mikudagur 18. mai 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 18. mai 2005
3
– tá tað verður sett av
Tony Blair mikudagin
TILTAK Í LONDON
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Mikudagin
verður
stór
samkoma í London, har
fokus verður sett á Føroyar
sum framtíðar íløguland.
Tað er føroyska umboðs-
stovan, sum skipar fyri til-
takinum, ið hevur til enda-
mál at eggja útlendskum
íleggjarum at seta pengar í
føroyskt vinnulív. Her verð-
ur serstakliga hugsað um
eina møguliga framtíðar
oljuvinnu m og komandi
privatiseringar av almenn-
um fyritøkum.
Umleið 80 vinnulívsfólk
og tíðindafólk hava teknað
seg til tiltakið, har tað fer at
verða greitt frá møguleik-
unum at gera íløgur í Før-
oyum í framtíðini. Fíggjar-
málaráðharrin Barður Niel-
sen fer at røða eins og um-
boð fyri Oljufyrisitingina
og føroyska oljufelagið
Føroya Kolvetni fara at
greiða frá. Týsdagin fara
umboð fyri føroyskt vinnu-
lív við Atlantsflogi til
London at vera við til til-
takið, sum føroyski um-
boðsmaðurin John Rajani
er vertur fyri. Eisini verður
høvi at vitja á donsku
sendistovuni í býnum.
Í sambandi við vitjanini
er ætlanin eisini at skipa
fyri øðrum tiltøkum. Miku-
dagin bjóðar Statoil í Lond-
on til kunningarløtu, har
framløgu verður um virk-
semið hjá Statoil í Bret-
landi við serligum atliti til
gassmarknaðin.
Sama dag verður bretska
parlamentið sett fyrstu ferð
eftir valið. Tá verða eisini
umboð fyri landsstýrið til
steðar. Fíggjarmálaráðharr-
in fer at vera millum gestir-
nar, tá starvsfelagi hansara
Gordon Brown og Tony
Blair forsætisráðharri fara
at leggja fyri og seta tingið.
Ætlanin er so eisini, at
føroysku umboðini skulu
vitja á London Stock Ex-
change.
Bárður Nielsen, fíggjar-
málaráðharri skal eisini
vitja á oynni Man, har hann
fer at kunna seg við ser-
støku støðuna, sum oyggin
hevur á eitt nú fíggjarmark-
naðinum.
Starvslýsing
Undirstjóri til Føroya Realkreditstovn
Heiðavegur 15
Postboks 190
FO-600 Saltangará
Telefon 34 34 54
Telefax
Correspondent Firm of
International
a Swiss Cooperation
KPMG
SPEKT statsaut.
revisorar Sp/f.
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Staravegur 17
Postboks 3258
FO-110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefax 34 34 35
Fyri Føroya Realkreditstovn verður søkt
eftir undirstjóra at byrja skjótast til ber.
Virksemið hjá Føroya Realkreditstovni
fevnir um útlán við veð í fiskiførum, flót-
andi eindum og førum í frálandsvinnu og
fiskaaling við heimstaði í Føroyum.
Stovnurin verður stjórnaður av einari
trímannastjórn, ið verður tilnevnd av
landsstýrismanninum í Fíggjarmálum.
Á stovninum eru 2 starvsfólk, umframt
undirstjóran.
Undirstjórin hevur ábyrgdina av dagligu
leiðsluni av Føroya Realkreditstovni við
ávísing til stjórnina.
Stjórin skal í neyvum samarbeiðið við
stjórnina, hava ábyrgdina av dagligu
leiðsluni av framhaldandi rakstri
felagsins, herundir skipa fyri veitan av
lánum og røkt av núverandi lánum.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Um Føroya Realkreditstovn
Starvið
Umsøkjarin
Umsóknir
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin:
? hevur hollan ástøðiligan og praktisk-
an kunnleika til roknskap og fíggjar-
viðurskifti
? hevur hollan kunnleika til vinnuøkini
sum útlánini hjá stovninum fevna um
og samfelagsviðurskifti sum heild
? hevur leiðsluroyndir
? dugir at arbeiða sjálvstøðugt
? hevur góð samstarvsevni
? dugir væl at málbera seg í skrift og
talu.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir, skal sendast til SPEKT
statsaut. revisorar Sp/f, í seinasta lagi
15. juni 2005.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Árna Ellefsen á telefon
34 34 45 ella 54 34 45.
Allar upplýsingar og umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Bárður Nielsen í bretska parlamentinum
Tony Blair
og Gordon
Brown
Bárður Nielsen
-so eru tit við!