leygardagur 14. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Volkswagen víðka nú
modellskánna hjá Golf-
inum við Golf Plus, ið
er rúmligari, hægri at
sita í og liðiligari inn-
rættaður. Sjálvt størstu
persónar sita eins væl
bæði framman og aftan
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin
VW Golf hevur seinastu 30
árini verið leiðarin í sínum
klassa, og tá fleiri av kapping-
arneytunum gera nógv burt-
urúr rúmligheit og liðiligari
innrætting, hava Volkswagen
so valt at gera Golf Plus sum
enn eitt tilboð. Golf Plus er
næstan 10 cm hægri enn tann
vanligi Golfurin.
Hóast Golf Plus sær nakað
annarleiðis út, og er annar-
leiðis innrættaður, er eingin
ivi um, at hann er ein VW
Golf.
Instrumentborðið er nýtt,
og kabinan er annarleiðis inn-
rættað. Baksetrini kunnu flyt-
ast aftur og fram, soleiðis at
man kann velja ímillum betri
beinpláss aftan ella størri við-
førisrúm. Við baksetrunum
løgd niður er viðførisrúmið
1450 litrar.
Á trygdarøkinum kunnu vit
nevna, at umframt ESP (Elec-
tronic Stabilisation Program)
og seks airbag hevur Golf
Plus LED-baklyktir, og hann
fæst eisini við bixenon-for-
lyktum, ið snara við, tá bilfør-
arin snarar rattinum.
Eins og Golf verður Golf
Plus eisini gjørdur í útgávu-
num Trendline, Comfortline
og Sportline. Síðuspeglini
hava innbygd blunkljós.
Í fyrstu atløgu verða fýra
motorar at velja í millum,
tveir bensin og tveir TDI die-
sel.
Bensinmotorarnir verða:
1,4 litur við 75 hk, og 1,6 litur
FSI við beinleiðis innspræn-
ing og 115 hk, og turbodiesel
motorar verða: 1,9 litur TDI
við 105 hk, og 2,0 litur TDI
við 140 hk. Seinni koma aðrir
motorar við í skránna. Allir
motorarnir lúka tey strongu
EU4-krøvini til umhvørvis-
vernd.
Prísirnir byrja við kr.
216.000 fyri ein 1,4 litur ben-
sin við 75 hk, og dieselprísir-
nir byrja við 262.000 fyri ein
1,9 TDI við 105 hk.
Golf Plus kunnu síggjast og
roynast á Bilasøluni hjá Øss-
uri og Schumann í Hoyvík.
Stórt pluss til VW Golf
Nógv er gjørt burtur úr rúmligheit
og liðiligari innrætting
VW Golf Plus er næstan 10
cm hægri enn vanligi Golfurin
Mynd: Jens Kristian Vang