mikudagur 18. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 91 - 18. mai 2005
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Seinastu trý árini hevur
Westward Ho verið burturi,
men um veður og vindur
eru til vildar, kemur hon
heimaftur í týsdagin 24.
mai. Teir fyrstu av mann-
ingini fara niður til Skot-
lands í morgin, og restin
kemur í vikuni. Ætlanin er
at loysa sunnudagin 22.
mai. Væntandi tekur túr-
urin eini tvey samdøgur.
Westward Ho er høvuðs-
umvæld, og arbeiðið hevur
verið nógv og drúgt. Ein av
høvuðsorsøkunum longu
útisetuna, er arbeiðið við at
fíggja umvælingina. Her
hevur skipasmiðjan í Fras-
erburgh verið stak lagalig,
og við at leggja arbeiðið
við sluppuni, tá arbeiðið
annars hevði ligið stilt,
hevur prísurin eisini verið
rímuligur.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Mikudagin
verður
stovnandi aðalfundur í
felagi í verkætlanar-
leiðslu. Felagið er ikki
ætlað til nakað ávíst
fakøki, men til fólk, ið
starvast við verkætlan-
um. Tað er ein bólkur av
virkandi
verkætlanar-
leiðarum, sum tekur stig
til at stovna felagið.
Tørvurin á verkætl-
anarleiðarum er vaksin í
Føroyum seinastu árini,
serliga tí at alsamt fleiri
virki skipa sínar upp-
gávur í verkætlanum,
har m.a. tíðar- og fíggj-
arætlanir verða fast-
lagdar.
Ein av uppgávunum
hjá nýggja felagnum
verður at miða ímóti at
gerast limur í altjóða
felagnum IPMA, Inter-
national Project Man-
agement Association.
IPMA
hevur
eina
áhugaverda
altjóða
próvtøkuskipan innan
verkætlanarleiðslu.
Skipanin er býtt upp í
fýra stig, har møguleiki
er at fáa prógv sum
verkætlanarleiðari á D-
støði, sum er tað lægsta
og upp til A-støði, sum
er tað hægsta. Ætlanin er
at hava próvtøku á D-
støði í Føroyum í juni
mánaða í ár.
Ætlanin er at felagið
skal verða við til at
skapa eitt umhvørvi, har
møguleiki verður hjá
verkætlanarleiðarum at
hittast og mennast. Ætl-
anin er ikki, at felagið
skal skipa fyri skeiðum,
men í staðin hava kunn-
andi fundir og onnur
viðkomandi tiltøk.
Stigtakararnir
hava
samskifti við felagið fyri
danskar
verkætlanar-
leiðarar "Foreningen for
dansk projektledelse",
og verður føroyska fe-
lagið eitt økisfelag undir
danska felagnum fyrstu
árini.
Kunnandi
fundur
verður mikudagin 18.
mai 2005 kl. 15.00 í
høvuðssetrinum
hjá
Føroya Tele í Hoyvík,
har Morten Fangel frá
"Foreningen for dansk
projektledelse" er við.
- Árni Jakobsen frá
Sofus
M.
Jakobsen,
bjóðar vælkomin.
- Kári Dal-Christian-
sen frá Føroya Tele,
greiðir frá verkætlanini
Klingran.
-
Morten
Fangel
greiðir frá IPMA próv-
tøkuskipanini.
- Morten Fangel kunn-
ar um "Foreningen for
Dansk projektledelse"
og "Nordnet".
- Sigurd Lamhauge frá
P/F
Norðoyatunnil,
greiðir frá fyrimunum
við einum føroyskum
økisfelagi.
Klokkan 17.00 verður
stovnandi aðalfundur av
felagnum. Tilmelding
fer fram á
www.projektforeningen.dk
ella kdc@ft.fo
Felag í verkætlanar-
leiðslu undir stovnan
í Føroyum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hjúnini Tove og Béla
Detreköy høvdu í viku-
skiftinum skeið í violin-
spæli fyri millum 45 og 50
violinnæmingum. Skeiðið
endaði við stórfingnari
violinkonsert í Vesturkirkj-
uni sunnudagin.
Næmingarnir í aldrinum
6 til 20 ár framførdu eina
skrá av spennandi verkum
av Bach, Vivaldi, Brams,
Händel, Suzuki og nógvum
øðrum.
Konsertin var væl vitjað,
og eydnaðist stak væl.
Fyrireikararnir vóru væl
nøgdir við alt vikuskiftið.
Konsertin var bygd upp
soleiðis, at fyrst spældu tey
elstu, síðan komu fleiri og
fleiri til, og til seinast
spældu øll saman. Tey eldru
luttóku í spæliningini av
teimum verkum, sum tey
plagdu at spæla, tá tey vóru
yngri. Av hesum læra tey
nógv.
Sambært lærunum, lærir
man ótrúliga nógv við at
venda aftur til eitt stykkið,
sum man fyrr hevur spælt.
Teir yngru næmingarnir
læra eisini av at spæla við
teimum eldru, og av at lurta
eftir teimum stykkjum, sum
tey skulu spæla, tá tey
gerast eldri. Harumframt
læra øll av samanspælinum,
og fáa samstundis eina
jaliga uppliving.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
AWI Boats hevur selt fimm
bálar til eitt grønlendskt
felag í Sisimiut. Tríggir av
av bátunum fóru fríggja-
dagin við Dettifossi hjá
Skipafelagnum.
Leiðin
gekk fyrst til Íslands og frá
Íslandi víðari til Sisimiut í
Grønlandi.
Teir tríggir bátarnir verða
í Sisimiut 26. mai 2005.
Talan er í hesum umfari um
tveir AWI STAR 35 og ein
AWI 33. Seinri í hesum
mánaðinum verður tann
fjórði AWI 33 avskipaður
og tann fimti fer um hálvan
august, hesin er av slagnum
AWI STAR 35.
Bátarnir fara í Grønlandi
at royna við snellu, línu og
gørnum.
Fyrstu
tíðina
verður roynt eftir toski ,
men møguleiki er eisini at
fiska krabba og svartkalva.
Eins og bátarnir eru før-
oyskt bygdir er fiskireið-
skapurin eisini føroyskur.
Snellurnar og línispølini
eru frá J.K. Joensen í
Miðvági og línan o.a. frá
Teymavirkinum í Saltang-
ará.
Tú lærir av at leita aftur
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Westward Ho kemur heim
Westward Ho, við bryggju í
Fraserburgh.
Fimm bátar til Grønlands
Tríggir av bátunum, sum AWI Boats hevur selt til Grønlands, fóru við Dettifossi fríggjadagin