Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 91 - 18. mai 2005 Oddurin í fótbólts- landskappingini var óbroyttur, eftir at B36 og HB fyri fyrstu ferð í mannaminni samd- ust um málleysan javnleik FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Nógvar søgur kunnu helst skrivast um mongu granna- uppgerðirnar, sum hava verið millum tey bæði stóru havnarfeløgini. Men eitt orð, sum neyvan fram- gongur í nakrari av hesum søgum er »málleyst«. Men hetta orðið kann nú leggjast afturat orðalistan- um, eftir at hvørgin av grannunum megnaði at skora sunnudagin. Fáir møguleikar Sæð í ljósinum av, hvussu liðini hava spælt seinastu tíðina, so var javnleikurin kanska ikki heilt óvæntað- ur. B36 hevur fyrst og fremst dúva upp á ein tryggan verjupart higartil í ár, har teir sera sjáldan hava lagt trýstið høgt uppi á mótstøðuhálvuni. HB hevur kanska verið meira svingandi sum so, men í dystinum móti ÍF mikudagin funnu teir aftur á beint, soleiðis at kontra- spælið aftur var í hásætin- um. Tað tóktist eisini vera kontra-spælið, sum var mest frammarlaga í hugan- um hjá HB sunnudagin. B36 hevði vindin undan fyri steðgin, og teir fingu eisini loyvi at koma langt niðan á vøllin, áðrenn nak- ar mótstøðumaður var í teimum. Hetta kundi eisini givið vertunum góðar umstøður at føra bóltin róliga niðan eftir vøllinum, men tað var sjáldan, at hetta var tað, sum lág teimum fremst í huga. Heldur royndu teir ferð eftir ferð at fáa gongd á skjótt álopsspæl, har bólt- urin varð spældur bein- leiðis frá bakkunum niðan á álopið. Ein taktikkur, sum fyri tað mesta hóvaði HB- verjuni væl, tó at tað onkra ferðina var um reppið, at veruligir møguleikar møguleikar spurdur burtur- úr. Millum annað var Óbi ta einu ferðina um reppið at reka seg púrasta leysan, og eina aðru ferð mundi Jóhannis Joensen kenna seg hepnan, tá dómarin var ein av teimum fáu í Gundadali, sum ikki sá, hvussu fast hann helt troyggjuni hjá kvika nigerianska áleypar- anum. Sæð burtur frá hesum, so var tað at kalla bert eftir deyðbóltar, at vandastøður íkomu fyri HB-málinum. Í hinum endanum var sum so ógvuliga lítið, sum hendi framman fyri B36- málinum. Eina ferð slapp Jákup á Borg heilt oman at baklinjuni, men hóast bólt- urin varð taklaður nakrar ferðir aftur og fram í brots- teiginum, so eydnaðist ong- um at fáa veruligt skot á, og so var tann møguleikin burturi. Fróði sum tryggur verjuskansi Eftir steðgin vóru tað teir hjá HB, sum høvdu vindin undan, men fyri tað nógva eydnaðist teimum kortini ikki at vinna sær nær til sama trýst, sum B36 hevði havt undan steðginum. Fremsta orsøkin til hetta mundu vera Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted á B36-miðvøllinum, sum av fullum huga fóru heil- hjartaðir inn í hvønn tann einasta nærdyst. Og tá HB so royndi seg við longum bóltum niðan móti B36- verjuni, rendu teir seg at kalla hvørja ferð inn í besta mannin á vøllinum hendan dagin. Fróði Benjaminsen hevði truplu uppgávuna at ansa Heine Fernandez í luftspælinum, og hendan uppgávan varð loyst til eitt reint 13-tal. Neyvan mundi Fróði tapa ein tann einasta nærdyst, og heldur ikki jørðini fingu teir hjá HB nakað sum helst burtur úr móti sterka miðvallaranum, sum nú spælir stoppari. Tacklingarnar sótu knall- hart og klokkureint hvørja tí einastu ferð, og skuldi bólturin ruddast burtur, so varð hetta eisini gjørt. Jákup kundi tikið alt Tó at liðini ikki broyttu stórvegis um spælið, so gekk nógv meira fyri seg á miðvøllinum eftir steðgin. Kanska sum eitt úrslit av, at HB hevði munandi meira tol í sínum spæli, og tí B36 við vindinum ímóti ikki fekk trýst seg eins langt niðaneftir. Eina langa løtu viðførdi hetta eisini, at spælið hjá serliga B36 kom at hanga betri saman. Nakrar ferðir var eisini um reppið, at teir fingu spælt seg fram til heilt góðar møguleikar, men nærri enn einum drøn- skoti úr 30 metrum frá Alex dos Santos og einum annu- leraðum máli til Allan Mørkøre komu teir hvítu ikki. Heldur ikki, hóast Bergur Midjord fleiri ferðir Hóast javnleikurin á ongan hátt mundi kenn- ast sum nøkur katastrofa í B36-leguni, so tóktist Fróði Benjaminsen iðra seg eitt sindur um, at teir ikki høvdu avgjørt dyst- in. - Eg helt í øllum før- um, at vit høvdu fult tamarhald á dystinum alla tíðina. Og tí er tað spell, at vit ikki klára at avgera dystin. Men tað sær út til, at HB seinasta hálva tíman er um at fáa eitt gott tak á. Var ikki meira luft eftir í tykkum? - Jú, tað haldi eg. Men har er sjálvandi nakað av vindi, og tá vit so eisini verða noyddir at fremja nakrar útskiftingar, so verður eitt sindur tyngri á miðvøllinum. Men sum heild, so haldi eg altso, at tað vóru vit, sum høvdu takið. Endaði sum verjuleikari Tá Fróði kom til B36 væntaðu viðhaldsfólkini helst, at felagið við hes- um hevði fingið fatur á einum av sterkastu mið- vallarunum í landinum. Tað hava tey kanska eisini sum so, men hig- artil hevur tað so verið í miðverjuni, at hann hev- ur gjørt mest um seg. Ein leilutur, sum Fróði tó sjálvur tykist trívast heilt væl í. - Tað var nokk ikki akkurát planuarin, at tað skuldi laga seg soleiðis, men tað má man so bara taka við. Og so leingi, sum tað gongur væl, so er tað bara stuttligt at royna hendan leiklutin. Men í verjuni ert tú ikki eins nógv í sam- bandi við bóltin, sum tú plagar at vera. Kann tað ikki vera eitt sindur trupult at venja seg við? - Tað er kanska eitt sindur freistandi at leita niðaneftir viðhvørt, men tað er so nakað, sum tú mást venja teg við, heldur hann. Nú triðingurin av landskappingini er farin aftur um bak, er B36 einsamalt oddalið, og tó at munurin niður eftir ikki er serliga stórur, so heldur Fróði, at hetta er ein støða, sum teir mugu royna at halda fast um. - Sjálvandi er tað ongantíð betri, enn um tað eydnast, men so skal alt eisini rigga. Komandi dyst hava vit Skála, og tað verður í øllum førum ein trupul uppgáva, sig- ur Fróði Benjaminsen at enda. -jm Høvdu tamarhald á B36-HB 0-0: Sjáldsamur javnleiku Hóast óvanda leiklutin, so hevur Fróði verið sera tryggur í B36-verjuni higartil í ár Mynd: Jens Kr. Vang