leygardagur 14. mai 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 12. mai 2005
37
- og latum okkum í
framtíðini byggja meira á
hugburðin, ið
flaggdagsmenninir
høvdu segði Anita Næs
m.a. í flaggrøðu síni á
Tvøroyri í ár
FLAGGDAGSRØÐA À
TVØROYRI 2005
Nita Næs í Nesi, Hvalba
Góðu fundafólk!
Onkurvegna tikist tað heilt
natúrligt og ikki løgið at hugsa
sær, at ein av spírunum til før-
oyska flaggið, ein av hugskots-
monnunum, ið evnaðu falggið,
nevniliga vaks upp júst í Fámjin.
Fámjin er ein vøkur bygd, ið fær
fólk at hugsa vakrar tankar, og
eg ivist onga løtu í, at aldututlið
og somuleiðist vesturhavsbrimið
og ljósið frá vesturskininum -
hevur verið og er gott fyri eina
menniskju.
Í einum hvørjum samfelag
hevur tað gjøgnum tíðina verið
studentar, ið hava klárað at flutt
mørk, sum hava skapt virði, ið
ríka bæði einstaklingin og
samfelagið.
Jens Olivar Lisberg varð fødd-
ur í Fámjin 24/12 í 1896. Hann
las løgfrøði og hevði tikið fyrsta
part, tá ið hann gjørdist sjúkur
og doyði 31/8-1920, bert 23 ára
gamal. Vinmaður hansara Pauli
Dahl sigur, at Jens Olivar hevði
stórar ambitiónir um at gerast
amtmaður í Føroyum. Hetta kann
tikast løgið hjá okkum í dag at
hugsa um, tí hvør føroyingur
hevði viljað verið ríkisumboðs-
maður í dag?
Og somuleiðist eitt sindur
ironiskt, tá vit hugsa um, hvørja
mótstøðu og stríðslagnu flaggið
fekk nógv tey fyrstu árini, har
júst amtmaðurin so manniliga
vardi og bardist fyri Dannebrog.
So – hóast Jens Olivar var farin,
tá flaggið gekk sín líðingarveg,
so hevur hann óivað longu í
1919 dugað at sæð, at hetta stríð
var neyðugt og við einum
føroyskum amtmanni, hevði
virðingin fyri teimum virðum, ið
vóru okkara felags eyðkenni,
verið lættari og óivað rættvísari.
Hóast flaggið, ið Jens Olivar
Lisberg saman við vábinginum
Thomas Paula Dahl, ið las
medisin, og havnamanninum
Janus Øssursyni, ið las gudfrøði,
var borið fram í 1919, so kann
sigast, at tað hevði 20 ár
føðingardag, áðrenn tað av
álvara fekk fótafesti og felags
symbolikk í landinum.
Hesu 20 ár hevði tað kortini
sínar smáu sigrar, ávís fólk
flaggaðu merkisdagar við
merkinum og tóku tað til sín
beinavegin. Vit vita, at hetlend-
ingar flaggaðu í samband við
føroyavitjan og íslendingar
flaggaðu á 1000 ára hátíðardegi
teirra, tó vóru øll fløgg niður
tikin, eftir at danir mótmæltu at
íslendingar skuldu flagga við
Merkinum.Og stríð stóðs av
hesum her heima. Jú, vit kenna
øll søguna um flaggið, um
føroysku mótmælini, um Hilbert
amtmann, sum mátti býta í
grasið, eftir at bretar kravdu, at
føroyingar skuldu sigla við
føroyskum flaggi krígsárini. Og
síðani hevur flaggið vunnið sær
frama bæði millum føroyingar og
millum tjóðir.
Fyrsta føroyska flaggið seym-
aði Ninna Jacobsen í 1919, hetta
var eitt borðflagg – til student-
arnar. Vit kunnu ímynda okkum
kensluna, har føroyskir studentar
sita við felagsborð, har føroyska
borðflaggið so sára fittligt stend-
ur og boðar frá ljósari tíðum her
heima.Hetta er jú í eini tíð, har
danskt enn verður prædikað í
kirkjunum og somuleiðis verður
sungið á donskum. Vit hava ikki
vegasamband millum bygdir,
breyðristarin,elektriska tann-
bustin og vaskimaskinan eru als
ikki í hugaheimi føroyinga.
Eins og studentarnir í byrjanini
av seinastu øld hugsaðu stórt, so
er tað enn eins týdningarmikið,
at vit eiga ung fólk – studentar –,
ið tora og vilja og tíma at hugsa
stórt.
Hvørt ár hin 25. apríl eru tað
ávís støð í landinum, har felags-
skapir skipa fyri at samla fólk
um Merkið, har vit steðga á, leita
aftur-, og frameftir, meðan hug-
urin ferðast millum fjøll og
dalar, lond og høv, alt meðan
flagg okkara bleiktrar í eystur og
vestur. Hesin árligi
felagsskapurin, ið vit flokkast
um, er ein av okkara
felagsnevnarum, vit kenna okk-
um aftur í flagginum – vit kunnu
brúka tað bæði inneftir og úteftir.
Uttan mun til hvønn átrúnarligan
ella politiskan lit vit hava, so
hava vit øll somu kenslu fyri
Merkinum. Vit vita – hvør kensl-
an er, tá Merkið so hábærsliga
og virðiliga veitra til okkum og
fyri okkum – bæði í gleði og
sorg.
Sum føroyingar eru vit komnir
longri bæði sum menniskju og
tjóð. Nú í 2005 - spyrja vit ikki
longur: Hvør eigur flaggknapp-
in? Vit vita, at vit øll eiga hann,
vit virða hann, stongina og vakra
flagg okkara, og eiga at gera tað,
uttan at leggja alt ov nógvar
snævurskygdar tjóðskaparligar
avmarkingar í, hví vit gera tað.
Fyri børn okkara er hetta ein
søguliga sæð týdningarmiklur
dagur. Vit eiga at læra tey at
steðga á slíkar dagar, og fortelja
teimum um felags eyðkenni
okkara. Felags eyðkenni, felags
varðar, ið hava tikið nógv ár um
at laða, og sum uttan tolsemi og
virðing manna millum, skjótir
eru at bróta niður aftur. Nú á
døgum kunnu vit eftir umleið 30
minuttum, bæði stór og smá, úr
allari oynni samlast í Fámjin og
syngja saman, um vit skulu á
flaggdagshald har. Skuldi abbi
mín til Fámjins á flaggdagshald,
var tað ein strævin ferð, har
hugsast skuldi um verður og
vind, farast mátti avstað, meðan
tað enn var ljóst o.s.fv.
Tað sum eg haldi kundi verið
áhugavert henda flaggsdagin í
2005 à Tvøroyri er, at vit allir
suðringar spyrja okkum sjálvar,
hvønn felagsnevnara skulu vit
suðuroyingar hava - okkaru
vøkru oyggj at gagni. Hvat skal
vera okkara felags mál?
Her kunnu vit aftur leita til
vituga hugburð Jens Olivars. Ì
eini útvarps sending endurgav
Pauli Dahl; unga kveikjandi og
eggjandi fáminingin: Við orð-
unum: Skulu føroyingar einaferð
koma so langt, at teir allir vilja
draga eina línu og rógva á sama
báti, má báturin hava eitt merki.
Soleiðis tók tann ungi
studenturin til, sum eigur
høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag
hava okkara føroyska flagg, sigur
Pauli Dahl víðari.
Um vit flyta hesa skjótt 100
ára gomlu orðamynd suður til
okkum í dag, hvar flýtur so
báturin júst nú? Hvussu draga vit
eina felags línu? Hvussu er okk-
ara áralag? Og hvat felagsmerki
hava vit?
Suðuroyggin, sum í broytingini
frá bóndasamfelaginum til fiski-
vinnusamfelagið - var ein undan-
gongu oyggj, ið tók felagstøk og
tók nýggja samfelagsrákið í
størsta álvara og tók vinnuliga
sæð - sera stór tøk í søgu føroy-
inga. Er í dag í ongamamma
landi, har flest tímalønt fólk eru
ørkymlað, tí tey ikki vita, nær
næsti arbeiðsdagurin verður, og
har suðringar, ið hava leitað sær
vitan og førleika í øðrum londum
ikki venda aftur til oynna, tí tey
ikki kunnu breyðføða sær og
familju sínari her.
Eins og Jens Olivar í 1919,
hugsaði um týdningin av einum
felags merki, á sama hátt hevur
vakra oyggj okkara og fólkini, ið
her búgva - tørv á einum felags
merki. Einum felagsskapi, har vit
sum suðringar halda og kenna
felagsstev. Men sum gamla
skaldið segði:Saman at standa
var ei okkum givið, tí er so lítið
burtur úr her blivi.
Okkara oyggj manglar ongan-
tíð so nógv sum í dag eitt inni-
hald, hvat skulu vit suðringar liva
av, hvør skal okkara uppgáva
vera í framtíðar Føroyum? Ì sera
nógv ár er kjakast um ymiskar
møguligar bygningar við góðum
innihaldi. Skilagóð projek eru í
fleiri ár strandað, vegna ósemjir
um matrikulnummar og komm-
unumørk, alt vegna ov trongum
hugburði og kransakøku figur-
um, ið ikki hugsa um Suður-
oynna sum eina heildarmynd,
óansæð 7 kommunur ella ei,
men taka støðu út frá sær sjálv-
um og sínari tíð, sum um teir
skuldu livað fyri allar ævir.Tá
eitt mál er uppi at venda, ið
hevur beinleiðis týdning fyri
Suðuroynna, so verður alt ov
nógv fokuserað uppá forðingar,
alt ov nógv uppá, hvør eigur
heiðurin og hvør fær hvat, fær -
uttan at missa. Havi ongantíð
skilt hugburðin hjá teimum
ráðandi, har óttin fyri at missa
allatíðina liggur og lúrur. Ein má
tora at missa – fyri at fáa, so
einfalt er tað. Og eiga vit í
framtíðina at venda eyguni ímóti
loysnum og virðum, ið okkara
oyggj hevur í førningi sínum og
sum byggjast kann víðari á.
Latum okkum í framtíðin byggja
meira á hugburðin, ið flaggdags-
menninir høvdu!
At standa á Tvøroyri er altíð
gott, men skal eg verða heilt
ærlig, so hevði eg glett meg til at
fáa loyvi til at standa í sjálvum
flaggdagshjartanum og bera eina
flaggdagsrøðu fram.
Fáminingar eiga at vera stóltir
av sínum bygdamanni, ið hevur
sett Fámjin á heimskortið sum
heimstaður flaggsins, og har var
tað, at Jens Olivar í summarfrítíð
síni í heimbygdini, vant flaggið á
stong og sá tað veittra fyri
fyrstu ferð í Føroyum. Og har
hongur tað enn á bróstinum í
kirkjuni.
Ì flaggsøgu okkara, er tað ein
dýrgripur, at vit vita, hvør evnaði
flaggið, vita hvar og hvussu tað
var til, og at vit sum land eiga
fyrsta flaggið og enn hava tað í
varðveislu. Hetta er ikki sjálv-
sagdur ognarlutur hjá øllum
londum.
Ì hesu røðu havi eg mest heft
meg við felagsskapin og felags-
kensluna, sum flaggið fer fram í
okkum. Við sínum krossmerki,
hevur tað eisini røtur aftur í
okkara trúarlív, og gevur okkum
vón um lív.
Litirnir hava eisini sín symbo-
likk. Tann hvíti; tað reina í
tilveruni, hetta at vit eru trúgv
móti næsta okkara. Tann blái;
sum ongursvegna ímyndar orku,
megi, hav og himmal.Og tann
reyði; hjarta sum slær – blóð-
rensli og lívið sum gongur og
ikki at gloyma, minnir okkum á
kærleikan, ið fær alt livandi at
blóma og mennast..
Krossurin situr jú djúpt í okk-
um føroyingum, vit signa børn
okkara og kenna okkum trygg
við tað.
Tað er so nógv, ið kundi verið
sagt til eitt slíkt høvi, at enda
fari eg við flaggdagskvøðu at
ynskja vøkru oyggj okkara
viðvind í seglini aftur. So børn
okkara, sum í gerandisdegnum í
Suðuroy veruliga mennast sum
menniskju av at búleikas júst
her, eisini sum vaksin kunnu
finna eina meinigi í lívinum og
stimbrast sum menniskju við at
velja at búleikast í Suðuroy.
Takk fyri at tit lýddu á og
góðan flaggdag øll somul!
Krossurin situr djúpt í okkum