Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Tað sæst á øllum brøgdum, at talan er um ein heilt nýggjan Zafira við einum meira dynamiskum sniði – og hann sigst eisini at hava nógv betri koyri- eginleikar BILAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin Á altjóða bilaframsýningini í Geneve í marsmánaði, var tann nýggi Opel Zafira sýnd- ur fram. Bilurin fæst í nógvum út- gávum við nógvum ymsum motorum – úrvalið er fjøl- broyttari enn hjá kappingar- neytunum, tí tú kanst velja millum motorar við 100 hk upp til 200 hk, motorar úr 1,6 litur til 2,2 litur. Dieselmotor- arnir eru av hátøkniligu com- mon rail motorunum. Tann nýggi Zafira kemur á størru marknaðirnar í juli – hann væntast til hendanvegin í august. »Flex7« setraskipanin er eisini í nýggja Zafira, eins og ein nýggj og enn óroynd sól- takskipan fyri fyrstu ferð verður at síggja – við inn- bygdum smálutarúmum. Eins og vit kenna tað frá Opel Astra fæst Zafira eisini við IDSplus chassis (Interactive Driving System) við elek- troniskari stoytdoyvingar- skipan (C DC = Continous Damping Control), sum gev- ur bilinum sportligar koyrieg- inleikar. Ein onnur tøknilig nýskapan, sum á fyrsta sinni verður boðin út í bili í hesari støddini, er »lyktir, ið lýsa um hornið« – stýringarstýrda A- daptive Forward Lighting (AFL) skipan við bi-xenon lyktum og dynamiskari kurv- ulýsing. Tað er ovmikið av pássi í nýggja Zafira, fjølbroytni er í serflokki, og alt er lætt fáast við. – Hetta er tað, sum okkara kundar vænta av einum mod- ernaðum bili sum hesum, hevur Hans Demant, stjóri hjá Adam Opel AG sagt. Í 1999 var Opel Zafira tann fyrsti familjubilurin við sjey setrum frá eini týskari verk- smiðju og tann fyrsti bilurin av slagnum við eini triðju setrarøð, sum kundi leggjast heilt niður í dúrkið og harvið stúvast av vegnum. Tað var henda patenteraða Flex7 setr- askipanin, sum var avgerandi fyri, at Zafira gjørdist so væleydnaður. Í Týskalndi legði Zafira seg beinanvegin sum nummar eitt í flokkinum – og var har í fýra ár á rað. Higartil eru framleiddir 1,4 milliónir Zafira. Nýggja sniðið av Zafira vísir týðuliga ættarbandið við Opel Astra. »Design-málið« frá Astra er endurtolkað og umsett til henda kompakta familjubilin. Sportliga gronin ber serligan dám av stóru luftinntøkunum í kúfangara- num, og sterkt markeraðar lyktir eru bæði framman og aftan. Framman er tann typ- iska trapezformaða kølara- grillin við Opelmerkinum og tí eyðkenda vatnrætta krom- listanum. Í kabinuni sæst, at kønar hendur hava snikkað til ergo- nomiska bygnaðin. Øll tól venda móti føraranum – sum røkkur øllum. Gearstongin stendur høgt uppi, og er tí løtt at brúka. Hetta skapar pláss fyri nýggja »u-designaða« hondbremsu handtakinum, sum nú er integrerað í mittar- konsollina millum forsetrini – saman við einum eyka smá- lutarúmi. Nýggju tólini í instrument- borðinum er hava nú krom- krans. Harafturat hevur bilur- in ein stóran og lættlesiligan skíggja. Her síggjast allir neyðugir upplýsingar um »infotainmentskipanina« hjá bilinum, sum er lætt at hand- fara, eitt nú umfatandi DVD navigatión og tráleys Blue- tooth tøkni. Tá tað snýr seg um pláss og komfort er nýggja ættarliðið av Zafira framman fyri und- angongubilin. Takkað verið longu ásafrástøðuni (2,703 metur) og nýinnrættan av plássunum er enn meira pláss til teir sjey persónarnar á trimum røðum. Flex7-skipan- in er enn lættari at handfara og tryggjar størst fjølbroytni í dagligari nýtslu. Upp á fá se- kund kann Zafira broytast frá 7-setrum til 6-, 4-, 3-, ella 2-, setur. Høgra forsetur kann bí- leggjast við ryggleni, ið kann leggjast niður við borði, ið kann leggjast saman og eini stórari skuffu eitt nú til atlas. Alt eftir hvat brigdi tú velur av Zafira, fæst hann við upp til 30 praktiskum rúmum – ein ideellur familjubilur. Zafira við fimm setrum hevur 620 litra viðførisrúm, 20 litrar meira enn í gomlu útgávuni. FlexOrganizer skipanin frá nýggja Astra fæst eisini til Zafira. Í tveium vatnrøttum skinnarum í síðu- num kunnu stroppar festast, krókar, rúmbýtarar og kassar. Sum ekstra útgerð fæst panoramatakið við integrer- aðum smálutarúmum – hetta er ein heimspremiera í tí nýggja Opel Zafira. Við fýra stórum glaspanelum fæst ein sera ljós kabina. Myrkt glas og ein sólskermskipan tryggj- ar verju móti sterkum sólar- ljósi. Í miðuni í loftinum eru fýra smálutarúm í ymsum støddum. SAFETEC skipanin í Za- fira ein ein framkomin trygd- arskipan, ið er sett saman av øllum standard aktivum og passivum trygdarhjálpitólum. Skipanin umfatar ABS við el- ektroniskari bremsifordeil- ing, bremsiassistenti, eletron- iska sabilitesskipanin EPSplus – og harumframt sjalvsagt eisini airbag framman fyri førarasetrini, síðuairbag við serligari verju fyri búk/- mjadnar og gardinairbag við fyrstu og aðru setrarøð. Eisini eru trygdarpedalir og alarmur fyri selanýtslu eins og ISO- FIX besløg til montering av barnastólum í báðum síðum. Hann hevur eisini aktivar nakkastúttur framman, sensor fyri nýtslu av høgra forsetri og monitor, sum vísir dekk- trýst kann fáast sum ekstraút- gerð. Annað ættarliðið av Opel Zafira: – Trendy familjubilurin hjá Opel Fakta Bilurin fæst við trimum dieselmotorum og fýra bensinmotorum. Megin er frá 100 til 200 hk: Bensin: 200 hk 2,0 Turbo - toppferð 220 km/t 150 hk 2,2 við beinleiðis innspræning 140 hk 1,8 105 hk 1,6 liturs Twin- port Diesel: Veljast kann millum tríggjar 1,9 l common rail turbo-diesel motorar sum gevur á- vikavist 100, 120 og 150 hk. Zafira fæst við 6-trins manuel gearkassa, sum er standard við 2,2 Direct og 2.0 Turbo og allir 1,9 CDTI motrar. 1.6 Twinport og 1,8 fáast við 5 -trins manuel gearkassa. Til 1,9 CDTI 120 hk og 150 hk kann fást ein 6- trins automatgerkassi við Active Select funk- tión og ein 4-trins auto- matgearkassi fast til 2,2 Direct. Saman við 1.8 liturs motorinum fer man eisini at kunna fáa eina víðari útvikling av tí automatiseraða man- uella transmission Eas- ytonic. Við eini størri kabinu og við nógv betri plássi til bilføraran, er nýggi Opel Zafira veruliga við í kappingini um at gerast ein »drivers car« Nýggja sniðið av Zafira vísir týðuliga ættarbandið við Opel Astra. »Design- málið« frá Astra er endurtolkað og umsett til henda kompakta familjubilin