Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 91 - 18. mai 2005 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tryggingarfelag Føroyar P/F kunngjørdi fríggja- dagin ársroknskapin fyri 2004. Roknskapurin vísur eitt munandi betur úrslit av tryggingarvirkseminum, enn árið fyri. Hóast útgjaldið fyri skaðar er 13 milliónir størri í 2004 enn 2003, er avlopið av tryggingarvirkseminum 7,5 milliónir. Hetta er sambært Tryggingarfelag- num Føroyar P/F nøktandi. Gunnar í Liða, forstjóri sigur, at avlopið fyrst og fremst kemur av betri endurtryggingum. Ella við øðrum orðum, at skaðarnir vóru av sovorðnum slag, at meiri fekst aftur í endur- tryggingini. Men eisini tryggingargjøldini fóru eitt vet upp, úr 274,2 milli- ónum til 274,9 milliónir. Samlaða úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Før- oyar P/F áðrenn skatt gjørdist 24,4 milliónir. Tryggingarfelagið Før- oyar P/F er partur av Trygg- ingarkoncernini, sum um- framt felagið er móðurfelag hjá m.ø. TF Holding P/F. Samlaða eginognin í konsernini er nærum 1,3 milliardir, og samlaða úr- slitið fyri koncernina í 2004 varð áðrenn skatt 71,9 milliónir. Hetta er ein vøkstur við 27,8 milliónir í mun til 2003. Koncernin metir, at hetta er nøktandi undir teimum fortreytum, ið vóru galdandi í 2004. Á aðalfundinum í Trygg- ingarfelagnum, varð øll nevndin afturvald. Í nevndini sita, Trygvi F. Guttesen, Birgir Mohr, Durita Bjellvåg, Leif Ell- ingsgaard, Jógvan Lützen, Jan Müller, Ronald Poul- sen, Emil Simonsen og Jákup Sólstein. Betri úrslit hjá Tryggingar- felagnum Føroyar P/F Blái Krossur Føroya Heiðavegur 6 . 620 Runavík . Tel 470 700 . Faks 470 701 . blakross@blakross.fo . www.blakross.fo > Móttøka Høvi verður eisini at síggja málningaframsýning við Meinhardi Hansen. Í sambandi við, at vit eru flutt í nýggj høli, í kjallaranum á Hotel Runavík, Sjómansheiminum, bjóða vit til almenna móttøku mikudagin 18. mai kl. 15-18. Nevndin í Tryggingarfelagnum Føroyar var afturvald á aðalfundinum fríggjadagin. Ì henni sita: Trygvi F. Guttesen, Birgir Mohr, Durita Bjellvåg, Leif Ellingsgaard, Jógvan Lützen, Jan Müller, Ronald Poulsen, Emil Simonsen og Jákup Sólstein