Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 5 MÓTMÆLI Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í sambandi við tingfundin leygardagin skipaði Unga Tjóðveldið fyri mótmælis- fundi uttan fyri tinghúsið. Tiltakið varð hildið undir heitinum »Føroya Løgting – Til sølu«. Hetta var mótmæli ímóti politikkinum hjá samgong- uni, serliga ímóti uttan- ríkispolitisku heimildar- lógini, sum varð viðtikin í Løgtinginum. Hóast mótmælisfundurin var ímóti Føroya Løgtingi, so noyddust mótmælis- fólkini at banka á dyrnar hjá løgtinginum fyri at biða um streym. Ein leidningur varð lagdur inn í kjallaran á gomlu telefonstøðini, og so kundi ljóðannleggið tendrast. Nøkur hundrað fólk lut- tóku á fundinum. Røðarar vóru Rúni Nielsen, Marna Jakobsen, Kaj Vágfjall og Oddfríður Rasmussen. Umframt røðurnar luttók eisini fullveldispunk- bólkurin 200. Tað spældi ikki stillisliga av, har vóru punk klassikarnir, »Jóann- esar táttur« og »Visse tú ikki ert við uppá loysing, so ert tú skíti klikkaður« _ hesin seinni við nýggjum heiti og teksti: »Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne«, men eisini løgini av nýggju fløguni »Null hugsjón«, »Hin sam- bandsflokkurin«, »Tað stóra bankaránið« og »Drotningavitjan«. Meðan 200 spældu var gangurin øðiligur inni í Løgtinginum, og nógvir tinglimir reistust fyri at hyggja út gjøgnum glugg- an. Tá atkvøtt varð um misálitisuppskotið, sum Tjóðveldisflokk- urin hevði sett fram ímóti løgmanni, fall tað við 18 atkvøðum í móti, 9 fyri og 1 blankari MISÁLITISUPPSKOT Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tey, sum atkvøddu fyri misálitinum, vóru tey sjey umboðini hjá Tjóðveldis- flokkinum, sum vóru til staðar og bæði umboðini hjá Miðflokkinum. Kári P. Højgaard í Sjálvstýris- flokkinum atkvøddi blankt. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at misálit er sett fram í móti einum løg- manni. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fyri- reikaðu eitt misálit í móti fyrrverandi løgmanni Ann- finni Kallsberg, men Kalls- berg skrivaði út val, áðrenn misálitið varð sett fram. Meðan viðgerðin av mis- álitinum var fyri á tingið, helt samgongan seg burtur úr salinum. Einans umboð fyri andstøðuna luttóku í orðaskiftinum. Onkrir samgongulimir komu av og á inn í salin, t. d. sótu Jógvan á Lakjuni og Kaj Leo Johannesen eina løtu í salinum, men teir viðgjørdu ikki málið. Óli Breckmann kom einaferð inn í salin, men setti seg ikki á sín sess, men millum áhoyrarnar. Okkara seinasti møguleiki Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum sigur við Sosialin, at hann metir misálitisuppskotið á Føroya Løgmann sum umboð fyri alt landstýrið, at vera sein- asta møguleikan, Tjóð- veldisflokkurin hevur. Hann sigur, at lógin um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya er skrumblað ígjøg- num, og andstøðan er trumlað niður. Hann heldur fram, at hetta er hjartablóð Tjóð- veldisflokksins. Tí er neyð- ugt við hesum misáliti fyri at vísa, hvussu týdningar- mikið hetta mál er. Hann heldur, at um Tjóðveldis- flokkurin nakrantíð skal leggja eitt politiskt misálit fram, so er tað í sambandi við hetta málið. – Málið um lógina um altjóðarættarligu sáttmál- arnar er sekundert, men eisini í okkara primeru málum eru vit í andstøðu við løgmann og hava mis- álit á honum, segði Jenis av Rana, løgtingsumboð fyri Miðflokkin. – Hetta landi eitur enn Føroyar, og ikki Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne, segði formaður Miðflokksins av tingsins røðarapalli, tá hann kunn- gjørdi, at Miðflokkurin fór at atkvøða fyri misálitinum móti Jóannesi Eidesgaard. Jenis av Rana segði, at fyri hansara skuld kundi løgmaður pakka saman heldur í dag enn í morgin. Kári P. Højgaard, løg- tingsumboðið hjá Sjálv- stýrisflokkinum, harmaðist um, at Tjóðveldisflokkurin hevði lagt misálit fram í móti løgmanni. Hann helt, at tá ein flokkur leggur eitt misálit fram, uttan at hava meiriluta fyri tí, so gerst atkvøðugreiðslan ein álitis- váttan til Løgmann. Hann segði, at sum leikur var farin seinastu dagarnar, so hevði hann ikki hug at geva Løgmanni eina álitis- váttan. Tí vildi hann ikki atkvøða ímóti misálitinum. Men hann helt eisini, at ein samgonga, sum 2/3 av Føroya fólki hevur valt, eigur at sleppa at sita skeiðið, og tí vildi hann heldur ikki atkvøða fyri misálitinum. Taktiskur brølari John Johannesen úr Javn- aðarflokkinum segði við Sosialin, at Tjóðveldis- flokkurin hevur gjørt ein veldigan taktiskan brølara við at leggja eitt uppskot um misálit á løgmann fram, sum tey frammanundan vita verður felt. – Flokkurin setur við hesum seg sjálvan uttan fyri alla ávirkan, segði hann. Sambært John Johannes- sen er hetta ein roynd at draga viðgerðina út og at grugga málið fyri egnan politiskan vinning. Løg- maður Jóannes Eidesgaard hevði onga viðmerking til málið. Fyrsta misálitisuppskot á løgmann nakrantíð Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Torkil Rasmussen, sum er talsmaður fyri Huxa, felagið hjá fólkafloks- ungdómi, sigur, at Huxa ikki hevur nágreiniliga viðgjørt lógina um al- tjóðarættarligu sáttmálar Føroya. Men at felagið sum er stuðlar samgong- uni. Hann sigur, at hetta er ein meira víðfevnandi heimastýrislóg. Og at tað er gleðiligt, at føroy- ingar hava fingið vald at yvirtaka fleiri øki. Hetta gevur arbeiðs- róð og steðgar togtogan- ini við danir. Hann skilir tó væl, at Unga Tjóðveldið, og onnur tjóðveldisfólk eru illa nøgd. Við hesum máli er samgongan komin so langt á tjóð- skaparleiðini, at Tjóð- veldisflokkurin lítið og einki hevur eftir at stríðast fyri. Fólkafloksungdómur stuðlar samgonguni – Við hesum máli er sam- gongan komin so langt á tjóðskaparleiðini, at Tjóðveldisflokkurin lítið og einki hevur eftir at stríðast fyri., heldur Torkil Rasmussen, talsmaður fyri Fólkafloksungdóm Mynd: Niels Uni Dam Løgtingið gav mótmælinum streym 200 punkaðu sín mótmælisboðskap á mótmælisfundinum hjá Unga Tjóðveldinum leygarmorgunin Mynd: Niels Uni Dam