leygardagur 14. mai 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nú er enn eitt stórt navn komið á
lýsingarlepan hjá Summarfesti-
valinum 2005. Anne Linnet
verður nevniliga við á Summar-
festivalinum í Klaksvík, umframt
Brian McFadden og Shakin
Stevens.
Tað er eydnast fyrireikarunum
at fáa Anne Linnet hendavegin,
hóast hon seinnu árini einamest
hevur spælt kirkjukonsertir, og
ikki tær stórufingnu rock kon-
sertirnar, sum vit kendu hana fyri
fyri nøkrum árum síðani. Men á
Summarfestivalinum fer hon
aftur á vanligan pall at spæla
sínar kendastu sangir.
Nógv seld atgongumerki
- Hugskotið at fáa Anne Linnet
hendaveg var gott og vit fóru í
gongd. At fáa júst ein sangara og
sangskrivara av hennara slag
hendaveg er gott og mær hevur
eisini altíð dámt Anne Linnet
væl, so eg eri glaður fyri, at tað
eydnaðist at fáa hana hendaveg,
sigur Steintór Rasmussen,
fyrireikari.
- Tað er annars so, at Anne
Linnet seinnu árini mest hevur
spælt til kirkjukonsertir. Vit
hugsaðu tí eisini um Christians-
kirkjuna og royndu eisini hesa
loysn. Her á staðnum møttu vit
ikki trupulleikum millum prestar,
kirkjuráð ella onnur. Men hin-
vegin er tað so í Føroyum, at til
ber ikki at taka atgongumerkir í
kirkjum, so sum tey gera t.d. í
Danmark. Tiltakið hevði tí verið
ov tungt, bæði praktiskt og
tekniskt. Vit høvdu t.d. onga
ávirkan havt á, hvussu nógv
komu til tiktakið og so mangt
annað splælir inn eisini, sigur
Steintór.
- Men vit ringdu til Anne
Linnet og fóru aftur til upp-
runahugskotið, har tað var lagt
upp til, at hon fer á pall á sjálv-
um Summarfestivalinum. Og
hetta eydnaðist, sigur Steintór
Rasmussen.
- Sjálvur eri eg fegin um at
hava við ein slíkan progresivan
sangara og sangskrivara, og so er
eisini at fegnast um, at vit hava
eina kvinnu við, sigur Steintór.
Við sær hevur Anne Linnet ein
pianist og kórsangarar og á
skránni eru hennara kendastu
sangir, so sum Tusind Stykker og
fleiri.
Anne Linnet verður á pallin-
um leygarkvøld í Klaksvík, men
dagin eftir hevur hon eina fram-
førslu í Norðurlandahúsinum.
Hesum hevur Summarfestival-
urin syrgt fyri, tí Anne Linnet
vildi fegin hava meira enn ta
einu konsertina, nú hon vitjar í
Føroyum. Hon hevur vitjað í
Føroyum áður, men ikki – sum
nú – við stóru landaplágunum á
skránni.
Longu nú er avmarkað tal av
heldur bíligari atgongumerkjum
at fáa í forsølu og sølan hevur
gingið sera væl. So væl, at eini
1300 til 1400 av teimum 2000
tøku bíligaru atgongumerkjunum
longu eru seld, siga fyrireikarar-
nir til Summarfestivalin í Klaks-
vík.
Hon er ein kvinna, sum frá
ungum árum hevur sett sær
varðar. Hon hevur verið við
til at seta dám á danskan
tónleik, bæði sum
tónaskald og sum kvinna.
Hon er konubrot, sum ikki
hevur tikið løttu loysnirnar,
men sum hevur vitað, hvat
hon hevur viljað - og hon
tykist eisini at hava viljað
tað, ið hon hevur vitað
ANNE LINNET
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Anne Linnet kom í heimin 30/7 í
1953 í Århus. Pápin var yvir-
skurðlækni Peder Linnet-Jepsen
(1921-79) og mamman tann-
lækni Elisabeth Kloppenborg-
Skumsager (1923-).
Í 1974 giftist Anne Linnet tón-
leikaranum Holger Laumann
(16/12-42), sum flestu føroyingar
kenna frá mongu ferðum hansara
í Føroyum og luttøku á mongum
føroyskum útgávum. Hjúna-
bandið fekk ein enda í 1985.
Anne Linnet og hennara
virksemi hevur mangar síður;
Sum tónasmiður, sangari og
yrkjari var hon ein drívmegin í
menningini av kvinnutónleiki á
rútmiska pallinum í Danmark í
sjeytiárunum. Hon var fyrsta
kvinna, sum kom í gjøgnum
lestur við kompostitión sum
høvuðsfaki á donskum kon-
servatorium. Hon stovnaði plátu-
felagið PladeCompagniet, sum
hon rak til 1984, tá Sony keyti
felagið.
Trygg kor
Við tryggum barnaárum og
fríum korum, gjørdist hon skjótt
sjálvstøðug og sum 16 ára gomul
var hon javnan á palli við egnum
tilfari í folkatónleikastíli. Frá
1971 sang hon við Radioens
Bigband í tiltøkum og útseting-
um hjá Holger Laumann, sum
hon seinni giftist við.
Umframt at spæla tónleik,
gekk Anne Linnet á studenta-
skúla og gjørdist studentur í
1972. Fyrst í sjeytiárunum var
hon við í Tears, ið gav 3 plátur
út. Anne var sangari, pianistur
og guitarleikari. Men tað var
sum limur í bólkinum Shit og
Chanel, sum rættiliga setti varðar
eftir seg, at hon veruliga fekk
gjørt vart við seg. Bólkurin hevði
heimstað í Århus og Anne Linnet
byrjaði bólkin í 1974 saman við
Lis Sørensen, Astrid Elbæk, Ulla
T. Eriksen og Lone Poulsen.
Saman við yngra bólkinum
Hos Anna, stóð Shit og Chanel í
fresmtu røð, tá kvinnurnar komu
á danska rútmiska pallin.
Solo
Longu í felagsmerktu árunum
við Shit og Chanel, kom Anne
Linnet sjálv fram við fleiri út-
gávum. M.a. Kvindesind, 1977.
Tulking av yrkingum eftur Tove
Ditlevsen frá 1955. Aftur gjørdi
hon tónleik til Tove Ditlevsen
yrkingar í 1986, Barndommens
gade. Nógvar plátur komu mill-
um hesar, m.a. Go’ søndag
morn’, 1980.
Síðsta plátan við Shit og
Chanel kom í 1982, savnsfløga.
Um somu tíð hevði Anne Linnet
og hennara kvinnubólkur givið
útgávu út, Anne Linnet Band.
Við sínum 65.000 seldu ein-
tøkum, líka nógvum sum allar
tær 5 Shit og Chanel pláturnar
tilsamans, prógvaði Anne Linnet,
at hon hevði fast undir fótum
innan danskan tónleik.
Millum kendu og týðandi
tónleikararnar, ið Anne hevur
samstavað við, er Sanne Salo-
monsen, ið var við í Anne Linnet
Band, eins og Lis Sørensen.
Saman og hvør sær hava tær
verið við til eittnú at gera fleiri
sangleikir.
Kynslív
Anne Linnet hevur havt part av
sínum lívið alment frammi, so
sum kendir persónar oftast eru
noyddir til. Dans Kvindebiograf-
isk Leksikon sigur soleiðis:
Som pioner inden for kvinde-
musikken har det for AL været
en nødvendighed at lade sit
privat- og seksualliv være en
integreret del af sangproduk-
tionen. Hun har slået sin
biseksualitet fast, og hendes
optagethed i begyndelsen af
1980’erne af sadomasochisme
resulterede i temaet for hendes
næste gruppe Marquis de Sade,
der trådte frem med sit første
album i 1983. Pladen vakte
furore og demonstrativ mod-
stand, bl.a. i kvindepolitiske
miljøer, men AL blev dog også
karakteriseret som den, der
markerede “en subjektiv
realisme, der er forfriskende
åbenhjertig”. Musikken er her
mere funky og hårdtslående end
ALs tidligere ofte ballade-
dominerede musik, og noget af
inspirationen til den kom efter
besøg i rock- og discomiljøer i
New York og Berlin. På grupp-
ens to næste udgivelser Hvid
magi, 1985, og En elsker, 1986,
var den rå atmosfære veget for
lysere kærlighedssange. De
følgende soloplader Jeg er jo
lige her, 1988, og Min sang,
1989, sidstnævnte komponeret til
tekster af præsten og forfatteren
Johannes Møllehave, opnåede
helt forrygende salgstal. Her fik
publikum den AL, det elskede:
enkel, direkte, inderlig og usenti-
mental. Teksttalentet har også
givet sig udslag i to velskrevne
bøger, digtsamlingen Glimt,
1983, og erindringerne Hvor
kommer drømmene fra, 1999. I
1997 så endnu et nyt AL-band
dagens lys, Bitch Boys.
Spennir víða
Anne Linnet fekk á konsevatori-
inum bæði námsfrøðiligt tón-
listaprógv og komponistútbúgv-
ing. Lesturin fór fram frá 1973
til 1985, samstundis, sum hon
við fullari ferð passaði sína
yrkisleið sum væl dámd sang-
kvinna.Lestrartíðin hevði tó
nøkur klassisk verk við sær, t.d.
strúkikvartettin Quatuor brutale,
innspæld í 1985, og Spring
Caprius, 1989, ognað symfoni-
orkestrinum í Århus. Hon hevur
verið umboðað á høgt metta
festivalinum fyri nýggjari tón-
leik, Nomus, bæði innan
klassikan og popptónleik.
Anne Linnet spennir víða í
tónleikavirkseminum. Men innan
lættara og væl dámda tónleikin
verður hon mett sum ein endur-
nýggjari, og hon hevur sett sær
varðar.
Anne Linnet hevur fingið
fleiri heiðurslønir og viðrislønir
fyri sítt virki inna so mangar
tónleistagreinar. Og hon megnar
at halda seg á toppinum fram-
vegis og danir hava millum
annað hesa rámandi lýsing av
Anne Linnet: “Hun har været
med til at præge den danske
rock- og populærmusiks udvikl-
ing med en aldrig svigtende for-
nemmelse for de internationale
strømninger, og hun har hele
tiden evnet at forny sit klang-
univers, hvilket afspejler sig i
hendes valg af fremtrædende
danske og udenlandske musikere
og producere. Hendes uorto-
dokse, lidt kantede kompositor-
iske stil bærer et umiskendeligt
AL-præg, og essentielt i hendes
succes er evnen til at artikulere
en tekst musikalsk i en sådan
frasering, at dens budskab
trænger rent ind og huskes”.
Anne Linnet
á Summarfestivalinum
Nú er enn eitt stórt navn komið á plakatina hjá
Summarfestivalinum í Klaksvík. Anne Linnet, ein av stóru donsku
kvinnunum innan so mong tónleikasløg, verður nevniliga ein
teirra, sum fer á pallin á Summarfestivalinum
Anne Linnet
Enn eitt stórt navn á Summarfestivalinum í ár; Anne Linnet er millum
stóru donsku kvinnurnar á danska pallinum og í summar stendur á á
pallinum í Klaksvík og syngur sínar kendastu sangir