Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 12. mai 2005 41 Eingi tekin eru í løtuni um, at ES ætlar at broyta fiskivinnupolitikkin, og tí er føroyskur limaskapur ógvuliga ivasamur, og er hetta heldur ikki á dagsskrá í Føroyum í løtuni sigur Hákun J. Djurhuus, føroyskur sendimaður í Brússel TINGHELLA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Enn eru eingi tekin í hvørki sól, mána ella korridorum í Brússel, at ES hevur ætlanir at broyta felags fiskivinnupolitikkin, soleiðis at ávís umsøkjaralond, eitt nú Noreg og Ísland, kunna fáa sersømdir við einum møgu- ligum limaskapi. Men, viður- skiftini broytast stundum, og tí skal hetta ikki avvísast sum ein møguleiki í framtíðuni. Hetta er metingin hjá føroyska eygleiðaranum í Brússel, Hákun Jógvansson Djurhuus. - Eingi tekin eru í løtuni um, at ES ætlar sær at broyta sín sen- tralt stýrda fiskivinnupolitikk, og hetta, umframt politiska veru- leikan í Føroyum útilokar mestur føroyskan limaskap útfrá kjakin- um higartil, sigur Hákun J. Djurhuus. Arbeiðsbólkur settur Búskaparfrøðingurin Óli Samró segði fyrst í apríl mánaði, at hann metir ikki, at fiskivinnan í framtíðini verður sentralt stýrd úr Brússel. Óli Samró hevur í trý ár tikið lut í ein samstarvi í greinar búskaparligu gongdina í fiski- vinnuni í Evropa. - Í greiningini verður Europa býtt í fimm økir – Miðalhavið, Eystursjógvurin, Norðsjógvurin meðan Atlantshavið verður býtt í suður og norð. - Tað skal undra meg, um tað ikki verður møguligt at býta umsitingina av tilfeinginum á sama hátt: Antin beinleiðis til limalondini ella eftir regionalum økjum, um tríggjar so sterkar fiskiveiðutjóðir sum Norra, Ísland og Føroyar blíva limir í ES við kravið um decentrala umsiting, segði Òli Samró á Tinghelluni. Kunnu ikki siga At Norra, Ísland og Føroyar saman standa sterkari mótvegis ES er Hákun J. Djurhuus samdur við Óla Samró í, men hann ynskir ikki at gera fleiri við- merkingar. Tað eru nógvar óvissur í sambandi við tættari samstarv við ES, vísir Hákun Djurhuus á. - Vit kunnu ikki siga, at tað júst verður soleiðis og soleiðis, um Føroyar fáa limaskap í ES ella verða knýtt tættari, sigur Hákun J. Djurhuus. - Tað týdningarmesta er, at føroyingar taka eina støðu til, hvat vit vilja í mun til ES, sigur føroyski sendimaðurin í Brússel. Føroyski sendimaðurin vil ikki gera viðmerkingar til støðið á føroyska kjakinum, men hann leggur dent á, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at ES-spurning- urin verður partur av almenna orðaskiftinum. - Tað er tó sera tídningarmikið at hava í huga, at eingin vissa er í, at júst limaskapur er rætta loysnin fyri Føroyar. Tí er tað eisini sera umráðani at hol er sett á kjakið í Føroyum, soleiðis at ein júst kann koma víðari frá verandi støðu og møguliga finna røttu rókina hjá Føroyum í evropiska bygnaðinum, sigur Hákun J. Djurhuus. Fiskivinnupolitikkurin verður óbroyttur Føroyar verða virdar sum onnur líknandi lond í Brússel. Serliga í fiski- vinnuhøpi standa Føroyar sterkt í myndini, sigur Hákun J. Djurhuus, før- oyskur sendimaður í Brússel TINGHELLA Heri á Rógvi Heri@sosialurin.fo Í september gongur leiðin til enska høvuðsstaðin, London. Tá hevur steðgurin verið fimm ár. Sum umboð fyri tað føroyska fólkið hevur hann gingið aftur og fram á politisku korridorunum á ES høvuðsborgini. Millum em- bætisfólk, politikarar og lobby- istar hevur samfelagsfrøðingurin Hákun Jógvansson Djurhuus sum at kalla einsamallur føroyingur arbeitt fyri at fremja føroyskt áhugamál. Ein einsamallur riddari seinasti fimm árini. - ES er í nógvar mátar eitt stór- veldi við 25 limalondum og tveimum væl ávegis limaskapi. Í Brússel starvast 24.000 embætis- fólk hjá ES Nevndini, men tað er væl minni enn kommunala um- sitingin í fleiri av ES limalond- unum, sigur Hákun J. Djurhuus. Føroyski sendimaðurin heldur, at Føroyar verða tikið í álvara og virt innanveggja í Brússel. - Vit verða vird sum flest øll onnur lond, men vit eru nokk ikki tað fyrsta landið, ES Nevndin vendir eyguni móti at leita íblástur til evropiska rákið. - Í mun til okkara stødd geva hini londini okkum nógvan ans – serliga sum fiskivinnutjóð, sigur Hákun J. Djurhuus. Tað er ikki óvanligt at føroyska fiskidaga- skipanin verður umrødd í ES Tingunum sum fyrimynd, tá kjakast verður um broytingar í sambandi við felags fiskivinnu- politikk ES Hann nevnir eisini sum dømi, at í fiskiveiðusamráðingunum eru stundum 48.000 føroyingar upp ímóti heili fimmhundrað milliónum fólkum á ES síðuni. Nógvir møguleikar Føroyar hava sum er ein handils- sáttmála við ES. Hesin var av fyrstan tíð gjørdur í 1991, og er síðani broyttur í 1996 og 1998. Við seinastu broytingunum eru bert fýra kvotur eftir í útflutning- inum hjá Føroyum til ES. Kvotur eru enn á pilkaður rækjum, fiskafóðuri, sílum og ávísum niðursjóðaðum vørum. Heilsu- frøðiligur sáttmáli er knýttur at handilssáttmálanum í 2001. Fleiri møguleikar eru fyri tætt- ari samstarvið millum Føroyar og ES. Løgmaður vitjaði fyri stuttum í Brússel, har fram- tíðarviðurskifti ES og Føroyar millum vóru umrødd, og møgu- leikar fyri tættari samstarvi. Samstarvið við ES kann í mesta lagi gerast til føroyskan limaskap. Hákun J. Djurhuus metir tað vera ógvuliga ósann- líkt, at ein limaskapur umvegis Danmark kann koma upp á tal, sum eitt nú Áland hevur umvegis Finnland. Grundað á politiska støðuna í Føroyum, og støðuna Føroya og Danmarkar millum. Í løtuni fylgir landsstýrið einum leisti líkur tí hjá Sveis. - Sveis hevur í løtuni eina handilsavtalu og sjey seravtalur knýttar at upprunasáttmálanum. Ein tílík loysn gevur eisini nógvar av teimum fyrimunum, sum EBS samstarvið gevur, sigur Hákun J. Djurhuus. Økt umsiting Spurningurin um føroyskan limaskap er ikki á dagsskrá í Føroyum. Men hóast Føroyar ikki gerast limir, so vil eitt tættari samstarv krevja økta umsiting. - Íslendingar hava í løtuni tjúgu fólk frá almennari síðu í Brússel. Tað er greitt, at eitt samstarv innan fleiri øki við ES, sum gransking, útbúgving osfr. Kemur at krevja økta umsiting og fleiri fólk á sendistovuni, sigur Hákun J. Djurhuus. Sum er kostar føroyski sendimaðurin í Brússel umleið 1,4 milliónir krónur árliga. Nógvir møguleikar Ikki bert fiskur Vit eiga tí í viðgerðini av fram- tíðar støðu okkara mótvegis ES, at vigað samanlagt fyri og ímóti. ES er ikki bert fiskur. Tað er givið, at tað hevur vansar við sær at liggja fjarskotin langt úti í Atlantshavi, sum eitt pinkulítið oyggjaland. Men fyrimunurin við avmarkaðu støddini er, at vit skjótt tillaga samfelagið nýggj- um umstøðum. Hetta kann gerast ein trupuleiki í eini tungari ES skipan. Tí skulu vit eisini taka støðu til, um vit ynskja henda fleksibilitet og so brúka meiri orku uppá at fáa avtalur við ES á ávísum økjum, men ikki geva amboðið frá okkum at tillaga samfelagið til broytandi viður- skiftir, ella at vit velja at gera alt í einum ES karmi, sum gevur atgongd til alt kervið, men sam- stundis bindir okkum til allan bygnaðin við teim fyrimunum og vansum tað hevur við sær.