mikudagur 18. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 18. mai 2005
21
Hóast
hann
kanska
kundi vera nøgdur um
úrslitið, so var Heine
Fernandez ikki heilt
nøgdur um avrikið hjá
sínum monnum, tá vit
fingu orð á hann eftir
dystin móti B36 sunnu-
dagin.
- Serliga í fyrra hálv-
leiki gongur illa hjá okk-
um. Vit royna at fáa
vindin »í okkara part«,
men hetta makta vit yvir
høvur ikki, og tí eru vit
støðugt undir einum
stórum trýsti. Hinvegin
skal B36 eisini hava rós,
tí teir spæla ein góðan
dyst, men eg haldi sjálv-
ur, at teir koma ikki fram
til
nakrar
stórvegis
møguleikar. Har eru tað
kanska vit, sum hava teir
báðar størstu, men tað
eydnast okkum so ikki
at skora upp á hesar.
Tit hava sum so fatur á
rætta endanum seinasta
hálva tíman, har tit hava
fleiri kontramøguleikar.
Var tað hetta spælið,
sum tit vildu hava fram
alla tíðina.
- Partvíst. Men sum
heild fáa vit betri tak á
eftir steðgin, og hevði
tað eydnast okkum at
skora, so vildi tað verið
heilt gott.
Sjálvur hevur Fernan-
dez nú nakrar dystir á
baki, eftir at hann annars
byrjaði árið á skaðalist-
anum. Enn er skaðin tó
ikki heilt burturi, og eftir
dystin helt Heine eisini,
at hann kanska skuldi
sitið yvir hesaferð.
- Tað er so sjálvandi
ein avgerð, sum verður
tikin frá dysti til dyst,
men hesa ferð var hon
kanska skeiv, helt hann.
Strævin skrá
Nú fyrsti triðingurin er
farin aftur um bak,
kundi
HB-venjarin
hóskandi eisini líta eitt
sindur aftur um bak, og
hóast alt, so sær støðan
hjá HB ikki heilt býtt út.
Bara tvey stig eru upp til
oddin, og enn eru 18
dystir at spæla, og tað
fyrsta, sum Heine stað-
festi, var, at enn er lang-
ur vegur eftir.
- Alt er púrasta opið
enn. Men hesar báðar
seinastu vikurnar hava
verið sera strævnar hjá
okkum. Við fýra dystum
innan 12 dagar eru spæl-
ararnir av álvara farnir
at slítast, og eg haldi eis-
ini, at tað er eitt sindur
spell, at tann seinasti av
hesum dystunum skal
vera ein slíkur odda-
dystur. Tað haldi eg
merkti dystin, ið ikki
gjørdist eins góður, sum
hann kundi verið, segði
Heine at enda.
-jm
Dystarskráin merkist
hótti við at skræða vinstru
síðu av HB-verjuni upp.
Serliga seinasta hálva
tíman royndi HB at gardera
seg við at halda nógv fólk
aftan fyri bóltin. Tað var rár
hending, at færri enn fimm
HB leikarar vórðu stand-
andi eftir í verjuni, tá teir
reyð/svørtu leitaðu niðan
eftir vøllinum.
Ætlanin var helst, at B36
í royndunum at skora
skuldi flyta nógv fólk niðan
í álopið, og tó at hvítu
grannarnir ongantið sats-
aðu alt frameftir, so var
tvær ferðir um reppið, at
HB fekk skotið avgerandi
málið. Fyrru ferðina tá Tór-
Ingar rak einar 60 metrar
við bóltin, áðrenn hann
langaði
bóltin
framvið
handara stólpa, og so kundi
Jákup á Borg í 92. minutti
avgjørt dystin, tá hann
brádliga stóð púra leysur.
Men flata skotið fór fram-
við nærmara stólpa, og so
spurdist heldur einki burtur
úr teirri royndini.
Trupulleikar í vinstru
Skal takast samanum dyst-
in, so gav hesin helst greið-
ar ábendingar um, at B36 í
løtuni er betra boðið upp á
ein komandi meistara, um
hetta bara skal avgerast
millum havnarliðini.
Fyrst og fremst, so tóktist
B36 í nógvar mátar at hava
meira at bjóða upp á enn
HB hendan dagin. Teir
megnaðu at spæla meira
varierað, teir vóru meira
sannførandi í verjupartin-
um, og onkursvegna var
eisini meira drive í árstals-
felagnum.
Hjá HB var tað fyrst og
fremst verjuparturin, sum
røkti sínar skyldur, og tó at
hetta altíð er ein dygd, so er
hetta ein partur av spælin-
um, sum als ikki hevur
fungerað optimalt í ár.
Nakað sum 12 »baklæns
mål, segði norðmaðurin« í
9 dystum eisini bera boð
um.
Men hartil, so hevur
felagið eisini ein trupul-
leika í uppbyggjandi spæl-
inum, har tað mest sum
einvíst hevur verið spælt
niðan í høgru. Ymsir møgu-
leikar hava verið royndir í
vinstra borði, og hesaferð
varð Vagnur Mohr Morten-
sen so royndur á plássinum.
Men fyri tað fyrsta er hann
enn ikki í nóg góðar dyst-
arvenjing, og í øðrum lagi
er hann als ikki nakar kant-
spælari, og tí var tað til-
trongt, tá Flóvin Jespersen
loysti hann av á hesum
plássi.
Enn er tó alt í verðini ov
tíðliga at taka nakað frá
HB, tá tosast skal um FM-
møguleikar. Enn eru bert
tvey stig, sum skilja B36
frá hinum, og trý meistara-
heitið á rað tala væl eisini
sítt greiða mál um, at teir
reyð/svørtu eru nóg drúgvir
til at halda ferðini uppi í eitt
langt og drúgt kappingarár.
Effektiva havnarliðið
Hjá B36 hava úrslitini í øll-
um førum higartil verið
somikið góð, at liðið er á
odda, og bara hetta í sjálv-
um sær er eisini nóg mikið
til at seta liðið sum – í løt-
uni – fremsta FM-favo-
rittin.
Í mun til eitt nú 1997 og
2001, tá B36 vóru meistar-
ar, so er tað tó ikki sprutt-
andi álopsfótbólturin, sum
hevur verið vørumerkið hjá
liðnum higartil í ár. Hin-
vegin eru 18 stig sum úrslit
av 12 málum í níggju dyst-
um eitt sjáldsamt úttrykk
fyri effektivet og tætt verju-
spæl, tó at nøkur framúr
avrik frá landsliðsmálverj-
anum helst eisini káva út-
yvir nakað av hesum sein-
asta.
Kanska týdningarmest,
so hevur liðið - sum úrslit
av einum vaksandi sjálvs-
álitið - eisini havt tol til at
halda fast í spælkonseptin-
um, har verjan sjáldan selur
seg, men har álopini ístaðin
verða bygd upp við longum
sendingum niðan á fram-
herjarnar. Trupulleikin í
hesum er tó, at tað tá kann
gerast sera strævið at opna
verjur, sum leggja seg aftur
at bíða, og hjá einum liði,
sum er frammi í oddinum,
verður talan heilt víst um
fleiri dystir av tí slagnum.
ur
Janus M. Joensen var fleiri ferðir um ein háls
av kvika Bergi Midjord, men hóast hetta, so
fekk B36 ikki skapt sær neyðugu
møguleikarnar at avgera dystin. Og so var
um reppið, at HB í yvirtíðini fór avsatð við
øllum
Mynd: Jens Kr. Vang
B36-HB 0-0
Dómari: Páll Augustinussen. Ikki altíð líka lætt at fylgja linjuni,
men hevði fyri tað tað mesta gott tamarhald á.
B36: Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen, Herbert í Lon
Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex dos Santos – Bergur
Midjord (Leiv Hanssen,70.),Ingi Højsted (Klæmint Matras,74.),
Mikkjal Thomassen, Eyðun Højgaard (Borgi Hermansen, 74.) –
Allan Mørkøre, Obele Okeke Onyebuchi
GK:Mikkjal Thomassen,9.,Alex dos Santos 37.,Ingi Højsted,67.
HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jóhannis Joensen,
Rasmus Nolsøe,Janus M.Joensen – Jákup á Borg,Rúni Nolsøe,
Kári Nielsen,Vagnur Mohr Mortensen (Rókur F. Jespersen, 61.)
– Heine Fernandez (Hans á Lag, 85.),Tór-Ingar Akselsen
GK: Janus M. Joensen, 55.
Fakta um dystin
Heine Fernandez var ikki heilt nøgdur um spælið hjá
sær og sínum monnum eftir dystin mánadagin
Mynd: Jens Kr. Vang