mikudagur 18. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Hóast hundurin er
ektaður Pittbull
terriari ella Tosa, so
ber altíð til at siga, at
eingin stamtalva
fylgir við hundinum.
Tá ber jú ikki til at
prógva at hann er av
bannaðu sløgunum,
hóast hann líkist
teimum, sigur Lars
Mohr Nielsen, djóra-
lækni
HUNDAR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Lars Mohr Nielsen er
djóralækni í Havn. Hann
hevur hugt eitt sindur at
lógini um innflyting av
djórum til landið, og hann
heldur, at lógin er rættiliga
elastisk.
– Hóast tú ikki hevur
loyvi at innflyta Pittbull
Terriarar ella Tosa, so kanst
tú altíð blanda tvey sløg, tí
so hevur tú ikki ein ektaðan
hund longur. Tá er tað ein
blandhundur uttan stam-
talvu, men hann kann fram-
vegis vera vandamikil, vísir
Lars Mohr Nielsen á.
Hann sigur víðari, at ein
annar møguleiki er at lata
pappírini
uppá
ektaða
hundin liggja eftir, tá hann
verður innfluttur.
– Um tað ikki ber til at
prógva, at talan er um ein
av bannaðu hundunum,
hvør kann so taka dagar
ímillum um tað er so ella
ikki? Hóast hundurin líkist
einum av bannaðu hundun-
um, so kann altíð førast
fram, at talan er um eitt
sonevnd »gatukryds«, sum
ikki hevur nøkur pappír,
sum vísa racuna, vísir
djóralæknin á.
Lógin sigur, at tað ikki er
loyvt at innflyta blandingar
av bannaðu hundaløgunum
til landið, men tað kann
vera ilt at meta um bland-
ingina, tá stamtalva ikki
fylgir við hundinum.
Kamphundar
Spurdur hvørji hundasløg
koma undir kamphundar,
svarar Lars Mohr Nielsen,
at tað serliga eru trý sløg av
hundum. Pitbull terrier,
Tosa
og
staffordshire
terrier. Hetta eru hundar, ið
eru vandir til at berjast, og
teir hava eina ekstremt
agressiva atferð.
– Hundarnir verða nýttir
til
hundabardagar.
Tað
gongur fyri seg á sama hátt
sum hanabardagar. Hund-
arnir eru vandir at loypa á
og berjast, og teir hava
einki afturhald, greiðir Lars
Mohr Nielsen frá.
Hann sigur, at aðrir hund
ar, sum fólk vanliga ræðast,
t.d. Dobermann og Rott-
weilarar, ikki koma undir
heitið kamphundar, og teir
eru tí ikki bannaðir í Føroy-
um.
– Í Onglandi hava nøkur
sakarmál verið, tí kamp-
hundar hava lopið á fólk.
Men eg minnist ikki at
nakað sakarmál hevur verið
í Norðurlondum í seinast-
uni. Men tað er eingin ivi
um, at talan er um vanda-
miklar
og
ógvuliga
agressivar hundar, vísir
djóralæknin á.
Hann sigur, at taðserliga
eru børn, ið verða álopin.
Vaksin fólk duga ofta betur
at meta um støðuna, tá
hundar vísa agressiva at-
ferð. Børnini hava minni
møguleika at verja seg, og
tí eru tey ofta offur.
Ólógligir í DK eisini
Nevndu hundarnir eru eis-
ini bannaðir í Danmark,
men har er forboðslógin
eins løtt at toyggja, sum
føroyska lógin.
– Eg havi júst verið í
Danmark, og eg haldi meg
ikki hava sæð so nógvar
kamphundar fyrr. Teir sóust
allastaðni, hóast teir eru
bannaðir. Fyri eini tíð
síðani kom ein lóg, sum
segði, at øll hundasløgini,
sum eru bannað í Danmark,
skuldu steriliserast. Men
tað er allarhelst ikki gingið
so væl við at hondhevja ta
lógina, tí tað ýður í slíkum
hundum nú, sigur Lars
Mohr Nielsen.
Hann heldur tó ikki, at
tað fer at vera nakar stórur
trupulleiki av tílíkum hund-
um í Føroyum, tí tað eru
sum ofast ávísar týpur, sum
fáa sær slíkar hundar.
– Tað eru serliga rockar-
ar, narkomanar og fólk,
sum annars vilja verða
respekterað, sum fáa sær
slíkar hundar. Hesar týpur-
nar eru ikki nakar stórur
samfelagsbólkur í Føroy-
um, og tí vænti eg ikki, at
tað verður nakar stórur
trupulleiki av hesum hund-
unum, hóast alt, sigur Lars
Mohr Nielsen.
Spurdur hvat kundi verið
gjørt fyri at forða vanda-
miklu hundunum at koma
inn í landið, tá verandi lóg
ikki er nóg góð, svarar
hann, at tað er ilt at siga.
– Tað er sera torført at
taka dagar ímillum hvørjir
hundar eru ektaðir og
hvørjir ikki eru. Og um
stamtalva ikki fylgir við
hundinum, so er næstan
vónleyst at gera nakað. Eg
veit ikki hvat kann gerast,
fyri heilt at forða kamp-
hundum í Føroyum, sigur
Lars Mohr Nielsen at enda.
6
Nr. 91 - 18. mai 2005
Lógin
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
4) Kamphundur: hundur, sum er aldur og vandur til
aggressiva atferð, íroknað t.d. Pitt bull terrier, Tosa
og blendingar av hesum sløgum.
§ 3. ...
Stk. 2. Ikki er loyvt at flyta inn ella hava kamp-
hundar.
Stk. 2. Dýraeigari skal síggja til, at eitt heilsuskjal
sbr. § 2, 5. pkt., sum er undirskrivað av einum djóra-
lækna og einum embætisdjóralækna í sendara-
landinum, fylgir við innflutta dýrinum.
Stk. 3. Heilsuskjalið, nevnt er í stk. 2, skal hava hes-
ar upplýsingar um dýraeigaran og innflutta dýrið:
1)
navn, bústað og telefonnummar dýraeigarans í
Føroyum og
2)
slag, rasu, aldur og kyn á dýrinum og, er talan
um hund ella kettu, eisini ID-nummar.
§ 6. Tá dýrið kemur til Føroya, skal dýraeigarin
sjálvboðin vísa Heislufrøðiligu stavsstovuni ella
tollmyndugleikanum heilsuskjalið.
Stk. 2. Er ivi um gildið á heilsuskjalinum ella um
heilsustøðuna hjá dýrinum, ella vantar heilsuskjalið,
skal Tolleftirlitið beinanvegin boða Heilsufrøðiligu
starvsstovuni frá hesum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan metir so um djórið, og
hvat skal henda við tí.
Postboðini eru í sín-
um arbeiði ógvuliga
útsett, tá tað kemur
hundar, við tað, at tey
noyðast inn á økið hjá
fólki. Tað er tað ikki
øllum hundum sum
dáma. Fleiri postboð
eru bitin, og post-
boðini eru tí millum
heitastu forsprákarar
fyri at herða lógina
um hundar
HUNDAR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Núverandi lóg, sum m.a.
forbjóðar nøkrum vanda-
miklum, eiga postboðini
sín greiða part í. Tey hava
nevniliga í langa tíð víst á
týdningin av eini slíkari
lóg, og 7. apríl í fjør kom
lógin so endiliga í gildi.
Men longu nú vísir tað seg,
at hon má strammast. Fólk
hava neviliga alskyns hættir
at snúgva seg uttanum
lógina. Og postboðini vita,
at ólogligir hundar eru inn-
fluttir til Føroya.
Hol í lógini
Heri Simonsen er álitis-
maður hjá postboðunum í
Havn.
Hann
sigur,
at
trupulleikin við postboðum
og hundum er ein klass-
iskur trupulleiki.
– Vit noyðast inn á økið
hjá fólki í arbeiðnum, og
tað eru tað ikki allir hundar,
sum vilja finna seg í. Tí eru
nógv postboð blivin bitin
av hundi. Higartil er tó tí-
betur eingin bitin av bann-
aðu hundunum, sigur Heri.
Men
spurningurin
er
hvussu long tíð gongur,
áðrenn tað verður. Postboð-
ini vita nevniliga, at so-
nevndu dreparahundar eru
innfluttir til Føroya. Tí
hóast lógin er rættiliga
greið, eru hol í henni.
– Fólk skjóta seg undir, at
talan er um blandhundar
ella at tey ikki hava nakra
stamtalvu til hundin. Men
er hundurin 75% Pitbull
terriari og 25% okkurt
annað, so er hann framveg-
is sera vandamikil. Summi
fólk hava ein ektaðan hund,
men tey siga seg einki
prógv hava um, at hann er
ektaður, tí tey ikki hava
nakra stamtalvu, vísir Heri
Simonsen á.
Heri sigur, at tað við
vandamiklu hundunum er
akkurát øvugt av manna-
gongdini, tá fólk t.d. keypa
sær íslandsross.
– Tá liggur stoltleikin í at
kunna vísa eina flotta stam-
talvu fram. Men við for-
bodnu hundunum liggur
stoltleikin í ikki at hava
nakra stamtalvu at vísa, tí
so fæst hundurin inn í land-
ið, hóast hann er forboðin,
greiðir Heri Simonsen frá.
Heri sigur seg hava ein
sera greiðan noktingar-
politikk, sum sigur, at um
ein hundur er úttanfyri eini
hús, so fer hann ikki inn við
posti.
– So kunnu tey kalla meg
øll tey ókvæmisorð, tey
vilja. Men eg eri so heldur
ongantíð blivin bitin, sum
so nógv onnur postboð,
greiðir Heri Simonsen frá.
Óegnaðir
hundaeigarar
Heri vísir á, at trupulleikin
ikki bert liggur hjá post-
boðunum.
– Bæði vit og ruskmenn-
inir noyðast dagliga inn á
privata økið hjá fólki. Tískil
eru vit kanska serliga út-
sett. Men um børn síggja
ein hund inni á einum
stykki, so fara tey ofta inn
at klappa honum. Tí verða
børn eisini sera ofta bitin.
Og ganga hundarnir leysir,
so eru øll í vandabólkinum,
greiðir Heri frá.
Hann vísir tó á, at um
hundar bíta inni á egnum
stykki, so hendir einki,
óansæð hvussu illa hund-
urin bítur.
– Tað vísir seg, at tað ofta
skulu veruligar vanlukkur
til, áðrenn nakað hendir.
Men tá er tað altso ov seint,
staðfestir Heri.
Hann sigur, at tað í dag
eru nógv fólk, sum hava alt
ov nógv at gera til at hava
hund. Tey hava ikki stundir
at taka sær nóg væl av
honum, ganga túrar og tílíkt
sum krevst.
– At tað eru so nógv fólk,
sum ikki hava stundir til
hundin, og sum tí bara
tjóðra hundin uttanfyri,
gongur útyvir tey, ið hava
dagliga passagu inn til
húsini,
staðfestir
Heri.
Hann heldur fram og sigur,
at tað hóast alt er munur á
hundum.
– Fólk mugu gjarna hava
colliehundar og puddle-
hundar fyri mær. Men tað
er altso munur á hundum.
At skula ganga framvið
einum Colliehundi og ein-
um Dobermanni ella Pitt-
bull terriara kann ikki heilt
samanlíknast, vísir Heri á.
Hann sigur seg mæla til,
at lógin verður broytt
soleiðis, at bert vaktarverk
og t.d. sløkkilið fáa loyvi at
hava tílíkar hundar. Ikki
privat fólk.
Hol í lógini
Djóralækni um innflytingarlógina:
Ólógligir hundar
í Føroyum
Postboðini vita, at sonevndir dreparahundar eru innfluttir til
Føroya. Tí hóast lógin er rættiliga greið, eru hol í henni.
Heri Simonsen, postboð, harmast hetta