Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 91 - 18. mai 2005 Kasparov mótmælti Garri Kasparov, ið verð- ur roknaður sumn heim- sins besti telvari, var sunnudagin uppi í einari mótmælisgongu, sum mótmælti rættarmálin- um ímóti oljuríkmann- inum Mikhail Khodor- kovskij. Løgreglan legði upp í mótmælisgonguna, og fleiri fólk vórðu tikin. Sambært fjølmiðlunum royndi løgreglan eisini at taka Kasparov, men tað eydnaðist lívverjum hansara at forða tí. Ta seinastu tíðina hevur Kasparov gjørt seg gald- andi á tí politiska palli- num í Russlandi, og hann er nú oddamaður í einum felagsskapi, hvørs endamál er at forða fyri, at Vladimir Putin og menn hansara sleppa at halda fram í stjórn aftan á valið í 2008. Mikhail Khodorkov- skij varð mánadagin funnin sekur í umfatandi skattasviki, og hann kann fáa upp í tíggju ára fongsul. Eygleiðarar í Moskva vænta kortini ikki, at revsingin verður so hørð, tí nógvir russar eru av teirri áskoðan, at málið ímóti honum er meiri politiskt enn løgfrøðiligt. Tí kann ein hørð revsing fáa mong at seta seg upp ímóti myndugleikunum, siga eygleiðararnir. Svøltar seg Danski ríkisborgarin Omae Maarouf, sum situr fangi í einum fongsli í Marokko, er farin at svølta seg saman við 1.500 øðrum fang- um. Sambært Politiken fóru fangarnir at svølta seg fyri fjúrtan døgum síðani, og ein teirra doyði í síðstu viku. Omar Maarouf varð tikin í Marokko fyri tveimum árum síðani, og stutt eftir bleiv hann dømdur til deyða fyri at hava verið við til at leggja fleiri morðætlanir til rættis. Myndugleik- arnir í Marokko søgdu, at hann hevði játtað seg sekan, men sjálvur hev- ur Omar Maarouf sagt, at hann bleiv tvungin til at játta seg sekan. Tann 39 ára gamli Omar Maarouf hevur búð í Danmark í 17 ár, og hann hevur vrið danskur ríkisborgari síð- ani 1998. Kona hansara og fýra børn búgva framvegis í Danmark. Funnin sek Ein hernaðardómstólur í Texas hevur dømt ta 27 ára gomlu Sabrinu Har- man seka í at hava gjørt seg inn á fangar í Abu Ghraib-fongslinum í Irak. Sabrina Harman var ákærd fyri seks lógar- brot. Hon var ákærd fyri at hava farið illa við fangum og fyri at hava eyðmíkt fleiri teirra kynsliga. Harumframt var hon ákærd fyri sam- ansvørjing og fyri at hava vanrøkt sínar skyldur sum ameri- kanskur hermaður. Sabrina Harman var ein av teimum ameri- konsku hermonnunum, sum gjørdust kendir um allan heimin av mynd- unum úr Abu Ghraib- fongslinum. Á einari av myndunum stóð hon undir liðini á einum dunga av naknum irakskum fangum. Seks aðrir hermenn hava játt- að seg sekar, og Charles Graner, ið verður rokn- aður sum høvuðsmað- urin aftan fyri ágangin ímóti fangunum, hevur fingið tíggju ára fongs- ul. Sabrina Harman er ikki tann einasta kvinn- an, sum er ákærd fyri ágang ímóti fangunum í Abu Ghraib. Ein onnur, Lynndie England, hevur verið í rættinum, men málið skal takast upp- aftur, tí frágreiðingar hennara og frágreiðing- arnar hjá nøkrum vitn- um samsvaraðu ikki, skrivar AP. Afrikanskar kvinnur bíligari Tey seinnu árini hava tey donsku skøkjuhúasini serliga brúkt kvinnur úr teimum eysturevrope- isku londunum og úr Fjareystri, men soleiðis er ikki longur. Ekstrablaðið og TV2 hava kannað viðurskift- ini, og teirra niðurstøða er, at skøkjuhúsini brúka nú fleiri kvinnur úr teimum vesturafri- konsku londunum. Kvinnurnar verða smuglaðar úr Vestur- afrika til Italia, har smuglararnir hava eina miðstøð, og haðani verða tær so sendar til skøkjuhús ymsastaðni í Vesturevropa, sigur Troels Ørting Jørgensen hjá donsku ríkisløg- regluni. Tað er ikki eftirspurn- ingurin eftir myrkum kvinnum, sum ger, at alt fleiri kvinnur úr Vestur- afrika koma til tey donsku skøkjuhúsini, men orsøkin er tann ein- falda, at tær eru bíligari, og at nóg mikið er til av teimum, sigur løgreglu- maðurin. Tað ger, at tey, sum reka skøkjuhúsini, kunnu fáa so mikið meiri burturúr, sigur hann. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanskir veður- menn vænta, at nógv- ar ódnir fara at herja leiðirnar við Karib- iska Havið í ár. VEÐURFORSØGN Árni Joensen fartekst@mail.dk Í Karibiska Havinum verð- ur tíðarskeiðið frá 1. juni til 30. november roknað sum tíðin, tá tropiskir stormar og tropiskar ódnir gera um seg. Í meðal er níggju trop- iskir stormar í økinum á hvørjum ári, og seks teirra enda sum tropiskar ódnir. Men í ár verður helst verri, siga amerikanskir veðurmenn. National Oce- anic and Athmospheric Ad- ministration sigur, at tey vænta ímillum 12 og 15 tropiskar stormar uttan úr Atlantshavinum í ár. Átta teirra fara væntandi at versna so nógv, at teir verða til tropiskar ódnir, og ímill- um tríggjar og fimm teirra verða væntandi rættiliga ringar. Árið í fjør var eitt av teimum ringastu, og tá vóru ikki færri enn 15 tropiskir stormar, sum raktu Haiti, Grenada, Jamaica, Cayman Oyggjarnar og Florida, og bara í USA kravdi illveðrið 209 mannalív. Fýra av teimum tropisku stormun- um versnaðu til tropiskar ódnir, sum gjørdu skaða fyri umleið 45 milliardir dollarar í USA. Skaðin aðrastaðni var eisini stórur. Serliga ódnin Ivan gjørdi stóran skaða í fjør. Hon oyðilegði fleiri olju- og gasspallar í Meksikanska Flógvanum umframt fleiri leiðingar, og tað hevði við sær, at teir næstu seks mán- aðarnar var oljufram- leiðslan 45 milliónir tunnur minni enn vanligt, skrivar Reuters. Fleiri skrivstovu- bygningar standa í gerð á økinum, har World Trade Center stóð, men eingin vil leiga hølini. ST um- hugsar at flyta hagar ENDURBYGGING Árni Joensen fartekst@mail.dk Silverstein Properties hev- ur ikki fingið nógvar fyrispurningar, síðani fyritøkan lýsti við skriv- stovuhølum, sum eru til leigu í teimum nýggju bygningunum, sum standa í gerð á Ground Zero í New York. Ætlandi sleppa teir fyrstu leigararnir inn í hølini næsta ár, men enn er tað bara útleigufyritøkan sjálv, sum hevur skrivað undir sáttmála um at leiga høli har, skrivar Financial Times. Tann lítli áhugin fyri teimum nýggju skrivstovu- hølunum hevur nú fingið ST at vísa bygningunum áhuga. Ein talsmaður hjá heimsfelagsskapinum vátar fyri Financial Times, at felagsskapurin hevur brúk fyri fleiri hølum, tí tann gamli ST-bygningurin skal umvælast. Tað arbeiðið er mett at taka eini sjey ár, og tí er tað ikki óhugsandi, at ST fer at húsast á Ground Zero, meðan tann gamli bygningurin verður um- vældur, skrivar blaðið. Vænta nógvar ódnir í ár Eingin vil vera á Ground Zero Soleiðis sá út í Punta Gorda í Florida aftan á ódnina Charley, sum herjaði har tann 14. august í fjør Mynd: Reuters Eingin vil vera á Ground Zero, har World Trade Center stóð Mynd: Reuters