Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 91 - 18. mai 2005 ES hevur at kalla frá fyrsta degi av verið tabu í Føroyum. Tá Danmark í 1972 fór upp í tann felagsskapin, sum nevndist Felagsmarknaðurin, valdu løgting og landstýri at standa uttanfyri. Orsøkin var fyrst og fremst fiskivinnupolitikkurin hjá Felagsmarknaðinum, sum føroyingar ræddust verri enn hin versta. Hetta var nú ikki so løgið, tí útlit vóru ikki fyri eini skilagóðari skipan fyri føroyska fiskivnnu, um vit fóru uppí felagskapin tá. Seinni er so Felagsmarknaðurin vorðin til eina pol- itiska unión, við nógvum limalondum. Endin á kalda krígnum broytti allar fortreytir í Europa, og tók burtur nógvar politiskar fobiir og nógv tabu. Næsta stigið í hesi gongd er ES grundlógarsát- tmálin, sum í løtuni er til viðgerðar í flestu ES lond- um. Verður hesin sáttmáli endaliga samtyktur, verður ES til eitt europæiskt ríkjasamband við fel- ags verju- og uttanríkispolitikki, har tað er grund- lógarfest, at samfelagskipanin skal vera kapitalistisk og allir búskapir skulu vera marknaðarbúskapir fyri alla tíð. Til tess at bøta um sosialu avleiðingarnar av hesum eru ymisk sosial- og løntakararættindi skrivað inn í grundlógarsáttmálan. Spurningurin, hvat Føroyar skulu gera við atliti at hesi tilgongd gerst alt meira átrokandi. Tað gerst alt meira greitt, at vit kunnu ikki halda fram við einans at hava eina fríhandilsavtalu við ES. Øll Norðurlond lond hava annað enn bert búskaparligt samband við ES. Tey lond, sum ikki eru limir, nevnliga Noreg og Ísland, hava eina sokallaða EBS avtalu við ES. Henda avtala gera tað møguligt hjá báðum londum at taka lut í tí sera breiða og víttrøkkandi samstarv- inum limalandana millum. Hetta merkir við, at Noreg og Ísland samstarva við ES um útbúgving, gransking og mentan á jøvnum føti við limalondini. Henda skipan gevur ikki bert stórar peningaupphædddir, men tryggjar eisini londunum lut í tí vitan, førleikamenning og í teimum mongu netverkum, sum eru til taks í ES. Tað ber tí í longdini ikki til at standa uttan fyri hetta samstarv. Landsstýrið eigur tí nú at tryggja sær parlamentariskan dekkning fyri at fara undir samráðingar um eina EBS avtalu við ES, so eisini Føroyar kunnu fáa lut í somu samstarvságóðum sum okkara grannalond og kappingarneytar njóta. At sita hendur í favn og bert lata standa til er ikki ábyrgdarfullur politikkur. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt føroyskt tabu Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. VIÐMERKINGAR Nakni keisarin aftur uppá spæl! Símun A. Klein, Fuglafjørður Ongin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálv- an, er yvirskriftin hjá Høgna Hoydal í m.a. Oyggjatíðindi tann 1. apríl 2005. Í hesi grein metir HH, at løgmaður og sam- gongulimir spæla sjónleik saman við Per Stig Møller og HH skýrir løgmansins undirskrift á eina yvir- lýsing viðvíkjandi endur- reisnini av heimastýris- lógini í Fámjin saman við Per Stig Møller at vera skammilig og at løgmaður heldur bæði føroya fólk og seg sjálvan fyri gjøldur í málinum. Men bert 3 dagar seinni (tann 4. apríl) kundu allir føroyingar ið lurtaðu eftir Útvarp Føroya, hoyra sjálv- an Høgna Hoydal lovprísa hesi hending í Fámjin og skýrdi hesa hending at vera ein tann stjørsta í Føroya søgu, eins og sambands- flokkarnir hava gjørt alla tíðina? Hvør loraði nakað muna- gott undir borðið til Høgna Hoydal ið fekk mannin at broyta hugsan so brádliga? Borðið fangar! – Løgmaður heldur okkum fyri gjøldur og heimastýrislógin er bert klædd í nýggjan ham, er niðurstøðan hjá Høgna Hoydal í Oyggjatíðindi tann 1. apríl. Men veruleikin er nú bert tann, at sambært heimastýr- islógini frá 1948 §8, hava føroyingar altíð havt tann møguleikan, sum løgmaður Føroya og heimsins frelsari: Per Stig Møller! – hann, ið ikki fyri so langari tíð síðani legði eina frelsuætlan á borðið fyir Ísrael, sum nú hesir báðir áðurnevndu í størsta sjónleiki seinastu dagarnar fyri Føroya fólki hava skriva undir uppá. Mjólkapakkar og margarin- pakkar v.m. hava skift ham fyrr tá hetta snýr seg um innpakningin ella bjálvan av áðurnevndu vørum, men innihaldið er framvegis mjólk og margarin. Sama við hendingini í Fámjin, men hettar verður selt sum nakað nýtt og enntá sum ein spildurnýggjur kapittul í Føroya søgu hóast lætt er at staðfesta, at Fámjinsskjalið bert er ein endurtøka/upp- frískan av heimastýrislógini frá 1948, og hetta gerst við at peika á §7 og §8 í heima- stýrislógini – Nakni keisarin leingi livi, tykjast fólk fram- vegis at rópa av hjartans lyst? Spurningurin er nú bert: »Hvat býr aftan fyri alt hettar risastóra rukkulív framt av landsins leiðandi, ið kostar samfelagnum so ovurhonds óneyðugar upp- hæddir og sum nógv meir hevði vermt teim neyð- støddu í samfelagnum heldur enn alt hettar tvætli? V. ø. o. – við hesi undir- skrift hava føroyingar fing- ið ein møguleika, sum teir framman undan longu høvdu. Sigið mær – eru tit landsins leiðandi nakrantíð edrú??? Fyrst reyk sjálvstýris- flokkurin og harnæst fólka- flokkurin í lumman á sam- bandsflokkunum og at end- anum endaði so tjóðveld- isflokkurin so í sama lummanum, hvarí hann og hinir so nú syngja sam- bandssangin »Altíð hjá Danmark«. Um nú nakar skal hava gloymt, hvussu danskir professorar – Dr. Jur og Phil graderaðir – hava lýst heimastýrislógina at vera í ríkisrættarligum høpi, so ljóðar hon soleiðis í ríkisins navni: »En grundlovsændr- ing (í 1953) vedrørende Færøerne kan ikke anses for påkrævet som følge av loven om Færøernes hjemmestyre. Færøernes hjemmestyre er en lov der er givet ud fra den forud- sætning, at den trufne ordn- ing er forenelig med den gældende grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne forudsætning! Harvið bleiv heimastýris- lógin av donsku professar- unum bókað í statsrættar- ligum høpi á hendan hátt: »Det færøske hjemmestyre må retligt karaktiseres som et (dansk) kommunalt selv- styre af usædvanlig vidt- gående omfang (hetta sam- svarar við § 82 í donsku grundlógini). Der ville forfatningsmæssigt intet være til hinder for at etabl- ere tilsvarende ordninger for Amager eller Tåsinge!« Og harvið heldur ikki nøk- ur forðan fyri Hjørring ella Bornholm o.s.fr. §82 í donsku grundlógini ljóðar soleiðis í ríkisins navni: »Kommunernes ret til under statens tilsyn – selvstændigt at styre deres anliggender, ordnes ved lov!« Og hettar samsvarar jú eisini við orðingina í heimastýrislógini og sum jú eisini »heimsins frelsari« staðfesti í SVF, at um før- oyskir og danskir myndug- leikar eru ósamdir, so hevur Danmark sjálvsagt avgerð- arrættin! og sum tað jú stendur skrivað í §82: »Under statens tilsyn!« Hetta sokallaða sjálvstýr- ið ið politikkarar nú so brádliga fegnast so nógv um, er bert ein djúpari inn- liman í danska kongaríkið og ein víðka loysing frá tí føroysku sálini. Nakni keisarin hevur góðar dagar nú um daganar, men eitt er sum fólk gloyma og eingin tosar um, hetta at heimastýrislógin átti altíð at mint okkum um, at demokratarnir sviku demokratiið og at fólka- rætturin í Føroyum bleiv í síni tíð skúgvaður til viks, og at vit tí heldur fingu eina einaræðisskipan ístaðin, ið framvegis er fult virkin á okkara døgum! Og hetta er tað ið menn fegnast einamest um hend- ingina í Fámjin nú á døg- um. Skiljið hann tað ið skilja hetta vil, men tann ið ikki vil, hann latið tá vera – men satt er tað.