Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 90 - 12. mai 2005 TINGHELLUKRONIKK Finnbogi Ísakson finnbogi@post.olivant.fo Tað er vist ikki serliga gjølla lýst í okkara søguskriving, hvussu politikarar og embætismenn skiltu støðuna, tá Føroyar fingu heimastýri í 1948. Framman- undan høvdu vit eitt ráðgevandi Løgting og eina løgtingsskriv- stovu, sum umsat tað sindrið, sum var at umsita. Nú skuldi – hvat vit so annars siga um heimastýrislógina – annað lag koma á. Løgtingið fekk heimild at gera løgtingslógir í yvirtiknum málum. Bara tað var jú ein stór broyting frá tí, sum hevði verið. Frammanundan kundi Tingið mæla Ríkisstýrinum til at leggja eitt uppskot fyri Fólkatingið, og trygdin fyri, at lógin hevði tað rætta løgfrøðiliga sniðið og inni- haldið lá sostatt hjá donsku um- sitingini, stjórnini og Fólkating- inum. Eisini skuldi eitt landsstýri verða skipað við í minsta lagi trimum limum. Haraftrat skuldi Landsstýrið hava embætisfólk. Mær tykir, at ongin rættiliga gjørdi sær greitt, at uppgávurnar vóru heilt aðrar og størri enn frammanundan. Tað sæst kanska eina best av tí, at løgmaður og teir báðir landsstýrismenninir vóru ikki til arbeiðis hvønn dag, heldur ikki hvønn gerandisdag. Landsstýrið kom saman til fundar í Tinganesi eina ferð um vikuna. Hinar dagarnar vóru tað embætisfólkini, sum einsamøll tóku sær av fyrisitingini. Helst hevur politiska stýrið hildið, at arbeiðið fór at vera umleið tað sama, sum tað hevði verið hjá Landsnevndini. So einfalt var tað ikki. Broyt- ingin var, at løgtingslógirnar skuldu bara samtykkjast í Løg- tinginum, meðan lógir, sum eftir áheitan frá Løgtinginum kanska fóru ígjøgnum Fólkatingið, eisini vórðu viðgjørdar í fyrisitingini hjá stjórnini og síðani í Fólka- tinginum. Nú hekk tað á føroy- ingum sjálvum at gera lógar- arbeiðið nóg gott. Umframt hetta kom ein fittliga stór umsiting av øllum teimum málum, sum Løgtingið samtykti at yvirtaka beinanvegin, og tey vóru ikki so fá. Hóast alt hetta varð fyrisitingin hjá Landsstýr- inum hildin á so lágum støði sum gjørligt. Hon skuldi fyrst og fremst vera bílig. Alt bar brá av, at føroyingar lupu útí nakað nýtt og høvdu ikki fyrireikað seg til tað. Iva- leyst hevði tað verið rættari, um nakrir føroyingar høvdu arbeitt í stjórnarumsiting onkra aðra- staðni, td í Danmark, í eina tíð, áðrenn fyrisitingin hjá Lands- stýrinum varð skipað. Tað er sjálvandi lættari at siga tað í dag, enn tað var tá í fjørutiárunum, tí tað breyt í bæði borð politiskt. Nú talan er um at útvega føroyingum víðari ræsur á uttan- ríkispolitiska økinum eigur hetta sama at verða havt í huga. Ís- lendingar høvdu fólk í danska uttanríkisráðnum árini frá 1918 til 1944 við tí endamáli at læra at føra uttanríkispolitikk. Tað er vist mangt, sum bendir á, at uttanríkispolitiskt hava íslend- ingar í fullveldistíðini verið líka varnir, sum danir plaga at vera. Landsstýrið hevur ætlanir um at seta fólk á danskar sendistovur víða um heim. Vónandi verður hetta lagt konstruktivt til rættis, so at hesi fólkini kunna læra diplomati og at virka í uttanríkis- politiska umhvørvinum, sum er sera krevjandi. Eftir 1974 Støðan í fyrisitingini í 1948 var ikki so ógvuliga nógv broytt 27 ár seinni, tá eg fyrstu ferð gjørd- ist landsstýrismaður í januar 1975. Teir tænastumenn, sum vórðu settir í starv, tá Heima- stýrið kom, ella stutt eftir, vóru framvegis í starvi. Onkur nýggj- ur var tó komin aftrat. Fatanin var framvegis, at umsitingin skuldi vera bílig. Tað var tí kanska ikki so lætt hjá fyrisiting- ini sjálvari at biðja um meira fólk. Tað var jú heldur ikki óvan- ligt, at politikarar tosaðu um ta alt ov stóru og dýru umsitingina. Eftir valið í 1974 var farið undir at samráðast um eina nýggja samgongu, sum hevði verið óhugsandi bara fá ár frammanundan. Eina samgongu millum tríggjar stórar flokkar: Javnaðarflokkin, Tjóðveldis- flokkin og Fólkaflokkin. Eg var annar teirra, sum sam- ráddust vegna Tjóðveldisflokkin, og eg minnist, at ein dagin eftir ein samráðingarfund passaði táverandi skrivstovustjórin Jóhan Djurhuus sær løgir at fáa orðið á meg. Tað, hann vildi, var at siga mær, at umsitingin vónaði, at talið á landsstýrismonnum fór at vera lítið, tí annars bleiv ov nógv at gera hjá umsitingini. Tíverri kann eg ikki siga, at vit eftirlíkaðu ynskjunum hjá honum og umsitingini annars, tí í januar varð eitt Landsstýri skipað við 6 landsstýrismonnum – tað mesta nakrantíð til ta tíð. Síðani hava teir klárað at yvirhála okkum fleiri ferðir. Tað einasta var ikki, at talið á landsstýrismonnum vaks. Har- aftrat komu yvirtøkurnar, sum settu uppaftur fleiri krøv til fyri- sitingina, bæði tá mál skuldu yvirtakast og síðani, tá tey skuldu umsitast. Landsstýrið var varugt við tey øktu krøvini, og umsitingin varð nakað útbygd, men ikki nóg mikið. Neyvan var nakað at siga til, um fyrisitingin ikki var ment at gera alt, sum gerast skuldi. Í summum førum varð tí arbeiðs- megi keypt í býnum, eitt nú at gera uppskot um Ráfiskagrunn, og í øðrum førum noyddust landsstýrimenninir sjálvir at gera nakað av tí arbeiði, sum fyrisit- ingin átti at gjørt. Tað gjørdi tað ikki frægari, at fleiri av tænastu- monnunum, sum vóru settir, tá Heimastýrið var nýtt, vóru farnir at eldast, allir í senn. Tann bráða útbyggingin av landsumsitingini, sum hevur verið tey seinastu árini, skapar vanda fyri, at tað sama hendir einaferð aftrat. Tað var heldur ikki hugsingur um, at fyrisitingin sjálv kundi gera nakað granskingararbeiði og lata Landsstýrinum upprit um tað. Í slíkum førum var altíð neyðugt at lata onkran í býnum gera arbeiðið, og tað varð lítið brúkt. Einasti stovnur, sum javnan gav Landsstýrinum til- mæli í einstøkum málum, var Búskaparráðið, og har má tíverri ásannast, at skiftandi landsstýri fylgdu sjáldan ráðunum. Lítil broyting eftir mongum árum Tann lítla landsumsitingin, sum var, skuldi ikki einans nøkta tørvin hjá Landsstýrinum, men eisini vera skrivstova hjá Løg- tinginum. Tað var ikki fyrr enn væl seinni, at Løgtingið aftur fekk sína egnu skrivstovu. Tað var ein ódámlig samanblanding av lóggávuvaldi og umsitingar- valdi, at landsumsitingin var skrivstova hjá Løgtinginum. Alt Landsstýrið helt til í Tinganesi, og tað kundi vera ein fyrimunir. Tað var lættari hjá landsstýrismonnum at fáa orð hvør á annan, og tað var eisini lættari at hava samskifti millum tað politiska Landsstýrið og ta einstreingjaðu umsitingina. Hesi árini var tað eisini, at tann nógva uttanlandsferðingin hjá landsstýrismonnum rættiliga tók dik á seg, tí við loyvi frá stjórnini fekk Landsstýrið víðari heimildir enn fyrr at samráðast sjálvt, um fiskiveiðuavtalur fyrst og fremst. Tað hevði so eisini við sær, at ein ella fleiri tænastu- menn vóru ofta burturi saman við løgmanni og landsstýris- monnum. Í januar 1989 kom eg aðru ferð í Landsstýrið, og tað er synd at siga, at viðurskiftini vóru stór- vegis batnað tey 10 árini, sum vóru liðin síðan mítt fyrsta um- far í Landsstýrinum. Sum lands- stýrismaður í fíggjarmálum skuldi eg gera uppskot til eina broytta fíggjarlóg, har í minsta lagi 100 miljónir skuldu skarvast burturav tí uppskoti, sum lá frammi. Umsitingin í fíggjar- málum var lítil, og tá so fleiri fólk á deildini lógu sjúk, er tað enn ein gáta fyri mær, hvussu tað yvirhøvur læt seg gera at koma við einum uppskoti um ein hóp av broytingum. Men tað varð so gjørt. Triðju ferð, eg kom í Lands- stýrið, var tað ringa kreppuárið 1993, í apríl mánaði. Aftur hevði eg fíggjarmál. Umsitingin á øki- num var nakað útbygd tá, men ikki nóg mikið. Stjórnin hevði fleiri ferðir á máli, tá samráð- ingar vóru um lántøku, at um- sitingin hjá Landsstýrinum var ov veik. Tað skuldi ikki skiljast sum atfinning at teimum, sum starvaðust har, men var ein ásannan av, at manningin var ov lítil. Tey vóru ov fáment á fíggj- arøkinum – eins og øðrum økj- um. Landsumsitingin nýskipað Kjarnin í problematikkinum í einum samfelag er ikki propor- tionalur við landsins stødd ella fólkatal. Í prinsippinum eru problemini líka stór í einum fá- mentum sum einum fjølmentum samfelag. Tað er td líka torført at gera eina skattalóg fyri 48.000 fólk sum 5 miljónir fólk. Ella skúlalóg. Ella almannalóg. Hjá okkum hevur tað í heilt stóran mun verið soleiðis á skúla- og almannaøkinum, at vit hava skrivað danskar lógir av. Einki ilt um tað, tí tað munna vera nakrir av bestu heilum Dan- markar, sum hava skrivað hesi lógaruppskot. Men tað hevði kanska verið rættari at gjørt meira við at laga lógirnar til tey serligu føroysku viðurskiftini. Eftir kreppuárini fyrst í nítiár- unum kom danskur serfrøðingur higar, boðsendur av Landsstýr- inum, at gera tilmæli um ný- skipan av landsumsitingini. Hansara uppskot var, at vit skuldu gevast við teirri ein- streingjaðu umsitingini við ein- um skrivstovustjóra og í staðin skipa 6 aðalstýri, sum seinni hava fingið heitið aðalráð. Vit fingu í roynd og veru 6, 7 ella 8 landsumsitingar í staðin fyri eina. Hetta hevur økt talið á starvs- fólki til tað fleirfaldaða, og sjálv- andi hava útreiðslurnar fylgt við. Nú er so hetta skipanin, og eg haldi tað ikki vera ráðiligt at gera nýggjar skipanir fyri lands- umsitingina aðruhvørja løtu. Nú má tað stórt sæð standa sína roynd, í hvussu so er í eina tíð. Kanska kundu onkrar av dupult- Politikarar o Í einari undanfarnari Tinghellugrein greiddi Kári á Rógvi við við- merkingum frá einari ráðstevnu um “samstarv millum politikarar og fyrisiting”. Eg var ein teirra, sum helt fyrilestur á ráðstevnuni. Henda greinin er ein dagføring av tí, eg segði