Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 17 Føroyski pop punk bólkurin “The Dreams” fer 27. mai til Onglands at liva dreymin. Bólkurin hevur vunnið sær veg í sendingina “A cut”, sum MTV skipar fyri. The Dreams luttaka í send- ingini, sum danskur bólkur. Teir hava kappast við yvir 300 danskar bólkar og eru sloppnir við í sendingina. Í sendingini skulu teir kapp- ast við aðrar evropeiskar bólkar. Í The Dreams eru fleiri av limunum, sum vóru í bólk- inum Zink. Teir tríggir limirnir eru Hans Edward Andreassen gittar og sang, Eirikur Andersen bass og Heini Mortensen trummir. Ov seinir at melda til Hans Edward sigur við Sosialin, at hann hoyrdi um hesa sendingina, tá hann flutti niður. Hann búði hjá fastur síni, sum hevur upp- tøkuhøli. Har lá ein til- meldingarlepi, og hann skundaði sær at melda The Dreams til, hetta sjálvt um freistin longu var úti. MTV ringdi stutt eftir og bjóðaði teimum at spæla á konsertstaðnum Stengade 30. Teir fingu nógv rós aft- an á framførsluna og vórðu valdir at fara víðari í kapp- ingini saman við fjúrtan øðrum bólkum. Teir fimmt- an gjørdust til fimm, og nú fríggjadagin fingu teir boð um, at teir og møguliga ein annar danskur bólkur, skulu luttaka í sjálvari sendingini í London. Einasti punkbólkur The Dreams spæla pop punk, ella penan punk. Teir vóru tann einasti av teimum bólkunum, sum spældu í Stengade 30, sum spældi punk. _ Men hví spæla teir punk? Hans Edward sigur, at tað hava teir altíð gjørt. Tað er tað, sum riggar best hjá teimum. Hann veit væl, at MTV ikki er serliga punk, men teir eru, sum sagt, pop punkarar. Harafturat snýr tað seg slett ikki so nógv um at vinna kappingina. Men heldur um at brúka hendan møguleikan at koma fram. Teir sleppa til London og hitta eina rúgvu at fløgu- framleiðarum og fólki úr tónleikaídnaðinum. Fáa mest møguligt burturúr Teir hava tosað saman og gjørt av, at nú skulu teir arbeiða málrættað og satsa upp á at liva av tónleiki. Hans Edward heldur, hetta vera ein tann størsta møgu- leikan, sum teir kunnu fáa. So tí vilja teir, fáa mest møguligt burturúr. MTV hevur fyrr skipað fyri eini tílíkari sending fyri dansarar. Øll sum komu í tað sendingina eru yrkis- dansarar í dag. MTV vænt- ar, at nakað tað sama verð- ur galdandi fyri tónleikar- bólkarnar, sum verða við. Umboða Danmark Hans Edward sigur, at hann hevur litað hárið reytt í sambandi við, at hann skal umboða Danmark í kapp- ingini. Hann sigur, at hann kanska fer at fáa sær eina hvíta strípu í hárið, tá hann kemur til London. Tá bólkurin fer til Lond- on, skulu teir luttaka á eini venjingarlegu. Teir verða vandir bæði sum einstak- lingar og sum bólkur. Nakr- ir bólkar verða soldaðir frá á venjingarleguni. Teir, sum ikki verða soldaðir frá, lut- taka í eini hálvfinalu. Í hálvfinaluni velja áskoðar- ar hjá amerikansku song- kvinnuni Anastaciu, tveir bólkar í finaluna. Áðrenn finaluna, verður aftur eitt tíðarskeið við venjing. Men eisini við styling og ráðgeving um útsjónd og image. Í finaluni er Anastacia dómari, og velur tann bólkin, sum hon heldur skal vinna. Vinna The Dreams kapp- ingina, skulu teir spæla á konsert við Anastacia á hennara Evroparundferð. Balslev søkir eftir frítíÝaravloysara til ByggibúÝina. ArbeiÝiÝ umfatar fyrst og fremst málingadeildina, og tí er taÝ ein fyrimunur um umsøkjarar hava arbeitt í málingahandli, men taÝ er ongin treyt. Annars umfatar starviÝ alt vanligt fyrifallandi arbeiÝi í ByggibúÝini. StarviÝ er tíÝaravmarkaÝ frá fyrst í juni til hálvan august. Um tú heldur, at hetta er nakaÝ fyri teg, so send skrivliga umsókn skjótast møguligt. Umsókn verÝur at senda til: Pf. Balslevs Timburhandil & ByggibúÝ Postboks 3309 FO-110 Tórshavn Att: EyÝun Hansen FRÈTÈðARAVLOYSARI Tá dreymar gerast veruleiki: Føroyskur pop-punk bólkur í MTV SOS05091?? 17.5.2005 11:11 Page 17