
Leiðslan á Dagstovninum,
økisleiðarin hjá Heimarøktini,
leiðarin á Umlættingarheiminum
og umboð fyri Vitjunartænastan í
Tórshavnar Kommunu, hava
fund hvønn mánað, har tosað
verður um støðuna hjá, bíðilistan
til Dagstovnin og døgurðamatin
til heimabúgvandi pensionistar.
Týðandi sosialt tilboð
- Vit skulu syrgja fyri at
døgurðamaturin, sum verður
koyrdur út til fólk í býnum,
verður settur í køliskápið. Tað er
ikki nóg mikið bert at seta
døgurðan á trappuna ella inn í
forstovuna.
- Í sjálvum sær er tað eisini ein
trygd, at eitt fólk kemur á gátt
hvønn dag, eisini fyri at vita, um
alt er í lagi heima. Harnæst hava
vit ein kontaktpersón, sum vit
venda okkum til, um ikki alt er
sum tað skal vera, sigur Marjun
Smith, leiðari á Lágargarði.
- Skipanin við dagstovninum
hevur primert fyribyrgjandi
endamál at stimbra tey eldru, so
tey kunnu verða heima sum
longst. Tað hevur í stóran mun
verið við til at útseta tørvin á
stovnsplássum.
- Dagstovnurin er eitt týðandi
sosialt tilboð, saman við øðrum
møguleikum hjá teimum eldru at
taka lut í handa- og andaligum
tiltøkum. Hitt tilboðið, at veita
heimabúgvandi føðslugóðan
døgurðamat, hevur eisini stóran
týdning fyri tann einstaka.
Serliga av tí at eldri fólk sum
búgva einsamøll heima, ofta ikki
hava hug ella møguleikar at gera
fjølbroyttan mat.
- Tey eldru siga tað sjálvi. Tað
ger mun at fáa góðan kost. Nógv
eldri fólk siga eisini, at heilsan er
batnað, síðani tey komu við í
døgurðaskipanina, sigur Marjun
Smith.
Eftirspurningurin er stórur at
sleppa á Dagstovnin á Lágar-
garði. Fyri at geva so nógvum
sum gjørligt henda møguleika,
verður tilboðið til tann einstaka
sett eftir, hvønn tørv tey hava.
Seks starvsfólk arbeiða heila
og hálva tíð á Dagstovninum.
Eldratiltøk í Tórshavnar Kommunu
Røktar- og umlættingarheimið Lágargarður er sjálvsognarstovnur,
fíggjaður av landinum og hevur pláss fyri 48 búfólkum.
Umframt tað bjóðar stovnurin heimabúgvandi avlamis- og fólka-
pensionistum dagtilhald, har brúkarar kunnu vera í dagtímunum frá
mánadegi til fríggjadag. Endamálið við Dagstovninum, ið hesin partur av
virkseminum kallast, er at lætta um hjá teimum eldru, sum búgva heima.
Eitt nú við at varðveita og stuðla førleikan hjá einstaklinginum bæði
sálarliga og sosialt.
Umframt dagstovnin bjóðar starvsfólkið á stovninum venjingar-tilboð
við ergo- og fysioterapi.
Ergoterapeutar og fysioterapeutar veita einstaklingum og bólkum
venjing. Hesar venjingar eru fyribyrgjandi- og víðlíkahaldsvenjingar, sum
bøta um, fyri at brúkarin, bæði úti og heima, sum longst kann verða
sjálvhjálpin í gerandisdegnum.
Ergoterapeutarnir kunnu bjóða venjing á staðnum og í heiminum,
meðan fysioterapeutarnir bert arbeiða á Lágargarði. Bæði ergo- og
fysioterapeutarnir kunnu eisisini veita vegleiðing og meta um tørv á
hjálpartólum og tillagingum heima hjá brúkararunum
Á Dagstovninum er pláss fyri 61 fólkum, sum eru heimabúgvandi,
umframt 42 búfólkum á stovninum. Treytin fyri at sleppa á Dagstovnin
er, at brúkarin er sjálvhjálpin og førur fyri at luttaka í teimum tilboðum,
sum dagstovnurin hevur at bjóða.
Brúkarin á Dagstovninum verða koyrd aftur og fram og kunnu keypa
sær døgurða og ein drekkamunn, fyri eina sámuliga upphædd.
Annað tilboð á Lágargarði er, at heimabúgvandi pensionistar kunnu
bíleggja sær døgurðamat, sum verður koyrdur til dyrnar. Umleið 150 fólk
í Tórshavnar Kommunu brúka henda møgulleika.
Tórshavnar Kommuna rindar 450.000 krónur í stuðli til døgurða-
skipanina.
Eins og bíðilisti er at sleppa á røktar- og umlættingarheimið Lágargarð,
er eisini bíðilisti at sleppa á Dagstovnin og til venjingar hjá fysio- og
ergoterapeutunum.
Onnur eldratiltøk í Tórshavnar Kommunu:
Dagtilhald fyri minnisveik í Tjarnargarði og á stovninum hjá Alzheimer-
felagnum.
Tilhaldið í Tórsgøtu, har 200 – 300 um vikuna pensionistar hittast.
Heimavitjunartænastan fer út til allar heimabúgvandi pensionistar yvir
75 ár, sum ikki fáa heimahjálp, greiðir m. a. frá ymsu tiltøkunum í
kommununi.
Upplýsing um eldratiltøkini eru tøk á heimasíðuni hjá Tórshavnar
Kommunu
Fíggjarætlanin fyri Dagstovnin á Lágargarði í ár er 1,582,00 krónur.
en, Hansa Bærentsen og Linda Nolsøe
Eitt serligt rúm er fyri teimum, sum hava tørv at fáa ein hvíld aftaná døgurða. Her er tað Sólrun Højsted, ítrivs-
vegleiðari, sum ballar tær báðar Honnu Bærentsen og Sonnu Poulsen
Hilmar Heinesen er elsti brúkarin á Dagstovninum, og honum dámar
serliga væl at veva