mikudagur 18. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 18. mai 2005
9
Rendi á trý skip
Veirurin á bedings-
vogninum slitnaði, tá
ið menn vóru við at
fáa Mýling upp á bed-
ing mánadagin, bed-
ingsmeistarin noydd-
ist at leypa á bláman
BEDINGSÓHAPP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið menn frá Tórshavnar
Skipasmiðju
mánadagin
vóru í ferð við at fáa Mýling
upp á beding at hyggja at
skaðanum, sum skipið hevði
fingið, eftir at grønlendski
trolarin Salleq hevði rent á
tað, hendi eitt óhapp, sum
tíbetur spældi væl av.
Ikki hent áður
Tá ið veirurin slitnaði, fór
bedingsvognurin við Mýl-
ingi á bláman, og bedings-
meistarni noyddist at leypa
á sjógv.
Tíbetur var vognurin ikki
komin so langt niðan, og
Mýlingur var ikki leysur úr
sjónum, tá ið veirurin slitn-
aði.
Stjórin
á Tórshavnar
Skipasmiðju,
Gunnar
Mohr, ið vit tosaðu við týs-
morgunin, sigur, at tað er
ongantíð áður komið fyri,
at veirurin á bedingsvogn-
inum er slitnaður.
- Vit arbeiða í løtuni við
at fáa bedingsvognin í
gongd aftur, og í løtuni eru
froskmenn í holt við at
skifta veirin, greiðir Gunn-
ar Mohr frá.
Hann dugir tó ikki at
siga, nær tað fer at bera til
at fáa Mýling upp á turt aft-
ur, men tað verður neyvan
fyrr enn seint týsdagin, at
vognurin fæst at virka aftur.
Spurdur um skaðan, ið
Mýlingur hevur fingið,
sigur Gunnar Mohr, at tað
ber ikki til at meta um
skaðan enn, tí skipið ikki er
komið upp á turt.
Tá ið grønlendski
trolarin Salleq 2.
hvítusunnumorgun
kom á Havnina, rendi
skipið á trý skip, ið
lógu við bryggju. Ill-
gruni er um, at skip-
arin á Salleq var
ávirkaður
SKIPSÓHAPP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var tíðliga 2. hvítu-
sunnumorgun, at Salleq
kom á Havnina. Eftir øllum
at døma misti skipið stýr-
ingina, og við stórari ferð
var rent á trolaran Mýling
úr Havn, umframt Carinu
og Morgunroðan, ið øll
lógu við bryggju.
Mýlingur fekk stóran
skaða
Bæði Carina og Morgun-
roðin blivu kroyst inn móti
bryggjuni og fingu skaða,
men tey fóru tó ikki at leka.
Verri var við Mýlingi, sum
fekk eitt stórt hol á skrokk-
in, og harumframt er onnur
síðan kroyst inn. Mýlingur
lak illa, og Tórshavnar
Sløkkilið fór beinan vegin
undir at pumpa sjógv úr
skipinum.
Holið á skrokkinum á
Mýlingi er slakar tveir
metrar høgt, og ein hálvan
metur breitt. Neyðugt var
hjá Brimli at koma inn og
taka yvir frá Sløkkiliðnum
Ætlanin var at taka Mýling
upp á beding seinnapartin
mánadagin, men tá ið skip-
ið var á veg upp á turt,
slitnaði veirurin á bedings-
vogninum, og tí sleppur
Mýlingur neyvan upp á turt
fyrr enn seint týskvøldið
ella mikumorgunin, tá ið
vognurin er umvældur.
Holið
á
Mýlingi
er
frammalaga á skipinum, og
tí er vatn ikki komið í last-
ina. Hetta ger, at skipið
flýtur, og sum støðan er nú,
tekur skipið ikki meiri
sjógv inn.
Blóðroynd tikin av
skiparanum
Eftir óhappið 2. hvítusunnu-
morgun kom Pressarin hjá
Skipasmiðjuni grønlendska
trolaranum Salleq til hjálp-
ar, og skipið kom inn uttan
trupulleikar. Salleq hevur
fingið nakað av skaða, men
skipið lak tó ikki.
Løgreglan var á staðnum,
og blóðroynd var tikin av
skiparanum á grønlendska
trolaranum, tí løgreglan
metti, at hann var ávirk-
aður.
Tað er tó enn ikki greitt,
um rúsdrekka var beinleiðis
orsøk til ásiglingina, ella
um orsøkin var onkrir tekn-
iskir trupulleikar umborð á
Salleq.
Úrslitið av blóðroyndini
er ikki komið enn, og enn
er ikki ásett, nær sjóforhoyr
verður í málinum.
Sjáldsama
friðarligt
Hvítusunnan
hevur
verið sjáldsama friðarlig
í Havn, upplýsir vakt-
havandi á politistøðini í
Havn.
Nógv fólk hevur verið
í býnum, men tey hava
skikkað sær fyrimynd-
arligt. Eingin er tikin
fyri rúsdrekkakoyring,
og løgreglan hevur held-
ur onga fráboðan fingið
um nakað harðsskaps-
mál um halguna.
Vakthavandi sigur, at
løgreglan hevur havt
sera lítið at gjørt um
vikuskifti, og tað er
sjálvssagt gleðiligt.
tn
Stjól 4-
mannafar
Leygarmorgunin fekk
løgreglan eina fráboðan
frá Havnarskrivstovuni í
Havn um, at ein per-
sónur hevði tikið eitt 4-
mannafar og róði við
bátinum á vágni.
Maðurin fór úr bát-
inum við Kongabrúnna,
har hann fór úr bátinum
uttan at binda hann.
Løgreglan kom á staðið
og fekk fatur á bátinum
aftur, og maðurin bleiv
eisini handtikin í mið-
býnum um sama mundi.
Maðurin var dýrandi
fullur, verður upplýst av
politistøðini í Havn, og
hann kann nú vænta at
verða
ákærdur
fyri
brúkstjóvarí og brot á
sjólógina.
tn
Rendi á
Vilma
Fríggjakvøldið var eitt
lítið ferðsluóhapp í mið-
býnum í Havn. Eingin
mansskaði var, tá ið ein
bilur rendi á handilin
hjá Vilmu í N. Finsens-
gøtu, men bilurin fekk
tó ein rættuligan snudd.
nud
Nakað eftir at Salleq hevði rent á Mýling, Morgunroðan og Carinu, legði grønlendski trolarin at bryggju við hjálp frá
pressaranum hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
Mynd: Niels Uni Dam
Bedingsmeistarin leyp á bláman
Løgreglan fór umborð á grønlendska trolaran, og blóðroynd
var tikin av skiparanum, tí løgreglan metti, at hann var
ávirkaður.
Mynd: Niels Uni Dam
Týsmorgunin vóru menn hjá Tórshavnar Skipasmiðju við at seta ein nýggjan veir á bedings-
vognin, so at teir kundu fáa Mýling upp á turt og tetta holið í skipinum.
Mynd: Bárður Lydersen