leygardagur 14. mai 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 90 - 12. mai 2005
tórbjørn jacobsen
Kammerátar. Kenda tiltalusniðið
hjá øllum heimsins kommunist-
um rungaði millum húsaveggir-
nar á Vaglinum fyri tríati árum
síðani. Ungur framamaður
royndi í svart/hvíta heiminum at
tosa fyri heimsfatanini hjá polit-
býronum í Kreml. Nú situr hann
á ovastu rók í sosialdemokratisk-
um flokki, ið letur sær lynda, at
Pinochet-fjepparin Óli Breck-
mann er sjefdomptørur í hini
mest konservativu og asosialu
heimastýrisstjórn nakrantíð.
Kanska hevði ein marxistiskur
ástøðingur rætt, táið hann tvíhelt
um, at sosialdemokratisku
flokkarnir ikki kundu brúkast í
kollveltingarliga stríðnum hjá
teimum fæleysu, men heldur eru
valmaskinur, skaptar til parla-
mentsval og hitt parlamentariska
stríðið. Og haðani er stutt út á
rekamið, íður og vaggandi gjálv.
Tað ræður bara um at fløkja seg
upp í onkra valdskabalu. Politiski
substansurin er óviðkomandi.
Bæði táið ræður um loysing ella
samband – vinstra ella høgra.
Galliónsfigurar, sum svíkja
arbeiðarafjøldina og pantseta
føroyska frælsið í donskum
varmapútum. Politiskt korrum-
peraðir korridor- covboyarar, ið
dyrka sítt egna vald meira enn
nationalu áhugamálini og lívs-
lunnindini hjá fólkinum, sum
valdi teir.
Føroyskir høvundar kunna
hava sínar makabru løtur. Ein
skrivaði einaferð eina stuttsøgu
um føroyskan ríkmann, ið lá
álvarsliga sjúkur á Ríkishospital-
inum. Tað einu náttina vaknar
hann táið hurðin spakuliga fer
upp, og í hurðagapinum stendur
deyðin. – Eg eigi 10% av parta-
peninginum í Sjóvinnubankan-
um, sigur ræðslusligni ríkmað-
urin. Men upplýsingurin sá ikki
út til at imponera deyðan. – Eg
eigi tveir trolarar, royndi ríkmað-
urin meira spakførur, men sama
skilið. Deyðin nærkast seingini.
Síðani græt hin sjúki, at hann var
limur í kirkjuráðnum, átti ein
stóran handil, konu og fýra børn.
Men sama skilið. Deyðin var nú
komin heilt yvir til seingina og
eggin á líggjanum blunkaði. Tá
spældi hin ríki út sín seinasta
trumf. – Eg eri limur í Havnar
Klubba. Og tað virkaði. Tá
bakkaði deyðin. Fekk hesa fittu
heilsanina í brævi, frá føroyskum
skaldi, sum sat og trónaði suðuri
á Balkan, í Makedoniu, og hevði
frætt um dramaðið, táið kapital-
istiska elitan, í djúpu Chester-
field lenustólunum, sat á sínum
Parnassos, og savnaði allar tær
svørtu kúlurnar saman – fráboð-
anin um frávalið av einum ov
kontroversiellum útgerðarmanni
av Glyvrum. Av óvart var eg
komin í uppskot og upp at hanga
á bróstinum í hesi bráðpannu av
snobbi og fíggjarligum glarfiti.
Ikki løgið, at maðurin í slógv-
num úti á Bacalao helt meg vera
potentiellan kandidat - til at bera
fram míni sjónarmið á sjálvum
arbeiðaradegnum. Soleiðis flytast
mørkini. Tíðirnar skifta. Pelar
verða royttir upp úr svørðinum
og stikini flutt. Hetta er lívið.
“Vi har sejret ad helvede til”,
hesa bombastisku fráboðan
varpaði danski LO-bossurin,
Thomas Nielsen, sáli, út um allar
geilar, við høgari sigarføring,
hábæri og einum íbornum
jovialiteti, sum segði spar tvey til
alt annað. Hann var sannførdur
um, at sosialdemokratiski fak-
felagspolitikkurin hevði vunnið
ein nærum totalan sigur. Lítið og
onki var at berjast fyri longur á
arbeiðsmarknaðinum. Onkur
snøkil kanska, men høvuðsmál-
ini vóru skorað ígjøgnum og
arbeiðarin hevði vunnið sær so
sjálvsøgd og sømilig rættindi, at
sjálvt høgraheykarnir inni á
Christiansborg ikki tordu at
nema tey við einum klova – eini
eldtong.
1. mai er dagurin hjá teimum,
sum selja sína arbeiðsmegi, sínar
vøddar og sín heilamátt, fyri
hægstbjóðandi, á arbeiðsmarkn-
aðinum. Dagurin hjá abbanum í
snøgga sanginum hjá Finnboga
Ísaksen “Far lítli útum.........”,
harið eina ørindi ljóðar: “Hví
abbasa bein munnu vera so veik,
hví skeggið á høku man sita, hví
vangin er gráur, hví ryggurin
sveik – á, livir tú, fært tú at vita
!” Dagurin hjá Kalla Katt, sum
gekk sær tann obligatoriska
kajtúrin, ímillum trý og fimm, og
ímeðan konteynarar, øl, brenni-
vín og timbur varð innskipað,
legði hann slitnu beinagrindina
fram á stavin og í friðsemi og
hvíld skoðaði hann farna verk
sítt, í ævigari endurføðing, -
hvønn hin einasta dag. Hesin
dagurin er ongin tilvild. Í honum
rúmast ein søga, ið er so magn-
full sum ongin onnur. Eitt
samankók av blóði, sveitta og
tárum. Feigd og aga. Tapum og
sigrum. Menning og søga hjá
óteljandi ættarliðum.
Hundrað ár eftir fronsku koll-
veltingina og fyri nærum stórt-
hundrað árum síðani, bleiv av-
rátt, at 1. mai skuldi hátíðarhald-
ast sum dagur verkamanna, og
hendan dagin skuldi arbeiðara-
rørslan, um allan heim, seta fram
síni sjónarmið og krøv - við
kravgongum og røðum.
Á aðru millumtjóða arbeiðara-
ráðstevnuni – vanliga rópt onnur
Internationala – sum varð sett og
hildin í franska metropolinum
París í 1889, vórðu avgerðandi
krøv sett fram, um munabetri
sosiala trygd og tá kom eisini
upp kravið um lógáseting av 8-
tíma longum arbeiðsdegi.
Krøvini, semjurnar og nýggja
rákið í hesum gamla heimsparti
var beinleiðis orsøkin til, at
stríðsdagurin hjá arbeiðarunum
varð ásettur og síðani hevur verið
hátíðarhildin.
Onki kemur av ongum. Nógv
var viðurfarist undan hesum.
Byltingarfúsir fraklendingar
skipaðu fyri uppreistri í 1789
undir herrópinum: “Liberté,
égalité et fraternité” – “Frælsi,
javnaður og brøðralag”
Ídnaðarkollveltingin tók seg
fram seinast í 18. og fyrst í 19.
øld og úr hennara kjalarvørri og
nýggju framleiðsluhættunum, ið
so við og við dagaðu undan,
hevjaði seg ein nýggj stætt av
fólki – hin nú so klassiska
arbeiðarastættin.
Ótálmaða jakstranin eftir pro-
fitti fekk sjálvandi avleiðingar
fyri tann veikara partin í hesum
høpi. Tey, ið hildu hjólunum
gangandi, vóru frá fyrsta degi
mergsogin, vanvird og trælkað.
Sjálvsagda avleiðingin gjørdist,
at henda nýggja stætt skipaði sær
eitt fakfelagsligt undirstøðu-
kervið, ið kundi standa upp ímóti
áhugamálunum hjá entreprenør-
unum, ið savnaðu sær alt meira
av valdi, sohvørt sum vavið á
kapitalinum blomstraði og vaks.
Har byrjaði stríðið, sum ongantíð
endar. Áhaldandi stríðið fyri
batnandi korum. Fakfelagsstríð-
ið. Í byrjanini nationalt, men
skjótt fekk arbeiðararørslan
altjóða snið og á millumtjóða
stigi rann á fyrsta sinni saman í
1864. Tað hendi táið teir stóru
heimspekingarnir Karl Marx og
Friedrich Engels settu fyrstu
millumtjóða arbeiðararáðstevn-
una í London hetta sama árið. 16
ár eftir, at teir báðir høvdu
skrivað hitt kommunistiska
manifestið.
Tað slepst valla undan, at
nevna árið 1871 á einum
arbeiðaradegi. Tá hendi nakað,
sum fekk avgerðandi ávirkan á
søguligu gongdina nógv ár fram-
eftir. Av tjóðskaparligum og
samfelagsligum orsøkum tóku
íbúgvarnir í høvuðsstaði Frak-
lands, sakina í egnar hendur,
tóku ræði á hesum kenda býi og
stovnsettu nakað so sjaldsamt,
sum eina arbeiðarakommunu í
hinum kringsetta París. Eitt
frambrot. Eitt nýbrot. Treyðugt
so, henni varð ikki lív lagað,
virkaði bara í skamma stund,
fram til lagnuløtuna, táið hon
varð týnd í eini blóðugari
massakru, ið var fyriskipað av
stjórnarherliðunum úr Versailles,
væl stuðlaðið og hjálpt av týsku
hermegini, ið tá stóð væl innan
fyri landamørk Fraklands.
Í tíðarhvarvi eitt intermezzo,
kanska, men ongin ivingur er
um, at hendan byltingin setti
hvøkk í valdsharrarnar í Europu.
Arbeiðarastættin hevði sýnt sína
styrki og sína íkomnu tilvitsku,
og sagt verður, at hetta nýggja
rákið gjørdist týðandi íkast til
byrjanina av fyrra veraldarbar-
daga. Eftir at Parísarkommunan
var fallin, yrkti ein av limum
hennara hin vælkenda stríðssang-
in: “Kom kúgaðu kring allan
heimin, øll niðurboygd av sorg
og neyð. Nú kyknar eldurin úr
eimi, nú verður stríð um lív og
deyð.” – ella Internationali, sum
hann vanliga verður róptur. Árið
eftir liðaðist altjóða arbeiðara-
ráðstevnan sundur, og varð ikki
uppafturtikin fyrrenn í 1889.
Virkað var fram til fyrra heims-
stríð, sum av góðum grundum
steðgaði øllum, og hinvegin var
tá so nógvur politikkur gingin í
Internationalu ráðstevnuna, at
hon ikki framhaldandi kundi
virka sum savnandi depil fyri
allar fæloysingar í øllum lond-
um.
Síðani tá hevur arbeiðararørsl-
an verið fyri tapum og kanska í
størri mun fyri sigrum. Verið
nýtt og misnýtt í persónligari
tráan eftir stjórnarvaldi. Verið
skálkaskjól hjá diktatorum og
ormetin av pamparum, sum
reyða skaldið yviri við Strond so
beinrakið sigur tað í yrkingini:
Men lágir menn
trívast ikki í skugganum av
føgrum eikitrøum
Ikki fyrr enn lyngur og kjarr
grør um feldu bularnar
trína teir fram
drekka skál við maktini.
So hvørt sum føroyska samfe-
lagið mentist úr feudalinum til
eitt fiskivinnu- & eitt ídnaðar-
samfelag íkom eisini um okkara
leiðir tørvurin á fakfelagsligum
virksemi. Navigatørfelagið varð
sett á stovn í 1892. Fiskimanna-
felagið í 1911. Fylking í 1915.
Føroya Arbeiðarafelag í 1925.
Bara fyri at nevna nøkur.
Fakfeløgini hava havt týðandi
og avgerandi leiklut í framtøkuni
í føroyska samfelagnum. Tað
svitast ikki. Men samstundis er
tað púra rætt, sum formaður
Havnar Arbeiðsmannafelags
segði fyri ári síðani, at tað kenn-
ist órógvandi so lítil áhugi, sum
nú tykist vera fyri arbeiðara-
degnum. Hesi seinastu árini
nøkur fá tandur, ið hava hokið
framvið gamla Kommunuskúl-
anum og ditto Bókhandlinum, í
royndini at frætta hvatið nakrir
yvirgøddir breyðpolitikarar hava
at siga teimum, sum knossa fyri
síni úrkomu, tíma fyri tíma, á
flakavirkjum, í egningarskúrum,
í bilsmiðjum, á kajuni, í kram-
búðum og so fordont. Her er
ongin glóð, onki engasjemang,
Nú pantseta teir frælsið
– í donskum varmapútum !
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður var millum røðararnar á 1. mai haldinum í Havn í ár.