leygardagur 14. mai 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 12. mai 2005
35
ongin uppreistur, ongin skoðan
inn í framtíðina. Byrjandi
moydnaroykur og turrur deymur
av status quo smellir í næsa-
gluggarnar.
Hetta stendur í skærari and-
søgn til myndirnar á skíggjanum
hjá teimum, sum eru á mínum
aldri. Sterku haldini og orðini á
Vaglinum hendan dagin og úti á
Skansanum, á Doktaragrund og
úti í Læraraskúlahøllini, harið alt
slag av sosialistum hittust, reyða
kórið sang og stríðsfúsir ung-
dómar slerdu eitt slag fyri eini
solidariskari framtíð. Nú er alt
individualiserað. Amerikani-
serað. Globaliserað. Øll hava
nógmikið í sær sjálvum. Væl-
ferðarsamfelagið doyvir. Vaksnir
menn sleingjast í sofum, eta
poppkorn og zappa seg ígjøgnum
tíggjutals sjónvarpskanalir.
Drekka skálir fyri Morinho og
Abramovich. Illneitast um okkurt
slatriblað, sum rør framundir, at
Ferguson er í holt við at selja van
Nistelroy og um nakað man vera
í tíðindunum um allar bordel-
vitjaninar hjá Wayne Rooney. Er
vælferðarsamfelagið ávegis at
sigra seg sjálvt í hel. Í fer við at
gerast eitt tómt fíggjarligt hylki –
við ongum substansi? Ongari
kós? Ongum hugsjónum ella
visiónum, sum kunna flyta
menniskja inn í eina spennandi
og innihaldsríka framtíð?
Aftur til tíðina áðrenn Berlin-
múruin brast í svørðin. Hetta var
eisini tíðin táið diktatorarnir í
Moskvu, Peking og Pyongyang
sendu kremið av sínum hern-
aðarliga ísinkrammið út í gøtur-
nar. Hesar øgiligu paradurnar.
Potensforleingjarar hjá despot-
iskum regimum, bæði inneftir og
úteftir. Hetta er næstan søga.
Tað, sum teir kallaðu kommun-
ismu eystanfyri, fall við einum
braki. Teir tóku valdið frá fólk-
inum og búraðu tað inni handan
múrarnar í Kreml. Hildu seg
kunna steðga dialektikkini,
natúrligum spenningum og
frumbornu elastikkini, í einum
gøllhaldi av hermegi, fregnar-
tænastu, løgreglu, spionasju og
slatrarum. Fundamentið krake-
leraði og heimurin er kanska
meira samanrunnin nú enn
nakrantíð í nýggjari tíð. Og
sjálvandi hevur hetta broytt hug-
burðin og menniskja. Eisini í
Føroyum.
Men harfyri eiga vit ikki at
vera minni á varðhaldi í tíðini
sum kemur. Fakfeløgini hava
eina standandi uppgávu, sum
umframt at selja arbeiðsmegina
so dýrt sum møguligt, eisini er at
kjálka seg so tætt uppat politiska
valdinum, soleiðis at javnvágin
ikki skeivglast í samfelagnum,
berjast fyri at samfelagsins
búskaparliga tilfeingið verður
býtt so javnt sum møguligt.
Og í mun til onnur lond,
sjálvstøðug lond, væl at merkja,
so hevur hetta danska hjálandið
fleiri politiskar rásir, ið skula
eygleiðast, ávirkast og røkjast.
Tað var ikki av tilvild, at Karl
Marx skipaði sína hugmynda-
frøði og byltingarástøðina á
arbeiðarastættina. Hon var hin
einasta, ið kundi broyta nakað
sum helst. Hon hevði onki at
missa. Hann, ið onki annað eigur
at selja, uttan sína arbeiðsmegi,
eigur ikki at ræðast leiklutin,
sum byltingaramboð fram ímóti
eini broyttari framtíð. Og júst í
hesum spurninginum hevur
føroyska arbeiðararørslan havt
eina merkiliga defensiva rollu í tí
tjóðskaparligu framsøkn, sum
hevur verið roynd hesi seinastu
árini. Tað er júst haðani megin
skuldi verið komin og tað er ein
fatal misskiljing, at løntakararnir
í Føroyum liva av donskum ríkis-
veitingum. Teir liva snøgt sagt
bara av tí sum teir til eina og
hvørja tíð megna at selja seg
sjálvar fyri á frælsa arbeiðs-
marknaðinum. So einfaldur er
veruleikin. Og tað vera ikki
matematisk og akademisk pro-
sjektir sum loysa gordiska knútin
millum Føroyar og Danmark.
Tann megin má koma úr hjartan-
um á fjøldini – og serliga tykk-
um sum eiga dagin í dag. 1. mai.
Í morgin fer arbeiðarin aftur til
samráðingarborðið. Tilvitað
hevur politiska skipanin lagt
sínar samráðingar aftur um
privata arbeiðsmarknaðin.
Vitandi um, at breyðpolitikkurin
ikki tolir trýstið á almenna
arbeiðsmarknaðinum. Líkamikið
hvørið situr við radiatorarnar í
Tinganesi, so boygna ryggja-
geislarnir táið útlitini fyri
atkvøðumissi gerast sjónsk. Tí
skal arbeiðarin vera rambukkur í
einum ódámligum leiki. Harið
leisturin verður lagdur fyri
einum lønarvøkstri, sum í
prosentstigi pr. definitión verður
fluttur yvir á almennu lønirnar,
ið frammanundan eru spolaðar
undan arbeiðaralønunum. Gjógv-
in veksur ikki bara við hesum
órætti. Javnaðarsamgongan, ið
nú situr, hevur eftir trýsti frá Óla
Breckmann, sambært Charles
Adams manifestinum, lógarásett
teimum vælbjargaðu skattalættar
soleingi hendan konservativa og
asosiala koalitiónin situr. Føroyar
skeivglast. Sosialt. Javnaðar-
menninir lóggeva solidaritetin út
úr samfelagnum. Og ímeðan
munurin ímillum vanliga løn-
takaran og tey vælbjargaðu,
politiskt verður vaksin, sita løg-
maður og hansara akademisku
sveinar og fabulera um hvussu
føroyska samfelagið fer at síggja
út um 10 ár. Tit sum verða
takserað tíma fyri tíma, fyri
neyðsynjarløn, dragna í stórum, í
mun til ein vaksandi skara av
almennum pottaplantum, sum
eru tryggjaðar í høvd og í reyv,
likamikið um tær fáa nakað á
skaftið ella ikki. Eitt slaraffen-
land, sum politiska skipanin ikki
torir at røra við eini eldtong.
Ongin inn- & útstempling. Onki
eftirlit. Ongin agi. Tíðarleysar
kaffipausir. 4-5 tíma effektivur
arbeiðsdagur. Ókeypis skeið,
ókeypis telda, ókeypis alnót,
ókeypis ferðir uttanlands. Ein
tryggjaður aldurdómur á luksus-
klassa, í mun til tykkara, sum
bera hetta samfelagið á tykkara
treystu herðum. Almenni sektor-
urin er farin at líkjast yvirísaðu
gálgunum á Tórkeli Mána,
áðrenn teir vórðu skorðnir niður
í eini orkan yviri á Flamingja-
grunni.
Og meðan frakkavelini dusa
sær í loftrúminum millum Før-
oyar og umheimin, fæst sam-
gongan við at bjarga teimum, ið
riðu samfelagnum sum marran
ígjøgnum kommanditfeløg,
partsreiðaríir og aðrar spekula-
tiónir. Avskrivar sambært lóg
hundraðtals milliónum av
spekulativari skuld. Leggur
avgjøld á vanligar brúksvørur.
Skerjir mentanina. Tosar um ov
høgar oljuprísir hjá flotanum og
ikki um pensionistarnar sum
hava skrúva sjuntin niður á
oljufýringunum, tí ráðini eru ikki
til varma longur. Letur russiskar
klondeikarar, føroyskar strámenn
og primitivt trælahald kappast
við føroyska arbeiðsmegi og
vinnu. Letur rasistiskar undir-
tónar stjórna innflytarapolitikk-
inum. Knúsar lokalsamfelagið í
Vági av berari hugmóð. Letur
spekulatiónina í ogn Føroya
fólks halda fram, soleiðis at
uppkeypið av summarresidens-
um við sólsveipta Miðjarðar-
havið kann halda fram. Soleiðis
kundi verið hildið á í tað
óendiliga.
Ímeðan 2015 er vorðið eitt
magiskt ár hjá sólkonginum av
Tvøroyri, galloperar undirskotið
á landsins fíggjarlóg. Sigst, at
framrokningarnar siga einar 400-
500 milliónir í ár. Kanska 700
næsta ár. Ímeðan er føroyskt
vinnulív við at detta sundur av
vantandi vinnupolitikki. Ongin
trýr uppá nakað soleingi ein
evnaleysur ministari situr og
sólar sær í sær sjálvum, og fæst
við alt annað enn tað, sum ein
vinnumálaráðharri átti at tikið
sær fyri. Ei undur í, at góðar 11
milliardir liggja uppspardar og
steindeyðar í peningastovnunum
og at einasti váðafúsi kapitalurin
endaði í týsku spekulatiónsfyri-
tøkuni Phoenix. Av berari
vinnupolitiskari armóð. Og tað
skal ikki undra nakran, um
vanligi føroyingurin skal vera
rambukkur táið hendan sam-
gongan hevur karvað botnin
undan búskapinum aftur. Tað má
enda galið tá ið ongin skal
stjórna nøkrum, skútan er løgd
fyri íla og brotini bara herðast,
sum bólta inn yvir skanndekkið.
Upptakið verður ikki tespiligt.
Og nú gjørdi feigdin um seg í
tjóðskaparspurninginm eisini.
Sjálvstýrismálið er loyst sigur
løgmaður. Hann má hava mist
orienteringssansin í øllum
pípuroykinum, táið hann hevur
lagt seg í støvið fyri ríkiskallin-
um Anders Fogh Rasmussen.
Saman við Fólkaflokkinum
sementerar hann nú eitt afturstig
í mun til heimastýrislógina í
ríkislógartilmælinum um yvir-
tøkulóg og í lógini um uttan-
ríkispolitiskar heimildir. Pant-
setur frælsið í donskum varma-
pútum. Ein nationalpolitisk
skandala, sum fer at fáa víð-
fevndar fylgjur fyri tjóðina og
hennara status í heimssamfe-
lagnum. Ikki undarligt, at fyrr-
verandi rektarin á universitetin-
um kendi seg kallaða, at geva
danska ríkinum, eindarstatinum,
symbolikkin til hesa neyðarsligu
og avmaktaðu sátt. Og at teir
báðir megineksponentarnir fyri
føroyskt mentanarlív, ríðandi so
sjelaglaðir á Rosinante uppi í
Gundadali, business-advokaturin
og Fossbankastjórin, valdu at
hýsa hesum fantastiska lista-
verkinum á tjóðlistasavni okkara.
Hetta er vorðin ein tjóð av av-
maktaðum zombiarum. Hevði
oddvitin á Háskóla Íslands al-
ment lanserað ein slíkan býtt-
leika og so lítið av meðviti og
snúsfornuft, áðrenn republikkin
var grundsett, høvdu íslendingar
sett falløksini upp í Reykjavík,
og kappað høvdið av honum fyri
landasvik. Við ella uttan ketsjup
- í einum hjørni. Hava tær ikki
spælt fallit frammanundan, so
spældu tær akademisku Føroyar
so himinrópandi fallit hin 25.
apríl í ár. Dagurin, táið savning-
armerkið hjá okkum øllum
skuldi hátíðarhaldast.
The times they are a´changing.
Frá framamonnum - til sosial-
demokratiskar pamparar, sum
stórtrívast í spekulativa rensl-
inum hjá Fólkaflokkinum, og frá
teimum akademisku Føroyum,
sum designaðu og seymaðu
okkum Merkið - til discount-
akademiina, sum ætlaði at for-
koma okkum flagginum fyri
lítlari viku síðani.
Komið er til endans. Harmist
um at tað ikki eydnaðist mær at
taka av danska grundlógardagin í
Føroyum og gera arbeiðaradagin
til frídag hjá føroyskum skúla-
ungdómi ístaðin. Men dagurin er
fyrst og fremst tykkara. Góða
eydnu teir komandi dagarnar,
táið prísur skal setast á tykkara
vøddamegi, skil og heilamegi.
Tit eru tærið og skorðan undir
vælferðarsamfelagnum, sum tær
politisku Føroyar eru farnar í
holt við at liða sundur og av-
skepla. Góðan byr. Og takk eiga
tit ið lýddu á hesa løtuna.