Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 91 - 18. mai 2005 Borgarstjórin er stjóri á Skipasmiðjuni á Skála og hevur ikki stundir til at vera borgarstjóri eisini BORGARSTJÓRI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í Leirvík skulu tey nú hava nýggjan borgarstjóra. Borgarstjórin í Leirvík fer nú at leggja frá sær. Dánjal Andreasen sigur, at hann hevur boðað bygda- ráðnum frá, at hann ætlar sær frá sum borgarstjóri. Næsti bygdaráðsfundur í Leirvík verður 6. juni og tað verður ætlandi seinasti bygdaráðsfundur hjá Dánjali Andreasen sum borgarstjóra. Í øllum førum fer hann frá so skjótt tað ber til at skipa bygdaráðið av nýggj- um. Men tað er ikki ósemja av nøkrum sum helstslag sum ger, at hann nú leggur frá sær sum borgarstjóri. – Eg eri stjóri á Skipa- smiðjuni á Skála og tað arbeiðið er so krevjandi, at tað eru rætt og slætt ikki stundir til at røkjastarvið sum borgarstjóri eisini. Tað er einasta orsøkin til, at eg leggi frá mær, sigur Dánjal Andreasen. Hann viðgongur kortini, at tað er spell at hann skal noyðast at leggja frá sær sum borgarstjóri, tí tað eru stórmál fyri í Kommununi, sum hann kundi hugsað sær at verið við til at loyst. Her hugsar hann serliga um spurningin um far- leiðina ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoya- tunnilin. – Men tað gerst ikki við, tí mítt borgarliga starv er so mikið krevjandi at tað ber nú einaferð ikki til at røkja borgarstjórastarvið eisini og tað má eg so bara taka til eftirtektar, sigur hann. Hetta er fyrsta seta hjá Dánjali Andreasen í bygda- ráðnum og hann varð vald- ur til borgarstjóra beinan- vegin. Og hóast hann fer frá sum borgarstjóri, fer hann kortini at halda fram sum vanligur limur í bygdaráðn- um. Tað var ikki eitt mis- tak, tá ið forkvinnan hjá sjúkrarøktar- frøðingunum ringdi til Fimmaran mikukvøldið, hóast avleiðingin var, at fleiri feløg avlýstu fráboðaða verkfallið í annaðkvøld VERKFALL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit blivu hongd út og tí kundi eg ikki tiga. Jana H. Dalsgaard, for- kvinna í Felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøðing- ar sigur, at tað var við beráddum huga, at hon ringdi til Fimmaran hjá Útvarpinum mikudagin, har hon umrøddi ósemjuni á føðideildini á Lands- sjúkrahúsinum. Júst tað, at hon ringdi til fimmaran og greiddi frá ósemjuni á Landssjúkra- húsinum, setti rættiliga eld í føroysku fakfelagsrørsl- una. Heili 25 feløg á almenna a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m høvdu akkrát avtalað at fara í verkfall í eitt samdøgur á midnátt hóskvøldið. Men samstundis gjørdu tey vart við, at verkfallið var eina og aleina fyri at mótmæla at landstýrið brúkar fútarættin at steðga einari ósemju á arbeiðs- marknaðinum. Harafturat avtalaðu feløgini, at ósemjan, sum er á føðideildini, skuldi undir ongum umstøðum dragast uppí verkfallið. Mikudagin viðgjørdi Út- varpið fútarættin og ósemj- ur á arbeiðsmarknaðinum í Fimmaranum. Og tá ið forkvinnan í fel- agnum føroyskir sjúkra- røktarfrøðingar ringdi til Fimmaran og greiddi eitt sindur frá ósemjuni á føði- deildini á Landssjúkrahús- inum, kom reaktiónin bein- anvegin. Hon varð skuldsett fyri at bróta eina klokkuklára av- talu og avleiðingin var, at fleiri feløg, sum høvdu til- knýti til heilsuverkið av- lýstu verkfallið aftur. Seinni varð so alt verk- fallið avlýst. Vit hava okkara mørk Men Jana H. Daslsgaard sigur, at tað var hvørki eitt mistak ella illa umhugsað, at hon ringdi til Fimmaran mikukvøldið. Hon vísir á, at tað var ikki hon, sum dróg ósemj- una á føðideildini upp í kjakið um fútarættin. – Í Fimmaranum slapp mótpartur okkara at um- røða ósemjuna á føðideild- ini. Hon sipar her til, at bæði Durita Tausen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmála- ráðnum, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, umrøddu ósemjuna á føði- deildini á Fimmaranum. – Eftir okkara tykki var talan um eina so einvegis lýsing av støðuni, at vit máttu svara aftur, sigur Jana H.Dalsgaard. – Vit hava okkara mark fyri, hvat vit kunnu og vilja góðtaka og í Fimmaranum var farið út um tað markið, tí tað var ein lýsing, sum setti okkum í ringt ljós. Tí kundu vit ikki tiga, leggur hann afturat. – Svaraði eg ikki aftur, skuldi eg givið mær sjálv- um munnkurv í eina heila viku til eftir verkfallið og so leingi kundi hetta ikki standa ósvarað, sigur for- kvinnan fyri sjúkrarøktar- frøðingarnar. Annars hevur hon ongar viðmerkingarnar til avgerð- ina hjá fleiri feløgum til at avlýsa verkfallið, eftir at hon var í Fimmaranum. – Tað er teirra avgerð og tað blandi eg meg ikki uppí, sigur hon. Hon hevur heldur ongar trupulleikar av, at verkfallið heilt varð avlýst. – Vit mugu minnast til, hvat kom ístaðin. Tað, sum kom ístaðin var, at samráð- ingar eru um ein víðkaðan gerðarrætt og tað er eitt arbeiði, sum fakfeløgini eru við í. Og samráðingar- loysnin er altíð tann besta og tí gjørdu fakfeløgini, sum eftir vóru, at vísa sín stuðul til tað arbeiðið við at avlýsa verkfallið. – Vit eiga eisini at leggja okkum í geyma, at tað eydnaðist 25 fakfeløgum at semjast at mótmæla so harðliga, sum vit gjørdu ímóti, at Landsstýrið brúk- ar fútarættin sum eitt ar- beiðsrættarligt amboð, og tað er eisini at fegnast um, sigur Jana H.Dalsgaard. Sí annars yvirlýsing frá fakfeløgunum her á síðuni. Verkfallið, sum skuldi vera í eitt samdøgur frá á midnátt í annaðkvøld, er avlýst fyri at stuðla arbeiðnum at gera eina skipan, sum kann loysa ósemjur á arbeiðsmarkn- aðinum. Tað kunngjørdu fakfel- øgini beint fyri Hvítu- sunnu. Upprunaliga høvdu 25 fakfeløg lýst 24 tímar verkfall á midnátt hós- kvøldið fyri at mótmæla, at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemjum á arbeiðs- marknaðinum. Men eftir at Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøingar, hevði verið í Fimmaran- um mikukvøldið, gjørdu níggju fakfeløg, sum hava tilknýti til heilsu- verkið, av at avlýsa verk- fallið. Tey 16 feløgini samd- ust síðani um heilt at avlýsa verkfallið. – Nevndin, ið sett er at gera skipan at loysa træt- ur á arbeiðsmarknaðin- um, hevur í dag hildið positivan og semjusøkj- andi fund. – Í hesum sambandi hava undirritaðu fakfel- øg avgjørt at lýsa sín stuðul til hetta arbeiðið, við at avlýsa arbeiðs- steðgin, sum lýstur var at verða frá á midnátt 19. mai til á midnátt fríggja- dagin 20. mai 2005, siga feløgini í eini yvirlýsing. Tey 16 feløgini, sum hava skrivað undir yvir- lýsingina, eru: Starvs- mannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Postfelag, Maskinmeistarafelagið, Musiklærarafelagið, Landsfelag Handverk- arana, Føroya Handverk- arafelag, Føroya Tekn- iska Lærarafelag, Mag- istarafelag Føroya, Før- oya Skipara- og Naviga- tørfelag, Lærarafelag Handilsskúlans, Føroya Postfelag, Yrkisfelag Studentaskúla- og HF- lærara, Føroya Lærara- felag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Byggifrøðinga- felag Kundi ikki geva mær sjálvari munnkurv – Tað, sum varð sagt í Fimmaranum kundi ikki standa ósvarað. Men eg kundi ikki geva mær sjálvari munnkurv í eina heila viku og tí hevði eg onki annað val enn at svara aftur beinanvegin, sigur Jana H.Dalsgaard Stuðla arbeiðnum við at avlýsa verkfallið Borgarstjórin í Leirvík leggur frá sær Leirvíkingar skulu nú hava nýggjan Borgarstjóra, tí Danjal Andreasen hevur ikki tíð til at røkja starvið