mikudagur 18. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir sjey ár í føroyska
landsliðshópinum og
37 skrásettar lands-
dystir, er hugurin ikki
longur tann sami,
sum hann hevur ver-
ið, sigur vágbingurin
LANDSLIÐSAVBOÐ
Jákup Mørk
Enn hava landsliðsvenjarar-
nir ikki almannakunngjørt
hópin, sum skal royna seg
móti Sveis í næstum. Men
tað stendur greitt, at í øllum
førum eitt navn av teimum,
sum plaga at mynda hópin,
ikki verður við hesaferð.
Pól Thorsteinsson hevur
nevnliga tikið avgerð um,
at hann ikki longur fer at
verða partur av liðnum, og í
farnu viku gav hann lands-
liðsvenjarunum boð um
hetta.
- Tað er ikki longur eins
spennandi at vera við á fót-
bóltslandsliðnum, og fyri
mítt viðkomandi má eg
siga, at eg ikki longur síggi
meg føran fyri at nýta ta
tíðina, sum krevst til hetta,
sigur Pól, tá vit tosaðu við
hann um orsøkirnar til av-
boðið, sum nú er veruleiki.
Seinastu tvey árini hevur
verjuskanin, sum nú eisini
er liðskipari hjá B36, verið
nógv plágaður av skaðum,
men sjálvur sigur hann, at
hetta ikki er nakað, sum
hevur skundað undir av-
gerðina.
- Als ikki. Skaðarnir hava
sjálvandi darvað nakað, men
eg vil gjarna leggja dent á,
talan er um eina væl um-
hugsaða avgerð. Longu eftir
seinasta dystin í fjør hevði
eg ætlanir um at gevast, men
tá vildi eg geva tí ein
møguleika afturat. Eg helt
kanska, at við einum hálv-
um ári til komandi dystin,
fór hugurin at koma aftur,
men nú kann eg bara stað-
festa, at soleiðis var ikki.
- Hinvegin ger hetta
kanska eisini, at avgerðin
hevur verið lættari hjá mær
at taka. Nú havi eg sjálvur
tikið avgerðina um at
gevast, og tað er hóast alt
lættari, enn um onnur
høvdu sagt mær, at eg ikki
longur var nóg góður, stað-
festir Pól Thorsteinsson.
Malta var tað størst
Hóast hugurin at dríva fót-
bóltin somikið hart, ikki
longur er tann sami, sum
hann hevur verð, so dylir
Pól ikki fyri, at hann hevur
verið fegin um tíðina á
landsliðnum.
- Tað er jú klárt, at tað
liggja nógv góð minni eftir,
og fyri meg er tað so, at eitt
lok nú er lagt á ein heilan
kapittul av lívinum hjá mær.
Um tú skalt taka nakað
burturúr – hvør hevur so
størsta einstaka uppliving-
in verið?
- Har hava sjálvandi verið
nógv góð minni, men skal
eg taka nakað burturúr, so
verða tað tveir dystir í byrj-
anini av landsliðsleiðini hjá
mær. Útidysturin á Malta
var fyrsti landsdysturin hjá
mær, og tað var sjálvandi
nakað serligt. Men hartil
haldi eg eisini, at returdyst-
urin móti Malta var nakað
fyri seg. Hetta var bara triði
dysturin hjá mær, og vit
vunnu so 2-1 fyri einum
fullsettum stadion. Tað var
heilt fantastiskt.
- Og so merkti hetta jú
eisini, at eg eftir tveir und-
ankappingardystir
bara
hevði roynt at vinna – men
tann parturin broyttist so
nakað síðani, sigur hann
flennandi.
Eitt er at spæla á lands-
liðnum. Annað er at fylgja
við í dystunum hjá hesum,
og her ivast Pól heldur ikki
í, at hann fer at hava ein
leiklut framyvir.
- Sjálvandi fer man tað.
Til heimadystirnar verið eg
so heilt víst millum áskoðar-
arnar, og hvør veit. Kanska
verður tað eisini til onkran
av útidysturnum, soleiðis
sum fleiri aðrir spælarar
eisini hava gjørt tað.
Pól Thorsteinsson spældi
fyrsta landsdystin fyri Før-
oyar tann 30. apríl í 1997,
tá Føroyar við málum frá
Øssuri Hansen og Toda
Jónsson vunnu 2-1 á Malta.
37. og seinasti dysturin var
í fjør heyst, tá Føroyar taptu
2-0 í Dublin.
Nr. 91 • mikudagur • 18. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Pól gevst á landsliðnum
Eftir dystin í Dublin í fjør.
Longu her mundi Pól vita, at
landsliðið nú var søga fyri
hansara viðkomandi, men
endaliga avgerðin hevur
kortini bíðað í hálvt ár
Tað gjørdist 14 ára
gamli Tony Weyhe úr
Kollafirði, sum fór
avstað við fótbólts-
ferðini til Fraklands
FÓTBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk
Saman við Atlantic Air-
ways hevur Sosialurin aftur
í ár skipað fyri eini kapp-
ing, har møguleiki var at
vinna eina fótbóltsferð.
Sum tað hevur verið sið-
ur, so varð startskotið til
kappingina latið av, tá
árliga serblaðið um fótbólt
var við í Sosialinum, og í
15
fylgjandi
bløðum
skuldu nakrir puntar síðani
savnast saman, soleiðis at
ein fullfíggjað mynd kundu
byggjast upp.
Myndin ímyndaði teir
báðar, Pól Thorsteinsson og
Thierry Henry í nærdyst á
Tórsvølli í fjør summar, og
nú verður ein 14 ára gamal
kollfirðingur millum teirra,
sum fáa møguleika at
hyggja at, tá returdysturin
verður spældur í Fraklandi
tann 3. september.
Tað var nevnliga navnið
hjá 14 ára gamla Tony
Weyhe, sum stóð á lepan-
um, ið varð drigin úr triva-
ligu rúgvuni av seðlum, tá
vinnarin av kappingini
skuldi finnast.
Tá vit týsmorgunin fingu
orðið á Tony, var fríkorter í
skúlagongdini, og hóast
tíðin var knøpp, so var gleð-
in í røddini ikki at fara
skeivur av. Skjótt fekk hann
staðfest, at hann veruliga
hevði vunnið, og hann var
eisini ivaleysur, tá vit síðani
spurdu, um tað var onkur
floksfelagi, sum nú skuldi
hava at vita um vinningin.
»Jú – heilt sikkurt«.
Umframt Tony verða
annars hópin av øðrum fót-
bótlshugaðum føroyingum,
sum fara til Fraklands í sep-
tember mánaði. Vanliga
plaga føroyingar í stórum
tali at ferðast við, tá fót-
bóltsgarparnir royna seg
uttanlands, og tað ljóðar, at
áhugin fyri dystinum í
Fraklandi er nærum eins
stórur, sum hann fyri úti-
dystinum móti Týsklandi
fyri hálvum triðja ári síðani.
So er bert eftir hjá Tony
at gera av, hvør ferðafel-
agin verður. Ferðin frá At-
lantic Airways er nevnliga
fyri tveir persónar.
Kollfirðingur steyk avstað við ferðini
Talan var um stóra rúgvu, og
burtur úr hesum kom seðilin
hjá Tony Weyhe úr Kollafirði