Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 91 - 18. mai 2005 – Tá kongur okkara, Harald ikki megnar at koma fram á balkongina, og tað sjálvan 17. mai, tá er hann sjúkur, sigur norskfødda havnar- kvinnan, Ellen- Margrethe Nolsøe, sum í ár heldur tjóðardagin saman við norskari vinkonu TJÓÐARDAGUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðmenn: – Hvis kongen ikke er med i dag… ja, da er han for alvor syk! Tað er við sorgblídni, at 64 ára gamla Ellen-Mar- grethe Nolsøe kann stað- festa, at í øllum tiltøkunum á tjóðardegi Noregs, so vantar høvuðspersónurin: Kong Harald. Vit sita inni í eini hugna- ligari stovu í Áargeil í Havn. Eitt vanligt føroyskt heim, men sum í gjár var fullkomuliga broytt longu frá morgunstundini av. Í stovuni er sjónvarpið koyrt eyka hart frá. Tað hevur fingið heiðurpláss á miðjum gólvi. Á borðinum standa kaffikoppar og tall- erkar og tær góðu køkurnar, sum húsmóðurin setur fram fyri okkum. Skjótt kemur kaffi og the eisini. Í stovuni síggjast ein hópur av myndum úr Noregi, og sum minna okk- um á, at vit eru í einum heimi, har norðmenn búgva. I dagens anledning eru fleiri norsk fløgg at síggja. Og hví skuldu tey ikki eisini tað? Orsøkin til alt hetta hóvastákið er hin einfalda, at 17. mai jú er tjóðardagur Noregs. Ert tú norðmaður í Noregi, er hetta ein sera stórur dagur. Ert tú norð- maður úti í heimi, so er hetta somuleiðis ein stórur dagur. Og ert tú norðmaður í Føroyum, so er hetta eisini ein dagur, sum ikki fer aftur við borðinum, uttan at dag- urin skal markerast. – Tá er hann sjúkur Tað var júst hetta tey vóru í ferð við í hugnaligu stovuni í Áargeil 2 í Havn. Sjónvarpið var sett á NRK1, har tey kundu fylgja við øllum tí sum hendir í heimlandinum Norge. – Se. Se der. Nå kommer de frem på balkongen. Sonja, Håkon Magnus og Mette Marit. Så vakre de er… Åh nei, ser dere – kongen mangler. Han er ikke med!, staðfestir Ellen- Margrethe. Tað er øllum greitt, at Harald kongur er rættiliga sjúkur av krabbameini. Ikki er long tíð síðani hann varð skurðviðgjørdur fyri hesa sjúkuna, og í løtuni er hann sjúkrameldaður. Líkt er til, at støðan ikki er alt ov góð beint nú, tá hann ikki megnar at standa frammanfyri stóru mann- fjøldini við slottið í norska høvuðsstaðnum sjálvan tjóðardagin. Góður stemningur Ellen-Margrethe var fyrra- partin í gjár farin á vitjan hjá eini aðrari norskari konu, teirri væl eldru Ruth Kjeld. Tær eru ikki í Noregi til henda dagin, men tað forð- ar teimum ikki í at halda henda dagin saman. Tær fáa tó við sær allan stemn- ingin úr Noregi, tí norska sjónvarpið ger nógv burtur- úr ein slíkan dag. Við upptøkutólunum eru teir farnir kring alt landið fyri at vísa, hvat fólk gera burtur úr í Noregi og í øðrum londum, – og eisini í Føroyum. Hetta kemur sera væl við hjá norðmonnum, sum staddir eru í øðrum londum. Um kvøldið gleða tær seg til at fara til 17. mai-dags hald í einum heimi í Kolla- firði saman við øðrum landsmonnum sínum. Har verða helst einir 45 norð- menn, sum eru búsitandi í Føroyum, og sum fara at seta hvørjum øðrum stevnu til eitt hugnaligt 17. maidags-kvøld. Norskur tjóðardagur men høvuðspersónurin vantar – Uttanfyri fóru øll fløggini á fulla stong. Tí fyri okkum og okkara land merkti tað, at nú var friður í landinum. Jú, hetta var eisini ein minniligur dagur, sigur Ellen-Margrethe TJÓÐARDAGUR Snorri Brend Havn: – Jú, hetta er ein serstakur dagur í ár. Ein dagur har vit minnast at 100 ár eru liðin síðani vit gjørdust leys av Svøríki. – Og so mugu vit ikki gloyma, at tað eisini eru liðin 60 ár síðani at Noreg varð leyst av seinna heims- bardaga. Hetta er ein »fantastisk festdag«, sigur Ellen-Margrethe. Ellen-Margrethe varð borin í heim í Oslo í august mánaði 1940, – tað árið tá Noreg av álvara kom við í seinna heimsbardaga. Hon er í teirri sjáldsomu støðuni, at hon minnist rættiliga nógv frá tíðini undir seinna heimsbardaga. Orsøkin til hetta er uttan iva hon, at tey í hennara fam- ilju vóru sera politiskt áhugað, har m.a. abbi henn- ara var ein kendur politikk- ari. Hon minnist tí sera væl, tann dagin í 1945, tá ein onkul hennara bað tey øll um fara út á altanina: »Um ein tíma verður almanna- kunngjørt, at Noreg er vorðið frælst aftur!« – Uttanfyri fóru øll fløggini á fulla stong. Tí fyri okkum og okkara land merkti tað, at nú var friður í landinum. Jú, hetta var eisini ein minniligur dagur, sigur Ellen-Margrethe. Av tí at so stutt var fráliðið frá krígsenda, var ikki gjørt so nógv burtur úr hátíðarhaldinum hetta árið. Men kortini var eingin norðmaður í iva um, at høvuðsorðið henda dagin var »FRIÐUR«. Árið eftir var gjørt nógv meiri burturúr, minnist hon, og síðani tá hevur 17. mai altíð verið ein serstakur dagur í lívi hennara. Gloymdu ov skjótt Tann 17. mai 1946 stendur somuleiðis klárur í minn- inum hjá Ellen-Margrethe. Hetta var ein ótrúligur festdagur, hóast tað oys- regnaði. Hon minnist, at hon sat á fanginum hjá pápa sínum alla tíðina. Fólk í hópatali vóru sam- ankomin til dagin. Hetta minnist hon væl, men so fer hon ongatíð at gloyma eina heilt aðra sjón, sum festi seg í minni hennara: – Tað var tá, at eg sá hesar hvítu bussarnar við krígs-invalidunum í. Frammanfyri bussarnar sóust rullistólar og enntá onkur song. Hóast eg bert var seks ára gomul tá, so hava hesir hvítu bussarnir altíð staðið rimmar fast í minni mínum. – Í bussunum sótu inva- lidar frá seinna heimsbar- daga. Hesir menn, sum høvdu stríðst fyri okkara land, vóru nú komnir saman við øllum fólkinum fyri at hátíðarhalda frælsið og tjóðardagin. – Øll vóru vit fegin sam- an við teimum. Men eg haldi kortini, at teir vórðu alt, alt ov skjótt gloymdir - hesir menninir, sum høvdu gjørt ein so stóran innsats fyri okkara land, sigur hon. - - Eg var seks ár, og var so mikið stór at eg skilti alt tað, sum teir høvdu verið ígjøgnum í hesum stríðn- um. Og eg var so følsom, at eg hevði bestan hugin at gráta yvir alt tað, teir høvdu verið ígjøgnum. Kongurin er eingin abbi Frammi við slottið hevur tó altíð verið staðið, har mest varð gjørt burtur úr tjóðar- degnum. Ellen-Margrethe minnist somuleiðis eina aðra hend- ing frá einum tjóðardegi frammanfyri slottið. Sum vanligt er, so kom tann kongaliga familjan fram á balkongina, fyri at heilsa uppá tey túsundtals fólkini, sum har vórðu savnað saman. Í sambandi við hetta kom eisini abbi hennara, ið var kendur politikkari, eitt skifti fram á balkongina. Hóast Ellen-Margrethe var lítil tá, so minnist hon, at tá hon sá abban, so gjørdist hon sera glað. Ja, so glað at hon, við sínu sterku barna- rødd skar í eitt róp: ABBI! – Og tú kanst líka trúgva, at fólk vendu sær ímóti mær. Tað var, sum um tey vildu siga við meg, at eg skuldi bara váða mær at kalla sjálvan kongin fyri ein abba. Tað var at spotta kongin. – Men tey vistu sjálvandi ikki, at abbi mín var ein teirra, sum stóð har frammi á balkongini, sigur hon og kann ikki annað enn smílast at tilburðinum. Løgin tjóðardagur Í 1973 flutti Ellen- Margrethe til Føroyar, saman við manni sínum, Mortan Nolsøe, sum var við til at leggja lunnar undir virksemið á Debesartrøð. Hóast Mortan var føroy- ingur, so helt hann altíð frí henda serstaka dagin. Og Ellen-Margrethe minnist enn fyrstu ferð, tey skuldu halda tjóðardag Noregs í Føroyum. – Vit høvdu planlagt ein serstakan dag. Men so gjørdist ikki: Tað eina barn- ið datt í eina tjørn, og hitt barnið máttu vit leita leingi eftir, tí tað varð blivið burtur, sigur hon. Hóast árini eru vorðin 65, so er hetta kortini ein dag- ur, sum verður hildin í hennara heimi. Hon roynir tí eisini, at minna eftir- komarar sína á tann týdn- ingin, sum hesin dagurin hevur fyri hana og norska fólkið. – Jo, dette er en spesiell dag. En dag hvor vi alle har en fantastisk fest. - 17. mai merkir tað sama sum friður Tær tríggjar norsku kvinnurnar – vinstrumegin frá: Tone Kjeld, Ruth Kjeld og Ellen-Margrethe Nolsøe - eru í góðum lagi, nú 17. mai aftur er á skránni Mynd: Jens Kr. Vang