Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 um kvalitetin á bilunum, ella hvussu skjótt teir kundu koyra. Tí bleiv framleiðslan so dýr, at teir í 1969 løgdu saman við Fiat. Ferrari er millum heimsins fremstu framleiðarar av super sportsbilum. Tilsamans hava teir síðan byrjan framleitt umleið 100.000 bilar, har umleið 80.000 koyra enn í dag. Ferrari býurin Maranello er í dag eitt av stóru ferða- málunum í Evropa. Ferðafólkini vitja t. d. Formel 1 banan í Immola, savnið Galleria Ferrari, testbanan Fiorano, Ferrari Club Maranello og sjálva Ferrari verksmiðjuna. Oljufelagið Shell og Ferrari hava havt drúgt samstarv. Til Formel 1 kappingar hevur Shell latið brennievni og smyrjiolju til Ferrari í mong ár, samstarvið byrjaði í 1950. Árliga letur Shell 300 oljuveit- ingar til Ferrari á 24 koyr- ibreytum í 15 ymiskum londum. Fotomodellirnar Ann L. Henriksen, fri- sørlærlingur, 17 ár, og Lisa N. Lam- hauge, studentaskúlanæmingur, 18 ár, við 21 ára gamla Ferrari 308 GTS/i. Ann fyllir 18 ár í november, og Lisa er í ferð við at taka koyrikort Mynd: Jens Kristian Vang Søgan hjá Ferrari búmerkinum Eitt av heimsins best kendu bú- merkjum man vera tað hjá Ferrari. Svarti hesturin á gulari bakgrund. Undir fyrra veraldarbardaga hevði ein kendur italskur flogskipari, Francisco Baracca, ein svartan hest sum búmerki í sínum flogfari, so fíggindin visti hvør hann var og skuldi ansa sær. Hesin flog- skiparin skjeyt ikki minni enn 34 flogfør niður, áðrenn hann sjálvur bleiv skotin og datt niður í við býin Montello. Eftir kríggið lótu foreldrini hjá Baracca búmerkið við svarta hestinum til Enzo Ferrari, sum setti hestin í eitt búmerki við gulari bakgrund, ið er liturin hjá býnum Modena, har virksemið hjá Ferrari byrjaði av fyrstan tíð.