Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2005 5 Støðan, sum fak- feløgini eru komin í, er rættiliga keðilig. Men tað mest avgerðandi í mál- inum, er ikki broytt VERKFALL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ein rættiliga harmilig støða. Men tað góða er, at tað, sum er mest avgerðandi, stendur fram- vegis við. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum var tann, sum stóð á odda fyri at sameina fak- feløgini á almenna arbeiðs- marknaðinum at mótmæla at landsstýrið brúkar fúta- rættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Tað endaði við, at 25 fak- feløg gjørdi av at lýsa 24 tíma arbeiðssteðg á midnátt hóskvøldið. Men í Fimmaranum mikukvøldið umrøddi Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkra- røktarfrøðingar, ósemjuna á Landssjúkrahúsinum og tað hevur síðani fingið fleiri fakfeløg at avlýsa verkfall- ið aftur, tí tey siga, at tað var ein heilt greið avtala, at ósemjan um føðideildina skuldi haldast uttanfyri hetta tiltakið hjá fakfeløg- unum. Gunnleivur Dalsgarð vil ikki leggja seg út í tað, sum varð sagt í fimmaranum og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til ítøkiligu avgerðina hjá fleiri feløg- um at avlýsa verkfallið. – Men tað, sum er hent er ómetaliga harmiligt, tí tað fær fólk at venda eyguni skeiva vegin og at fáa málið at snúgva seg um onnur viðurskifti enn tað í veru- leikanum snýr seg um. – Vit løgdu alla tíðina dent á, at hetta hevði onki við støðuna á Landssjúkra- húsinum at gera, men nú er tað kortini blivið ein partur í málinum. Kortini vísir Gunnleivur Dalsgarð á, at tað gleðiliga er, at kjarnin í málinum stendur eftir. – Hetta var eitt sera ein- falt mál. Tað snúði seg um at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin til at loysa ósemjur á arbeiðsmarknað- inum. Og tað snúði seg um at gera tað á ein hátt sum fekk myndugleikarnar at skilja, at hetta var álvari. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at hetta er tað einasta av- gerðandi í málinum og alt tað stendur rimmarfast eftir og tað er positivt. Tað er eisini positivt, at tað eydnaðist so at siga øll- um fakfeløgunum at tosa saman og koma til eina felags niðurstøðu. Tað er eisini søguligt, at fakfeløgini boðað frá ein- um verkfalli meiri enn eina viku áðrenn tað verður. Og Gunnleivur Dalsgarð leggur sær eisini í geyma, at hóast fakfeløg hava avlýst verkfallið, boða tey frá, at tey framvegis taka fult undir við mótmælinum ímóti, at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemj- um á arbeiðsmarknaðinum. – Tað hjaldi eg, at lands- stýrið eigur at leggja sær í geyma, leggur hann afturat. Fer hetta at ávirka framtíð- arsamstarv ímillum fakfel- øgini? – Tað havi eg onga við- merking til. Men gott er tað ikki. Annars sigur hann, at frá- boðanin frá Starsvmanna- felagnum um at fara í verk- fall í 24 tímar frá á midnátt hósvøldið, stendur við. Ein rættiliga keðilig støða – Eg eri ikki fegin um fleiri fakfeløg nú hava avlýst verkfallið í næstu viku, men vit kendu treytirnar, sigur formaður í Postfelagnum VERKFALL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg haldi ikki, at talan var um nakað stórt brotsverk. Men tað var í øllum førum illa umhugsað. Sunleif Højgaard, for- maður í Føroya Postefelag, er harmur um støðuna, sum er íkomin ímillum fakfel- øgini eftir at 25 fakfeløg týsdagin samdur sum at fara í eitt 24 tíma langt mótmælisverkfall á midnátt hóskvøldið. Hóast fleiri feløg síðani hava avlýst verkfallið, ætlar Postfelagið at standa við semjuna, sum er gjørd- í hvussu so er sum støðan er í løtuni – Vit hava ikki viðgjørt støðuna eftir at fleiri feløg hava avlýst verkfallið aftur, so fyribils liggur onki ann- að í kortunum, sigur for- maðurin. Hann ásannar kortini, at tað er ein nýggj støða, nú fleiri feløg hava avlýst verkfallið aftur og hann heldur, at verður fráfallið størri, fer Postfelagið eisini at umhugsa sína støðu. Enn er kortini ongin fundur í Postfelagnum avtalaður. Hóast Postfelagið ikki hevur viðgjørt støðuna aftur, staðfestir Sunleif Højgaard fyri sína egnu rokning, at ein partur av grundarlagnum er dottin undan verkfallinum. – Men mótmælið frá fak- feløgunum hevur longu tænt sínum endamáli við tað, at vit hava gjørt vart við, hvussu álvarsamt vit meta støðuna. Orsøkin til at fleiri feløg hava avlýst verkfalli er, at forkvinnan í felagnum før- oyskir sjúkrarøktarfrøðing- ar tosaði í Fimmaranum mikudagin um stríðið á føðideildini, hóast feløgini høvdu avtalað, at tann ósemjan skuldi haldast heilt uttanfyri mótmælið hjá fakfeløgunum. Tað vil formaðurin í Postfelagnum ikki so so nógv um. Hann vil kortini ikki ikki siga, at tað var skeivt av forkvinnuni hjá sjúkrarøkt- arfrøðingunum at siga sína hugsan í Fimmaranum. – Men tað var í hvussu so er ikki tað smartasta. Støð- an á Landssjúkrahúsinum er sera spent og tí var tað betri ógjørt, leggur hann afturat. Kortini viðurkennir Sun- leif Højgaard at vit hava talurætt í Føroyum, men í hesum føri fekk tað so tær avleiðingar, sum vóru væntandi. – Eg haldi ikki at for- kvinnan í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingarnir hevur forbrotið seg so ógvusliga. Men sum støðan var, gjørdust hetta ein trup- ulleiki og tað var ikki óvæntað, tí feløgini høvdu eina greiða semju um at ósemjan á Landssjúkrahús- inum skuldi ikki dragast upp í málið. – Tí kendu allir partar fortreytirnar. Men eg eri harmur um, at hendan støð- an er íkomin. – Men hetta broytir kortini ikki ta støðu, at øll fakfeløgini framvegis eru púra samd um, at tey góð- taka ikki, at fútarætturin verður brúktur at steðga ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum. Tí heitir hann staðiliga á bólkin, sum arbeiðir við tí víðkaða gerðarrættinum um at gera seg lidnan. Tað var týskvøldið, at 25 fakfeløgini samdust um at fara í verkfall fyri at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Verkfallið skuldi bara raka tann partin av virk- seminum hjá hesum fel- øgum, sum hevði við landið at gera. Tað var ósemjan á føðideildini, sum fekk Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at lýsa verkfall á teimum trimum sjúkrahúsunum og á heilsuskúlanum í Suðuroy. Hetta fekk landsstýrið at leggja málið fyri fúta- rættin við kravið um, at bann varð sett fyri verk- fallinum og tað fekk landsstýrið viðald í. Hetta var beinleiðis orsøkin til, at fakfeløgini á almenna arbeiðs- marknaðinum samdust um at fara í 24 tíma verk- fall frá á midnátt hós- kvøldið 19. mai til á midnátt fríggjavkøldið 20. mai. Men fakfeløgini løgdu størsta dentin, at verk- fallið er eina og aleina lýst fyri at mótmæla prinsippinum í, at Lans- stýrið brúkar fútarættin til at steðga eini ósemju á arbeiðsmarknaðurin. Sostatt løgdu tey sam- stundis størsta dentin á, at hetta hevði onki við ósemjuna á føðideildini at gera og at tann ósemj- an skuldi undir ongum umstøðum dragast uppí hetta tiltakið hjá fakfel- øgunum. Verkfallið var einans ætlað at vísa myndug- leikunum, hvussu álvar- samt fakfeløgini meta tað, at landsstýrið brúkar fútarættin sum eitt arbeiðsrættarligt amboð. Men í Fimmaranum mikudagin umrøddi for- kvinnan í felagnum før- oyskir sjúkrarøktarfrøð- ingar ósemjuna á føði- deildini í eini sending, sum snúði seg fútarættin sum arbeiðsrættarligt amboð. Tað hevur fingið fleiri fakfeløg at avlýsa verk- fallið aftur, tí tey siga, at hetta er brot á eina greiða avtalu ímillum fakfeløgini. Hóast fleiri feløg hava avlýst verkfallið, standa tey fast við semjuna ímillum fakfeløgini um at mótmæla, at lands- stýrið leggur arbeiðs- ósemjur á arbeiðsmarkn- aðinum. Kortini er tað greitt, at fleiri onnur feløg standaf ast við fráboðaða verk- fallið. Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Janu H. Dalsgaard, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fleiri feløg avlýst verkfallið Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmananfelagnum hevði ein savnandi leiklut, tá ið fakfeløgini gjørdu av at fara í eitt 24 tíma mótmælisverkfall. Hóast støðan nú er keðilig, heldur hann at tað mest umráðandi stendur eftir Hatta var ikki serliga smart