Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 11 VIÐMERKINGAR Flaggdagsrøður Nicolina Jensen Beder Í mong ár havi eg lisið og lurtað eftir flaggdagsrøðum. Hvørja ferð havi eg verið vónsvikin, at Emil Joensen ongantíð verður nevndur. Í fjør varð røða hildin á stud- entabústaðnum Regensen, har flaggið varð teknað. Tá ivaðist eg ikki í, at nú fór tað at verða, men nei, ikki hann varð nevndur. Næstseinasta mánadag gjørdi útvarps- maðurin sær ómak at siga frá, áðrenn flaggdagsrøðarin helt sína røðu, men hvørki útvarpsmaðurin ella røðarin nevndi Emil Joensen. Týs- morgunin bar ein kvinnu- rødd tey tíðindi, at Jens Oliver Lisberg hevði teknað flaggið. Eg fari tí her at taka nøkur brot úr bókini Hitt føroyska kristiliga ung- mannafelagið í Keypmanna- havn. 25 ára minnisrit. 1918 – 7. november – 1943. Emil Joensen skrivar soleiðis: Sunnudagurin hin 2. mars 1919 var ein merkisdagur í Føroya søgu. Á hesum degi varð hitt nýggja føroyska krossflaggið vígt á føstu- gangsveitslu Føringafelags í Brohusgade 17. Studenta- flaggið hevur tað verið kall- að, av tí at tað vóru student- ar, sum vóru upphavsmenn til merkisins og skapaðu tað. Høvuðsmenninir vóru stud.jur. Jens Oliver Lisberg og stud. theol. Janus Øssurs- son. Vit høvdu ofta tosað um, at vit føroyingar í staðin fyri tað gamla veðraflaggið áttu at fáa okkum eitt krossflagg javnbjóðis við hini norðanlanda fólk. So ein dagin komu Jens Lisberg og Janus Øssursson inn á Regensen til mín í góðum hýri, nú skuldi álvara gerast av, og so varð farið at gera útkast til merkisins. Eg setti meg niður og teknaði á hvít- um botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við. Hvør kantur var tveir fimtingar av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera vakurt. Og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í Frederiksberg- gade til Nordisk Flag og Fanefabrik at bíleggja lítið flagg. Tá ið vit so seinni fingu størri flagg niðan, breiddu vit tað út av regens- vindeyganum. Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir eins og vit, róptu hurra og ynsktu til lukku. Jens Lisberg og eg vóru báðir nevndarlimir av Før- oyingafelag. Og tað varð av- gjørt, at lítla merkið skuldi berast fram á veitslufundi Føroyingafelags og vígast føstulávintssunnudag 2. mars. Í frásøgubók Føroy- ingafelags skrivaði eg um merkisvígsluna millum ann- að: »Hetta var merkisfundur í søgu Føroyingafelags, sum her skal sigast frá. Borðreitt varð við smurdum breyði og øðrum góðgæti. Formaðurin Johann Hoffgaard beyð fólki vera vælkomið, og sungið varð føroyskur sang- ur. Hópur av fólki var nú komin saman. Rasmus Ras- mussen, háskúlastjóri, helt talu fyri Føroyum, Andras Samuelsen, fólkatingslimur, fyri Danmark, og Jóanes Pa- tursson, landstingsmaður, fyri Føroyingafelag. Fleiri sangir vórðu sungnir inn ímillum talurnar. Tá »Eg oyggjar veit« var sungin, steig stud. polyt. Louis Zachariasen fram við einum nýggjum føroyskum flaggi. Bað hann føroyingar nýta hetta merki í staðin fyri veðraflaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klára himin, meðan tann reyði og blái krossurin, sam- ansettur av teimum ell- gomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyldskap- in við øll hini norðanlanda- fólk, ið eisini nýta kross- flaggið. Kraftiga rungaðu hurrarópini fyri flagginum, og sungin varð sangur. Ís- lendski stud. theol. Svein- bjørn Høgnason bar Føroy- um kvøðu sína og ynskti frændum sínum eydnu við hesum nýggja merki. Norskur lærari frá Oslo bar heilsu Noregs og úttalaði gleði sína við at vera til staðar her. Maria Mikkelsen minti á Svíaríki. At hýrurin var sera góður, kendist bæði á teimum hvøllu hurraróp- unum og enn meira á tí megnarsangi, ið borin varð av einum sterkum tjóðskap- aranda, sum gav góð lyfti fyri framtíðina.« Í bókini stendur ymist annað um veitslur og út- ferðir við flagginum. Ungdómur nú á døgum kann valla kenna tað sama fyri flagginum sum vit, ið eldri eru. Nú eru fløgg á hvørjum horni, bæði úr pappi og á glasi. Í mínum uppvøkstri var spennandi at fylgja við, so hvørt tey donsku fløggini vórðu út- skift við føroyskum. Hetta hevði eisini nakað við Sam- band ella Fólkaflokk at gera. So er ikki nú á døgum. Eg haldi, at sambandsfólk- ini eru líka glað fyri flaggið sum hinir flokkarnir, ið kalla seg meira tjóðskapar- ligar. Eitt, sum eg eisini minnist, er, at teir ungu dreingirnir hildu seg vera fínar, tá ið teir sunnudag fóru í jakkar við føroyskum flaggi í knappholinum. Tað eru nokk ikki nógvir, sum halda tað í dag. Í 1946 fóru vit fýra føroyskar gentur niður á Rønde Háskúla. Tá ið vit komu á skúlan, varð flaggað við føroyskum flaggi. Tað kendist rættiliga hugnaligt at verða móttikin við føroyskum flaggi á stong. Um summarið vóru vit yviri á Sælandi, sóu bæði slott og museum, men tað, sum eg minnist allarbest, er, at tá ið vit vóru komin til Helsingør og skuldu inn á Kronborg, sóu vit ein bát við føroyskum flaggi. Eg dugi ikki at klæða kenslur- nar í orð, tað var sum ein heitur ylur, ið fór ígjøgnum okkum. Eg kann ikki enda uttan at siga frá harmakenslum viðvíkjandi seinasta flagg- dagshaldi í Havn. Hetta var eitt ókent fyribrigdi og langt niðan fyri lágmarkið. Neyð- tøka av flaggdagsins røðara- palli og uppmøttum áhoy- rarum. Makan til ósømiliga framferð er ókend her á landi. Til seinast varð bjóð- að niðan í Listaskálan. Man hetta vera fyri tey útvaldu, ella eru gáttirnar lækkaðar í Listaskálanum? Nei, eg má siga sum maðurin: Hetta eru lærd fólk uttan vanliga mentan. Katrin Dahl Nýggj vegaskilti eru komin upp til síðugøtur- nar við Løgmannabreyt í Hoyvík. Fyrsti vegur á høgru hond niðaneftir verður nevndur Kirkju- stræti. Helst tí at hesin vegur endar á tí komandi torginum, har Kirkjan í Hoyvík verður bygd. Navni Kirkjustræti er ikki vakurt, ei heldur sømiligt. Í Føroysku orðabókini verður sagt um orðið stræti: trong, skýmlig gøta. At stræta verður sagt um ein, sum gongu- rút og strætar, floksa, geilastrok, rankast, streyla. Ganga og stræta: ungdómur, sum gongur úti og strætar. Hettar er í samsvari við tað, sum fór ígjøgnum mínar tankar, tá eg sá gøtunavnið. Ikki er hettar virðiligt ella sømiligt heiti á vegn- um til eina nýggja kirkju. Meira hóskandi hevði tað verið at kalla vegin Kirkjuvegurin ella Kirkjugøtan. Fari eg tí at heita á Tórshavnar býráð um at taka hettar mál til nýggja viðgerð og sum skjótast at fáa skiltið tikið niður aftur og sett nýtt navn á vegin. Opið bræv til Tórshavnar býráð Elsa Blicher Christiansen Skopun Ikki eiti á trupulleikar Heðin Mortensen og Beate L. Samuelsen fingu av hasum neyðars hundunum, bert tí at hundarnir eru skaptir eins og tey sjálvi. Fyri at loysa trupulleik- an, skjóti eg upp, at allir hundar í Havn skulu ganga við blæðu. Av hundunum til Johan Petersen Tað er rárasta hending, at út- varpið ber tíðindi úr Dan- mark. Men gera tey tað, grettir ikki, at tað eru neg- ativ og niðurgerandi tíðindi. Við lóg er hvørt húsar- hald í Føroyum álagt at gjalda útvarpsgjald. Verður tað ikki gjørt, kemur løg- reglan eftir tær! Men tað er eisini við lóg álagt Útvarpi Føroya at bera saklig, óheft, álítandi og fjøltáttað tíðindi. Men hvat hendir, um útvarpið ikki ger tað? Onki! Vit hava nú í meiri enn 6 ár havt lógloysi (anarki) á hesum øki. Ikki so mikið sum eina fjøl- miðlaábyrgdarlóg hava vit. Og tí tykjast politiskir jour- nalistar at hava góðar dagar. Bert negativ tíðindi úr Danmark Tað er rárasta hending, at útvarpið ber tíðindi úr Dan- mark. Men gera tey tað, grettir ikki, at tað eru neg- ativ og niðurgerandi tíð- indi. Um hvítusunnuhalg- una hava vit aftur hoyrt, hvussu villleiðandi tíðinda- flutningurin hjá útvarpin- um er, tá ið tað snýr seg um tíðindi úr Danmark. Fyrra hvítusunnudag var eitt innslag úr Danmark. Tað var um, at ferðavinnan ákærdi stjórnina fyri at vera alt ov illa tilbúgvin og sein- føra í samband við flóðaldu- vanlukkuna í fjarðeystri. Og annan hvítusunnudag var eisini eitt innslag úr Danmark um, at annars hampafólk í stórum tali vóru farin at vinna sær stór- ar upphæddir við at selja skøkjur! Føroyingar ikki so býttir, sum útvarpið vil gera okkum til Skalt tú gera tær tína meting um landið Dan- mark, sum vit hava so nógv tilknýti og samvinnu við, út frá tíðindum í Útvarpi Før- oya, er tað ein sera negativ og misvísandi mynd tú fært. Men tíbetur eru føroy- ingar ikki so býttir, sum partar av manningini í útvarpinum vil gera okkum til. Tíbetur halda flestu føroyingar seg àjour við tíðindum frá útlendskum útvørpum og sjónvørpum. Álvaratos Jóhan Morten- sen, tíðindaleiðari og Jógvan Jespersen, útvarps- og sjónvarpsstjóri - er ikki skomm skapt í tykkum? Petur Pólsson Jensen Eg havi ein einfaldan spurning, sum eg, sum veljari og borgari í hesum landi, gjarna vil sleppa at spyrja teg. Í fleiri ár, meðan tú sat í andstøðu, og tann sam- gongan førdi "fullveld- ispolitikk" var títt standard ískoyti, at teir ikki høvdu Føroya fólk við sær. Nú vil eg spyrja teg, og tína samgongu, í sambandi við hesa lóg, sum skal smíðast og samtykkjast, og sum eg og 7 mánaða gamla dóttir mín skulu liva undir: Hava tú og tín samgonga Føroya fólk við tykkum í hesum máli? Er ikki skomm skapt í tykkum, Jóhan Mortensen og Jógvan Jespersen? Góði Løgmaður