Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 91 - 18. mai 2005 Hendan myndin er frá 1935. Fyrsta typuhúsið í Havn varð bygt í 1927. Tað var Hanus Dahl, ættaður úr Funningsfirði, sum gjøgn- um Magnus Skæling, hand- ilsmann í Havn, bílegði húsini sum enn standa í Dr. Jacobsensgøtu 5, úr Norra. Pílurin vísir á húsini. Innsetta myndin er tikin í Dr. Jacobsensgøtu av hús- unum, tá tey vóru nýggj. Annars er myndin rættuliga áhugaverd. Yvir av typuhúsinum í Dr. Jac- obsensgøtu standa eini hús og ein húsagrund, og við síðuna av teimum eru húsini hjá Skraddar Debes, seinni Talvhúsið. Tey húsini vórðu tikin niður, tá Keyps- samtøkan varð útbygd. Eisini sæst Sjómans- heimið, ið er munnadi minni enn tað er í dag. Fyrsta byggistig av Sjó- mansheiminum varð tikið í brúk 13. mai 1923, og kost- aði tað 104.000,- krónur at byggja. Seinna byggistig varð bygt, har sum "fysik- ushúsini" stóðu í Mylnu- gøtu. Tann parturin varð tikið í brúk í 1952. Vit síggja eisini húsini, har matstovan Perlan helt til í fleiri ár. Á Eystaru Bryggju sæst múrsteinsbygningurin hjá Balslev & Co, bygningurin hjá Skipafelagnum Føroyar og gamla Havnarskrivstov- an, sum um hetta mundið vóru nýggir bygningar. Á Skansanum síggjast eini hús, har danska embætis- veldið helt til. Í 1939 flutti veðurstøðin inn har. Ovari partur av húsunum varð seinni tikin niður, men grundin stendur har enn, og eru tað hølini, har Havnar Hornorkestur venur. Á Vaglinum við gamla kommunuskúlagarð, í eini barakk, har sum Fish & Chips er í dag, sæst eitt sjáldsamt avrundað vind- eyga, sum er úr Ásbjarnar- stovu. Ásbjarnarstova bleiv eisini rópt Áspustova ella Oyspustova . Húsini stóðu "undir Hjallara" har sum Sjóvinnubankin var, og tryggingarfelagið Trygd heldur til í dag. Tað sigst at hetta vindeyga er til enn og stendur í onkrum kjallara. Á økinum fremst á myndini er í dag J. Paturs- sonargøta og nýggja al- menna "grøna" parkerings- plássið, sum herfyri varð tikið í brúk. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Jo- hannessen á telefon: 314647 / 273168. Havnar leksikon: Fyrsta typuhúsið varð bygt í 1927 Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn Leygarkvøldið hevði Heðin Arge sína seinastu sending í Útvarpi Føroya. Fólka- kæri verturin, sum síðan 1984 hevur verið at hoyrt í føroyskum útvarpi, takkar fyri seg, og flutti týsdagin við familjuni til Dan- markar. Heðin hevur seinastu tíð- ina havt sendingarnar "Gott kvøld Føroyar" og "Leygar- kvøld í studio 5". Men hev- ur fyrr verið ein av Náttar- ravnunum, verið vertur í 15 teimum bestu og á Beatbox 328. Hann hevur eina av kendastu røddunum í Føroyum, og eingin ivi er um, at Útvarp Føroya ikki verður tað sama uttan Heðin. Náttarravnurin stingur í klæðsekkin