leygardagur 14. mai 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
TINGHELLUANALYSAN
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Føroyar hava ongantíð verið lim-
ur í ES, og heldur ikki ber til at
siga, at nøkur skipað rørsla hevur
arbeitt fyri at fáa Føroyar inn í
ES. Seinastu árini hevur spurn-
ingurin tó javnan verið havdur á
lofti. Hetta er partvíst av at
Føroyar hava munandi samhandil
við Evropa, tí Danmark saman-
sjóðar seg enn meira í ES sam-
starvið, tí ES veksur og at
handilsavtalur okkara kanska
ikki eru nøktandi, og at ES er
okkara størsti marknaður.
Men málið hevur ongantíð
fingið politiska raðfesting og er
eisini eitt av teimun økjunum,
sum kundu havt betri lagnu við
einum uttanríkisráðharra. Málið
er somuleiðis tengt at okkara
ríkisrættarligu støðu, tí vit eru
ikki Danmark, men heldur ikki
óheftar Føroyar, og er tað kanska
ein av orsøkunum til at málið
ikki hevur verið so lætt at tikið
upp. Tí eru fýra støður:
1. Føroyar uttan fyri ES sum
partur av Danmark, støðan
sum hon er í dag.
2. Føroyar uttanfyri ES sum
fullveldi.
3. Føroyar innanfyri ES sum
partur av Danmark.
4. Føroyar innanfyri ES sum
fullveldi
Fiskivinnan fyri og ímóti
Innanfyri hesar fýra høvuðs-
karmarnar eru so leistar í at
velja. Men fyrst til støðuna í
Føroyum. Løgtingið avgjørdi, at
Føroyar ikki skuldi inn í ES
saman við Danmark. Møguligt
var tá, at sáttmálin kundi fáa
gildi fyri Føroyar. 1970’ini var
eisini ein onnur tíð, altjóðagerðin
var ikki komin og Kalda Kríggið
býtti heimin sundur.
Í dag er tað enn óttin fyri at
lata valdið á fiskivinnuni frá sær,
sum oftast verður havdur á lofti,
tá kjakast verður um ES. Hetta
kemst av, at fiskivinnan er eitt
økið, sum er undir ES ræði og tí
skulu limalondini fylgja ES
avgerðum innan økið. Tey, sum
hava ávíst ágóðar av at Føroyar
gerast limur í ES hava oftast víst
á, at ES er størsti keyparin av
føroyskum havúrdráttum. Fiska-
og rækjuseljarar eru tí í størri
mun jaligir í mun til ES, tí hetta
gevur fríar ræsur inn á ES
marknaðin.
Veiðiliðið hevur tó ikki verið
líka fegið, tí óttast verður fyri at
vit so smá detta burturímillum tá
veiðirættindi, kvotur og alt annað
í fiskivinnubygnaði skal avger-
ast, og verður ræði og stýringin á
høvuðsvinnuni latið úr hondum.
Vit hoyra javnan fiskivinnu-
samfeløg í ES londum kæra sína
neyð. Her skal tó eisini leggjast
aftrat, at ætlanin er at broyta
nakað um skipanina, soleiðis at
hon ikki verður eins miðsavnað,
sum ídag.
Landsstýrið hevur valt at hava
ein temadag um ES fríggjadagin
13.mai 2005, so má eins lyndið
avgera um tað er lagnunnar
speisemi. Men endamáli er at
leggja støðið undir einum kjaki
um Føroyar og ES royndirnar frá
nøkrum alternativum, sum
Føroyar hava.
Føroyskur limaskapur.
Óli Samró vísti í samrøðu her í
Tinghelluni á, at bæði sambands-
flokkurin og tjóðveldisflokkurin
ynsktu í veruleikanum ES lima-
skap og tí eigur at bera til at
finna semju á tí, sum flokkarnir
eru ósamdir um, nevniliga
hvussu Føroyar skal hava lima-
skap, altso sum partur av Dan-
mark ella ikki.
Men tað hevur stóra ávirkan
hvussu ein limaskapur skal vera,
um hetta er ynski føroyinga.
Sum partur av Danmark verður
danski limaskapurin bert víðkað-
ur til eisini at umfata Føroyar, og
vit kunnu møguliga samráða
okkum til at fáa ein av donsku
limunum í ES tinginum. Hetta
kan so antin skipast sum ein
landslutur í Danmark ella eftir
álensku skipanini við sjálvstýri.
Áland hevur fingið nøkur und-
andtøk frá ES, men hevur eins
og onnur limalond latið frá sær
vald. ES boðaði eisini Álandi
frá, at teirra umboðan í Brússel
var ein spurningur millum
Finland og Áland, og Finland
hevur t.d. ikki vilja latið Álandi
ein sess í ES tinginum.
Skal Føroyar gerast limur sum
fullveldi, krevur tað loysing
áðrenn limaskap. Í nýggju ES
grundlógini er staðfest, at lima-
lond skulu hava minst 6 limir í
Europatinginum. Í sonevndu
kommisiónini fáa limalondini
ráðharra uppá skift. Afturat er so
beinleiðis málsøkissamstarvið í
Ráðharraráðnum og Evropeiska
Ráðið har stjórnarleiðararnir
hittast við jøvnum millumbili.
Soleiðis verður beinleiðis før-
oyska umboðanin í ES sum
fullveldi nógv sterkari. Hinvegin
hava vit ikki danska kervið at
stuðla okkum, men eru heldur
ikki bundi at dansku støðuni, fyri
at føra føroysk sjónarmið fram.
Tað er jú eisini krevjandi at
verða limur.
Uttan fyri ES
Føroyar skulu hava eitthvørt
samstarv við ES, spurningurin er
bert hvussu nógv. Løgmaður helt
eina framúrskarandi røðu herfyri
í Brúsell, har hann lat allar
møguleikar upp, sum eiga at bera
til nú um uttanríkispolitisku
heimildirnar hava tað virðið, sum
samgongan sigur.
Soleiðis kann hugsast um at
hava sektor ella økissamstarv,
skilt soleiðis at vit samráðast við
ES um hava samstarv á nøkrum
økjum, vit hava serligan áhuga í.
Dømir um hetta, sum longur eru
byrjaði, er loftferðsla og gransk-
ing. Men onnur økir eru eisini og
ein møguleiki er at koma í EBS
umvegis EFTA og soleiðis hava
eina nógv lættari atgongd til
nógvar marknaðir. Fleiri hava tó
víst á, at tíðin er farin frá EFTA
og at EFTA londini helst áðrenn
stutt tíð er fráliðin gerast limir í
ES. Tað er ikki óhugsandi, men
tað er sera torført at spáa um
menningina í ES, sum ofta hevur
fingið óvantaða vend, t.d. segði
Schlüter at ”Unionen er sten-
død”. Ynskini frá EFTA lond-
unum verða tengd at hvat hendir
í ES annars, um ES grundlógin
verður sett í verk, hvussu felags-
skapurin í veruleikanum megnar
at virka, nú hann telur 25 lond,
og hvat hendir um Turkaland
skal við. Men líkamikið hvat
EFTA londini velja, kann hetta
verða eitt fyrsta stigið hjá okkum
at verða nærri ES.
Tættari samstarv
Vit sleppa ikki undan einum
tættari samstarvi við ES, og vit
sleppa heldur ikki undan at ES
grundlógin fær stóra politiska
ávirkan á okkum undir verðandi
ríkisrættarligur viðurskiftunum.
Stóri spurninguringur er tí
hvussu vit skulu samstarva við
ES, og í hvussu stóran mun vit
ynskja at samstarva við onnur,
t.d. EFTA, Rusland og Suður-
amerika.
Vónandi gav evnisdagurin sum
var í fríggjadagin nøkur input til
m.a. hvørjar møguleikar vit hava
á hesum økinum og vónandi
verður hetta fylgt upp við einum
uppbyggjandi kjaki, sum vit
higartil ikki hava sæð innan hetta
evnið í Føroyum.
ES spurningurin er tengdur at,
hvat vit ynskja úteftir og krevur
tí eisini eina tjóðskaparliga
semju. Men tað krevur eisini tað,
at vit ikki bert tosað um fisk. ES
er annað enn fiskur og er í dag í
stóran mun ein politiskur felags-
skapur, bygdur á nøkur felags
virðir. Tí krevur tað eisini, at vit
taka støðu til tey virðini sum ES
umboðar, um vit kunnu taka
undir við teimun. Tí tað er vist,
at gerast vit limir í ES, broytir
tað Føroyar grundleggjandið. Er
ynski um limaskap, er hetta
samstundis eitt ynski um eitt
annað samfelag, har doyðurin
ikki neyðturviliga skal leggjast á
fiskivinnu. Fleiri stuðulsmøgu-
leikar verða lætnir upp, og
vinnur fáa aðrar fyritreytir, og
har skal støða m.a. takast til um
vit ynskja limaskapin fyri at fáa
stuðulspengar, ella fyri at
Føroyar skulu hava betri treytir
fyri búskaparligum sjálvbjargni.
ES er ikki bert fiskur