Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í farnu viku hittust barna- og ungdóms- leiðarar á fyrsta fund- inum í "Børn í vanda" verkætlanini í Klaks- víkar kommunu. Endamálið við verk- ætlanini er at skapa opinleika og samstarv millum øll, ið varða av børnum fyri at tryggja teimum ein tryggan uppvøkstur FYRIBYRGING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Hvussu bera vit okkum at, tá vit varnast, at eitt barn í okkara umhvørvi er fyri vansorgan? Og hvussu vita vit yvirhøvur, um ella nær vandi er á ferð? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vóru á skránni, tá fyrsti fundurin hjá "Børn í vanda" verkætlanini í Norðoyggjum varð hildin á Hotel Norð á Viðareiði í farnu viku. Tað er Blái Krossur Føroya, sum er stigtakari, og sum saman við Klaksvíkar Býráð kom- andi trý árini fer at roynd- arkoyra verkætlanina í Klaksvíkar Kommunu. Hvat skal setast í staðin? Hóast rúsevnanýtsla og misnýtsla verða mett sum ein tann størsta hóttanin móti trivnaðinum hjá børn- um, fevnir verkætlanini "Børn í Vanda" um øll viðurskifti, sum kunnu elva til, at børnini gerast ótrygg ella verða fyri vansorgan. Men hóast tað ikki er ein- týðugt, hvørji hesi børnini eru, ber tað til at vísa á nøkur eyðkenni, vit eiga at geva ans, segði Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, í fyrilestrinum " Eru børn í vanda?" Oddbjørg vísti á, at hóast tað ikki finnast før- oysk hagtøl á hesum øki- num, vita fakfólk av roynd- um, at trupulleikarnir her eru teir somu, sum aðra- staðni – Ótryggleiki og mis- trivnaður hjá børnum kann vísa seg, bæði við at tey hava ilt við at tilpassa seg, ella at tey tilpassa seg ov væl. Talan kann eisini vera um onnur eyðkenni, men felags fyri hesi børnini er, at tey ikki mennast eins og onnur børn. Við hollari vitan um, hvat ein skal hyggja eftir, og hvussu tú handlar út frá tí, ber tað sjálvsagt til at fyribyrgja ávísar vandar. Hinvegin er tað minst líka týdningar- mikið, at vit gera okkum greitt, hvat tað er, vit ynskja at seta í staðin fyri tað, vit royna at fyribyrgja, segði Oddbjørg. Í tráð við hetta kemur verkætlanin "Børn í vanda" í stóran mun at snúgva seg um samskifti millum for- eldur, leiðarar og fakfólk, sum hevur til endamál at skapa størri tilvitan um, hvussu vit eru mótvegis børnunum og hvørji viðri, vit ynskja at geva teimum. Alt hevur eina orsøk Alt hevur eina orsøk, eisini tá eitt menniskja bukkar undir fyri eitt nú rús- evnamisnýtslu ella kemur sær út í kriminalitet. Í tí fyribyrgjandi arbeiðinum er tað tí upplagt at spyrja seg sjálvan, hvat tað var, sum gjørdi, at júst hetta menn- iskja ikki megnaði at standa ímóti fyri á tann hátt at slóða vegin fyri tí góða uppvøkstrinum, segði Tór- hild Bjarkhamar, verkætl- anarleiðari, millum annað í kunnandi fyrilestri um fyribyrgingarátakið. Tórhild vísti á, at talan ikki nýtist at vera um mis- nýtslu, áðrenn rúsdrekka í heiminum ger sína skaði- ligu ávirkan á børnini. Órógvar rúsevnanýtslan hjá onkrum í familjuni heimið ella tyngir kensluligu bond- ini millum menniskju, er talan um ein rúsevna- trupulleika, sum krevur, at onkur traðkar til. Og tað er ikki nokk, at eitt nú for- eldur ávara síni børn móti vandanum við rúsevnum, um tey ikki sjálvi megna at vera góðar fyrimyndir. Børn læra nógv heldur av tí, tey síggja, enn tí tey hoyra ella verða ávaraði ímóti. Og serliga er tað atburðurin hjá teimum, børnini hava tættast tilknýti til, sum ávirkar, segði Tór- hild. Til dømis er tað útbreidd misskiljing, at tú kanst læra tíni børn at drekka. Allar kanningar vísa, at tað fær bara tey ungu at drekka meir, meðan vandin fyri misnýtslu økist. Samstund- is vísa kanningar, at 80 % av øllum kriminaliteti mill- um ung er tengdur at rús- drekka. Tí hava vit allar orsøkir til at vera á varð- haldi, tá ein kanning í 7.- 10. flokkunum í Klaksvík vísir, at út við 20 % av næmingunum nýta rús- drekka hvørt vikuskifti. - Tølini eru tankavekj- andi og áttu at fingið okk- um at hugsa, um vit ikki áttu havt okkurt annað at bjóða teimum ungu hvørt vikuskifti enn stórar kon- sertir og dansitiltøk, har rúsdrekka tykist at vera ein týðandi partur av sam- veruni, segði Tórhild. Kjak og íblástur Harvið varð lagt upp til kjak millum luttakarnar um, hvussu verkætlanin kann fremjast í verki og á hvønn hátt vit kunnu vænta, at ein slík verkætlan kann gagna samfelaganum sum heild. Luttakarnir viðgjørdu spurningin í smærri bólkum, har øll fingu høvi at siga sína hugsan og koma við upp- skotum. Fundurin endaði við, at hvør bólkur hevði eina framløgu av sínum tankum og niðustøðum, sum síðani kundi verða íblástur til framhaldandi arbeiðið við átakinum. Fyrsti fundurin í "Børn í vanda" átakinum í Norð- oyggjum var fyri leiðarar og onnur, ið hava høvuðs- ábyrgd av børnum og ung- um í Klaksvíkar Komm- unu. Í næstum er so ætlanin at hava fundir fyri teir ymsu fakbólkarnar hvør sær umframt fyri foreldrum og øðrum avvarðandi. Nr. 91 - 18. mai 2005 15 "Børn í vanda": Tann góði uppvøksturin – okkara ábyrgd - Tað er av stórun týdningi, at vit gera okkum greitt, hvat tað er vit vilja seta í staðin fyri tað, vit ynskja at fyribyrgja, segði Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, millum annað í fyrilestrinum "Eru børn í vanda?" - Tað er ein sera útbreidd misskiljing, at tú kanst læra tíni børn at drekka. Tað fær tey sum oftast bara at drekka meir, segði Tórhild Bjarkhamar, verkætlanarleiðari Leiðarar við høvuðsábyrgd fyri børnum og ungum í Klaksvíkar Kommunu vóru møttir fjølmentir á fyrsta fundinum í "Børn í vanda" átakinum, sum var hildin á Viðareiði í farnu viku