Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður at góði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Arne Holger Spangenfeldt gartnari andaðist sunnudagin 15. mai á Landssjúkra- húsinum 85 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin 18. mai kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin 19. mai kl. 13.00 úr kirkjugarðskapellinum. Familjunnar vegna Tóra Tøkk Hjartaliga takka okur øllum tykkum, ið sýndi samkenslu, tá ið pápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Arni Johansen Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum á Sambýlinum, sum vóru so góð við hann til tað síðsta. Takk til prest fyri vøkur orð. Takk til Theodor Petersen fyri vakran sálm. Takk til sangarar, kirkjutænarar, takk til tykkum á Hotellinum. Takk til tykkum, ið góvu blómur og kransar og til Sambýlið. Takk til tykkum øll ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Børnini, abbabørnini, langabbabørnini og oldurabbabørnini Dagurin 18. mai. Eirikur, deyður umleið 1160. Svenski kongurin Eirikur IX Jeðvarðson, sum varð myrdur av danska prinsinum Magnusi og hansara monnum í Uppsala dómkirkju. Eirikur varð virdur sum svenskt tjóðhalgimenni alla miðøld. Navnið er norrønt og merkir hann sum ræður eina ella æviga. Í dag, mikudagin 18. mai, fyllir Kristina Sloan Norðberg í Havn 80 ár. Kristina er úr Havn. For- eldrini vóru Ella, f. Hansen (í Vátutoft), Klaksvík, og Andrew Sloan trúboðari. Sum ung var Kristina á húsarhaldskúla í eitt ár. Heimafturkomin fekk hon arbeiði á Fiskivinnustovuni í Tinganesi, og har arbeiddi hon inntil hon fylti 67 ár, burtursæð frá teimum 6 árunum hon var í farloyvi. Hon arbeiddi t.d. saman við Gunnari Gunnarsson, Johan Djurhuus og Kristoffer Thomassen. Seinnu árini eisini saman við Kjartan Hoydal. Krist- ina treivst væl í hesum starvi, og samanhaldið millum starvsfólkini var sera gott. Í 1950 var Kristina hálvt ár á Føroysku Umboðsstov- uni í Aberdeen og Sofus Poulsen á Umboðsstovuni arbeiddi tá eitt tíðarskeið á Fiskivinnustovuni. Kristina giftist í 1957 við Archibald Norðberg úr Hvalba, tey fingu børnini: Niels Pauli, Ella, Mikka- lina og Andrew, sum øll búgva í Havn. Ella og Mikkalina eru giftar og eiga 3 børn hvør. Familjan hevur altíð havt stóran týdning fyri Krist- inu. Hon hevur verið ófør at binda klæðir, bæði til síni egnu børn og onnur. Henni hevur altíð dámt væl at syngja og spæla klaver. Børnini minnast aftur á nógvar góðar løtur, bæði í Havn og ikki minst summ- arferiurnar í Hvalba við hoygging o.l. Í samkomuni í Ebenezer hevur Kristina verið ein góður stuðul. Hon var ein av teimum, sum t.d. stóð fyri kvinnufundunum, sum vóru eina ferð mánaðin. Hon var eisini við til at stovna vaskiliðini, sum taka sær av reingerðingini í Ebenezer. Eisini hevur hon bakað nógv scones til barnalegurnar á Zarepta. Kristina og Archibald hava nógv vinfólk, bæði her heima og í Skotlandi. Tey komu t.d. at kenna væl føroysku umboðsmenninar Sofus Poulsen og Oddmar Skarhamar, gjøgnum starv- ið hjá Kristinu. Tað var nógv samskifti millum Fiskivinnustovuna og Um- boðsstovuna í Aberdeen, t.d. tá skip skuldu niður til Onglands at landa ísfisk. Eisini hava nógvir út- lendskir trúðboðarar vitjað heim teirra á Heiðavegi gjøgnum árini. Kristina og Arcibald eru nú farin at eldast, og vit ynskja teimum eitt blítt lívskvøld og takka fyri alt tað tey hava verið fyri okkum. Føðingardagin er Kristina burturstødd. Børnini 17. mei verður hildin sum tjóðardagur Nor- egs. Hesaferð verður serliga nógv gjørt burturúr, av tí at tað eru 100 ár liðin síðan Noregi á friðarligan hátt gjørdist leyst av Svøríki, og tí tað í ár eru 60 ár síðan annar heimsbardagi endaði Tað eru langar skráir fyri alskyns friðar- og skrúð- gongur, sum fara gjøgnum býirnar við hornblástri, fólkadansi og fiólspæli á odda. Klaksvík er umboðað hjá vinarbýi sínum í Noregi, Tróndheim. 7.b við Skúlan á Ziskatrøð er boðin við, saman við 520 øðrum næmingum frá hinum vin- arbýunum hjá Tróndheimi. Skúlanæmingar frá 54 skúlum saman við barna- gørðum - o.u. 20.000 ung- dómar við hópin av horn- orkestrum og ljómliðum, spældu vakran tónleik. Á ferðini steðgaðu tey upp á heilsaðu uppá Lív Ullman, sum stóð á serligum palli til endamálið. Lív Ullman er frá Trónd- heimi. Hon varð boðin við til henda merkisdagin og varð móttikin sum ein onnur drotning. Hon er saman við manni sínum, Donnald í Tróndheimi í dag. Hann sigst vera millum 10 teir rík- astu í USA, har tey búgva. Seinni í dag bjóðar bý- ráðið í Tróndheim til galla- døgurði, har umboð frá Klaksvíkar býráð, Dávur og Annfríð Winther eru við. Her verður m.a. Liv Ul- mann gestarøðari. Kristina Sloan Norðberg 80 ár Klaksvík við til serstakan 17. mei í Noregi