Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 12. mai 2005 39 Simon Grotrian, Melantonin, Borgen, 2005 So er danski yrkjarin Simon Grotrian aftur á gøtuni við einum nýggjum yrkingasavni, Melantonin. Sum ikki einaferð klóra ummælarar sær í nakk- anum, meðan teir gruna yvir, hvat Grotrian ætlar hesuferð. Kanska er heitið ein lykil, tí melantonin er evnið, sum fortelur okkum, nær vit skulu sova og festir okkum í døgn- rútmuni millum dag og nátt, ljós og myrkur. Á (nøkunlunda) sama hátt eru yrkingarnar bæði gerandisligar og guddómiligar, meðan tær ríða á markinum millum tað, vit kenna aftur, og slíkt, tað als ikki ber til at fata. Avgjørt ein avbjóðing fyri lyrikkelskarar, ella sum T.A. Nexø á Information sigur: “Tað er gott, at danskar bókmentir hava Simon Grotrian. Tað er eisini gott, at vit bara hava ein Simon Grotrian” Viðmæli: Spreingiknøttar í smørkulluni Anna V. Ellingsgaard Kirsten Hammann, Fra smørhullet, Gyldendal, 2004 Júst sum í gomlu lesibókini eru Søren og Mette í Fra smørhullet so ræðuliga fitt og ræðuliga vanlig. Og júst sum flest onnur verða tey eisini skild. Tí situr 35 ára gamla Mette einsamøll í íbúðini og skrivar dagbók um sínar tankar um lívið, deyðan og meiningina við øllum. Í grundini hevur hon tað ikki so galið – fyrrverandi maðurin forsyrgir henni framvegis, men hon keðir seg. Hon átti kanska at byrja at dyrka vistfrøðiligt grønmeti ella hví ikki farið til Afrika at gera okkurt sjálvboðið arbeiði? Tað er so nógv, Mette burdi gjørt, men verðin er so ónd, so Mette vil helst bara sleppa at hyggja eftir “Nikolaj og Julie” og lesa Alt for Damerne. Fra smørhullet er ikki bara enn ein bók um frustreraðu og for- kelaðu single kvinnuna av tí betra slagnum, sum bara kvakl- ast við, tá mótin skiftir. Heldur er hetta ein eyðkend Ham- mannsk, bítandi sarkastisk húð- fleingjan av ættarliðnum, sum hevur ein “lívsstíl” í staðin fyri eitt lív og brúkar orð sum “kvalitetstíð” fyri at verja rættin til ikki at geva sær tíð til at vera saman við sínum børnum. Mette er í veruleikanum so vanlig og keðilig, at høvundurin einastaðni grunar yvir, um tað yvirhøvur ber til at hava hana sum høvuðspersón í hesi bókini. Men tað ber til, meir enn so, tí við penninum hjá Kirsten Hammann verða sjálvt tær mest innantómu klichéirnar til hótt- andi spreingiknøttar, so tað verður alt annað enn fjálgt og hugnaligt niðri í smørkulluni hjá Mette. Fra smørhullet var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norður- landaráðsins í ár. Klassikarin: Barnabókin fyri tey vaksnu Antoine De Saint-Exupéry, Le Petit Prince, 1946, Týtt Alexander Kristiansen, Tann lítli prinsurin, Egið forlag, 1980 Tíðarleysa ævintýrið um tann lítla prinsin frá gongustjørnuni B612 er ikki bara elskað av børnum kring allan heim, men eisini av teimum vaksnu. Hetta kemst kanska av, at tann lítli prinsurin talar til barnahjørtuni í okkum. Tað er eisini tað besta við bókini. Hon kann lesast fyri børnunum ella bara fyri eins egnu skyld. Á ein sermerktan hátt ferðast vit við tí lítla prinsinum á nógv- um ymiskum gongustjørnum, og soleiðis lærir hann okkum, at uttan spurningar fær ein onki at vita, og ongin spurningur er ov tápuligur. Tann lítli prinsurin er skrivað sum ein barnabók, men er eins áhugaverd hjá vaksnum at lesa, tí hon gevur lesaranum nakað at hugsa um. Hvussu einfalt alt kann vera, um ein brýtur for- dómsmúrarnar niður og lærir seg at liva við virðing fyri øðrum skapningum her á jørð. Bókin er týdd til 103 mál – eisini føroyskt, og er ein av kendastu barnabókunum í heim- inum. Tá Antoine De Saint Exupéry skrivaði bókina, livdi hann í útlegd í USA, og einsemi og longsulin eftir móðirlandinum merkist týðiliga aftur í tekstinum. Ein verður ongantíð ov gamal at lesa ævintýrið um tann lítla prinsin. Prinsin, sum bleiv til, tí Saint-Exupéry plagdi at sita og tekna lítlar dreingir og menn á pappírslepar, og á henda hátt føddist tann lítli prinsurin við tí gylta hárinum. ib Sjálvt um tey ikki øll eru beinleiðis bókaormar, feilar lesihugurin hjá næmingun- um í 1. q á Klaksvíkar H.F skeiði onki. Og yndisbøk- urnar fevna um alt frá Hemingway til Oddvør Johansen Á borðunum inni hjá 1. q á Klaksvíkar H.F skeiði liggja bunkar av tjykkri og tynri heftum og bíða hendan morgunin, vit eru farin inn at órógva tey í føroyskt- tímanum. Í staðin fyri at fara í holt við enn eina skaldsøgu, hava næmingarnir hesuferð valt at lesa sagnir sum høvuðsverk. Tey hava skipað seg í bólkar, sum fáa hvør sína søgn at arbeiða við. Og næstan bara hugflogið setur mark fyri, hvusssu tey velja at leggja úrslitið fram i tímanum. Pausa frá tí útlendska Sagnirnar, 1. q hevur valt at lesa, eru allar úr Norðoyggjum. Tær flestu kenna vit, so sum Beinta og Peter Arrebo, Guttorm í Múla, Páll Fangi og Rasmus í Haraldssundi og huldumaðurin, meðan aðrar eru minni kendar. Mátin, sum 1. q nú fer at arbeiða við sagnunum, má sigast at vera rættiliga øðrvísi. Ein av treytun- um er nevniliga, at tey leita sær íblástur uttan fyri skúlan til endaligu framløguna í flokkin- um. Bólkurin við søgnini um Beintu ætlar sær tí norð til Viðareiðis at taka ein stuttfilm upp inni á prestagarðinum í Ónagerði, meðan onkur annar fer út at práta við fólk um pátrúgv og annað huldusligt og ganda- kent. Men hví hevur 1. q valt at lesa sagnir, tá tað nú finst so nógv annað at velja ímillum, til dømis týðingar úr enskum, donskum o.s.fr? - Kanska vit hava brúk fyri eini pausu frá øllum tí útlendska. Hetta er í hvussu er ein fínur máti at læra eitt sindur um sína egnu fortíð og mentan og at sleppa at lesa okkurt á føroysk- um. - Tær flestu av hesum sagn- unum hava vit hoyrt sum børn, men ofta minnist man bara okk- urt hæddarpunkt ella onkran ávísan persón, og kennir í grundini ikki sjálva søgugongd- ina. Og burtursæð frá, at søgur- nar oftast eru hugtakandi í sær sjálvum, er tað eisini stuttligt, at tað ber til at fara og hyggja at støðunum, har alt hendi, eru tey í 1.q samd um. Oddvør er cool Sagnirnar eru eitt av teimum fýra høvðsverkunum, flokkurin velur og lesur í felag. Harumframt skulu tey lesa seks sjálvlisin verk, sum tey velja sjálv, har einasta treytin er, at tey eru týdd til føroyskt. Yndisbøkurnar hjá 1. q eru rættiliga ymiskar. Onkur vil helst bara lesa krimisøgur, meðan Hemingway stendur ovast á listanum hjá onkrum øðrum, men onki bendir á, at tey eru so hugtikin av Harry Potter líknandi fantasisøgum, sum tey ungu annars sigast at vera í dag. Tey vilja nógv heldur lesa realistiskar søgur, og Oddvør Johansen er avgjørt ein av toppskorarnum. - Oddvør er cool, tí søgurnar hjá henni eru spennandi og snúgva seg um okkum sjálvi og okkara gerandisdag. Og so skrivar hon á einum máli, sum øll skilja, og tey flestu brúka. Tað er kanska tað besta, heldur ein av svornu Oddvør fjeppar- unum í flokkinum. Millum sagnir og krimisøgur Bókatíðindi: Guddómiligt? Næmingarnir í 1. q á Klaksvíkar H.F skeiði halda tað vera fínt at sleppa at savna seg um sagnir úr Norðoyggjum og fáa eina pausu frá øllum tí útlendska