Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 12. mai 2005 43 funktiónunum verið skornar burtur fyri at spara nakað. Í hvørjum ráði er ein lógardeild og ein lønardeild. Mundi tað ikki verið nóg mikið við einari lógar- deild og einari lønardeild fyri øll ráðini? Sum landsstýrismaður havi eg tríggjar ferðir starvast undir teirri gomlu skipanini við fámentari, einstreingjaðari landsumsiting, meðan eg ongantíð havi starvast undir hesi nýggju skipanini. Tað, eg kenni til hesa skipanina, er sum borgari í samfelagnum og løgtingsmaður. Sum borgari havi eg ta atfinning, at avgreiðslan tykist ikki at ganga skjótari enn fyrr. Eg havi bara einaferð sum borgari sett hesi nýggju umsit- ingini ein skrivligan fyrispurn- ing. Tað tók tvey ár ella meir at fáa svar. Harafturímóti, tók tað onga tíð sum politikari at spyrja táverandi løgmann um hernaðar- málið. Sum løgtingsmaður skal eg harafturímóti rósa umsitingini fyri tað tilfar, sum hon letur úr hondum. Nú er umsitingin so væl útgjørd við væl útbúnum fólki, at tað ber til at lata Løg- tingið fáa greint tilfar til aðal- orðaskifti. Somuleiðis er fram- løgan av fíggjarlógini munandi betri enn fyrr. Umframt sjálva fíggjarlógini við øllum greinum og undirgreinum, fáa tingmenn eisini eitt hefti við lyklatølum, sum er sera hent. Nú er bara at ansa eftir, at ikki ov nógv tilfar rekur inn um Ting- sins dyr. Eg hugsi her um, at skal ein fólkatingsmaður lesa alt tað, hann fær upp í hendi í Fólkating- inum, so ger hann einki annað uttan at lesa alt árið. Ta støðu eiga løgtingsmenn ikki at koma í. Góð álitisviðurskifti millum politikarar og fyrisitarar eru alt- avgerandi fyri at fáa góð úrslit. Eru viðurskiftini millum politik- arar og fyrisitarar vánalig, ber einki til. Tað næsta er, at allir politik- arar eiga ikki at hava sum sítt fremsta mál at broyta alt, hvørja ferð eitt stýri skiftir. Nakað verð- ur skapt av nýggjum, og nakað verður broytt, men tað kann gerast heldur troystarleyst hjá embætisverkinum alla tíðina at sita og broyta alt tað, sum sama embætisverk hevur verið við til at sett í gongd beint framman- undan. Tað man vera lítið eggj- andi at sita í fleiri ár og gera eina skipan saman við einum lands- stýrismanni og so beint aftaná, at alt er farið at virka, at fáa ein annan landsstýrismann, sum vil hava alt tað gamla vekk. Ongin okkara tímir serliga væl at gera arbeiði okkara umaftur. Vit skula minnast til, at em- bætisverkið eigur at vera óheft, og tað er skyldan hjá tí at virka loyalt fyri tí til eina og hvørja tíð sitandi stýri. At embætisverkið skal vera loyalt merkir ikki, at tað ikki skal gera politiska valdið varugt við, hvørjar lógir og reglur eru galdandi. Tað hevur ikki altíð verið gjørt. Einaferð samtykti Tingið at geva Lands- stýrinum heimild at veita veð- hald fyri skipabygging upp til 25 mió.kr. Mong ár seinni fekk eg at vita, at vísandi til hesa lógina vóru veðhald givin fyri fleiri 100 mió.kr. Ikki minnist eg, at nakar gjørdi vart við, at veðhaldini vóru farin langt upp um loyvda hámarkið. Politikarin hevur ábyrgdina Tað er altíð politikarin, sum hev- ur ábyrgdina av tí, sum verður gjørt. Eisini í teimum førum, tá onkur í fyristingini hevur gjørt feilin. Tað kann tykjast eitt sind- ur órímiligt, men gerst kanska ikki øðrvísi. Hetta er so tann skipan, sum er galdandi í danska ríkinum. Tó segði Poul Schlüter á ráðstevnuni herfyri, at hevði ein ungur og nýggjur starvsmað- ur gjørt ein feil, hevði politikarin neyvan “hingið uppá tað”. Var tað onkur í hægri starvi, so var tað politikarin, sum hevði ábyrgdina. Tí var tað eisini politiska valdið, sum hevði alla ábyrgdina av teirri trongstøðu, sum tað almenna kom í fyrst í nítiárun- um. Síðani hava vit fingið eina størri, betri og sterkari fyrisiting. Og lat meg siga tað bart út: stundum tykir mær, at tænastu- menninar stinga nøsina heldur langt fram. At teir hava hug at taka ræðið av politikarunum. Hetta gjørdi seg serliga galdandi eftir, at kreppan hevði tikið seg upp. Men tað eigur ikki at henda, at vit fáa eitt embætismannastýri, tí embætismenninir skula ikki standa veljarunum til svars í minsta lagi fjórða hvørt ár. Lat- um okkum so heldur hava eitt politikarastýri við øllum teimum veikleikum, sum tað kann hava við sær. Veljararnir kunna skifta politikararnar út, men ikki em- bætisverkið. Politikararnir eiga at fara væl við embætisverkinum, men kortini vera varnir uttan tó alla tíðina at illteinkja øll fyri alt ilt. Tað kann jú vera nokkso lætt hjá einum embætismanni at lokka politikaran út á djúpt vatn. Eg veit einki beinleiðis dømi um, at tað er gjørt í Føroyum. Men tað er altíð klókt at lesa alt tað gjølla ígjøgnum, ein sum landsstýrismaður hevur við at gera. Annars kann tað henda, sum hendi einum landsstýris- manni fyri mongum árum síðani, at í hansara uppskoti um frið- ingarlóg var komið at standa okkurt um seyðalík í haganum. Tað plaga vit annars at kalla deyðseyða. Í hesum sambandi kann eg illa lata vera við at nevna Bjørn Westh, fyrrverandi danskan ráð- harra, sum var her í Føroyum tvær ferðir, tá bankakanningin var fyri. Sum løgmálaráðharri setti hann forboð fyri, at Salman Rushdie fekk innferðarloyvi til Danmarkar at taka ímóti einari heiðursløn. Tað elvdi til mikið rok bæði innan- og uttanlands, og forsætisráðharrin noyddist at broyta avgerðina. Tá stjórnin varð skipað av nýggjum, gjørdist Bjørn Westh ferðslumálaráðharri. Hann legði uppskot fyri Fólkatingið um at broyta ferðslulógina. Ein av broytingunum hevði við sær, at tilflytarar sluppu ikki at koyra hýruvogn í Danmark. Eisini tað mátti rættast. Eg havi hvørki lisið um tað ella hoyrt tað nakrastaðni, men eg havi ein grumman illtanka um, at onkur í embætisverkinum vildi hava ráðharran at blamera seg. Fyrst í løgmálaráðnum og síðani ferðslumálaráðnum. Strutsurin og høvdið í sandinum Eg havi hug til at nevna ein politikara, sum læt embætismann lumpa seg: Vit kenna øll málberingina “at stinga høvdið í sandin sum strutsurin og ikki síggja nakran vanda ella trupulleika”. Eg sigi bara: takið ikki hatta upp á tungu, um ein avstraliari er til staðar, tí vandi er fyri, at hann kódnar í látri. Avstraliarin veit nevniliga, at strutsurin stingur ikki høvdið í sandin, tá vandi er á ferð, tí so hevði hann helst verið kvaldur. Grunar hann ein vanda, sum er langt burturi, leggur hann seg skerflatan og toyggir hálsin frameftir, so hann sær, um vandin nærkast. Nærkast vandin, ger strutsurin sum flest øllum onnur dýr: spelar avstað at finna tryggleika onkrastaðni. Tað er bara tann klóka uglan, sum blundar og heldur, at tá hon einki sær, síggja hini heldur einki. Hvussu ber tað so til, at hand- an søgan um strutsin er vorðin so kend? Jú, tað er tí, at ameri- kanski forsetin Woodrow Wilson helt eina talu 1. februar í 1916, har hann fyrireikaði amerikan- arar uppá, at USA kundi ikki sum frá leið halda seg burtur frá krígnum í Evropa. Hann tók soleiðis til: “Amerika kann ikki vera sum ein strutsur og stinga høvdið í sandin og siga, at eg síggi ikki Evropa.” Gud náði tann embætismann, sum hevði skrivað ta taluna. og fyrisiting TINGHELLUKLUMMAN Thomas Arabo Havi ofta hugsað, at tað var nationalistur, ein skuldi verið. Alt ella einki – dermed basta. Ongantíð noyðst at hugsað um at funnið loysnir, íð røkka ávegis ella partvís á mál. Í mínum hugaheimi eitt sindur barnsligt – fái eg ikki alt, so skal eg einki hava. Realitetssansur og jørð- forbindilsi góvu úrslit Vit, sum hava eygleitt gongdina í tinginum nú yvirtøkulógirnar vóru fyri og minnast heima- stýristíðina, kenna nógv aftur frá tí tíðini, ið var áðrenn Tjóð- veldisflokkurin luttók aktivt í landspolitikki. Tá var sama søgan. Í 1974 komu teir so upp í part. Tá vóru tað nakrir í flokkinum sum høvdu realitets- sans og jørðforbindilsi – orð íð sjáldan hoyrast í dag – sum syrgdu fyri, at flokkurin kom upp í praktiskan politik. Og teir vóru óførir – fingu ávirkan og funnu loysnir saman við øðrum. Romantiska linjan skaðilig Romantikara linjan, ið flokk- urin seinastu 8 árini hevur ført, hevur verið skaðilig fyri landið alt. Tey seks árini í Landsstýr- inum blivu brúkt at føra kríggj við danir – eitt kríggj, ikki fyri at finna loysnir, men fyri at vinna atkvøður heima. Fjøl- miðlakríggj kallaði onkur tað. Samstundis var ikki fylgt við, hvat fyrifórst í tí vinnuliga partinum av Landsstýrinum, við tí úrsliti, vit síggja í dag. Arbeiðsleysir demagogar og konstruktiv framtíð Yvirtøkulógin kemur fyrst og fremst at gera demagogarnar í tjóðveldisflokkinum arbeiðs- leysar, tí nú má plátan har “danin er fanin “ skrottast og onnur leið gangast. Tað er hóast alt ein breiður meiriluti á Før- oya Løgtingi, sum hevur sam- tykt vegin frameftir. Tað skal vera mín vón, at tá tingið hevur verið í summarfrí og bylgjurnar hava lagt seg, so kemur Tjóðveldisflokkurin inn á pallin aftur sum ein konstruk- tivur flokkur og luttekur í fyri- reikingini av framtíðini hjá tí landi, ið vit øll eru góð við. Nógv stórmál í næstu framtíð Her eru nógv stórmál beint fyri framman, har allar tær góðu kreftirnar, um ikki innantings í Tjóðveldisflokkinum, so í flokkinum annars, avgjørt eiga at fáa ávirkan á. Her hugsi eg millum annað um EU spurn- ingin og eina møguliga olju- framleiðslu við Føroyar. Harmuligt um ein so gávurík fjøld av fólki, sum flokkurin umboðar, ikki setur nøkur konstruktiv fingramerkir her. Hans Pauli Johannesen á Saltsøluni sáli plagdi mangan at siga: “Ein skal ikki vera for- nermaður longri, enn tað betalur seg” – vísdómsorð, serliga í politikki. Alt ella einki hugsjónin spælt fallitt – enn eina ferð