Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 91 - 18. mai 2005 Tvørámenn megnaðu enn eina ferð at fáa fult, og um marginal- irnir høvdu havt verið meiri við í tveimum førum, so høvdu upp- flytararnir verið á heiðursmerkjaplássi 9. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Fyrsti triðingurin av kapp- ingarárinum er lokin. Sum so mangan áður, so er tað B36, sum hevur fingið besta startin, men munurin er so mikið lítil frá árstals- felagnum og aftur til trý tey næstu, at nógv kann broyt- ast í vikuskiftinum, tá ið 10. umfarið verður á skránni. Tað plagar so at siga ikki at koma fyri, men í 10. um- farinum verður tað sam- bært skránni soleiðis, at bæði B36 og HB skulu spæla á heimavølli. Talan verður um rættuligar topp- uppgerðir. HB, sum er nummar tvey, skal spæla ímóti NSÍ, sum er nummar trý, og oddaliðið B36 skal spæla móti Skála, sum eftir tapið í Runavík er á fjórða plássinum. Tað er møgu- leiki fyri, at HB og B36 fara at rista næstu kapp- ingarneytarnar eitt sindur av sær, men tað kann ikki útihýsast, at støðan eftir 10. umfarið verður uppaftur tættari, enn hon nú er. Avrikini hjá grannunum í Gundadali sunnudagin var ikki so sannførandi, at eingin møguleiki er fyri, at tey bæði Eysturoyarliðini, sum í løtuni eru framman fyri hini í oynni, kunnu fáa okkurt við sær innaftur. Tað kemur so at siga ikki fyri, at grannauppgerðirnar í Gundadali enda málleys- ar. Áðrenn vit í hagtølunum høvdu funnið fram til, hvussu langt tað er síðani, at grannadystur í Gunda- dali endaði 0-0, hevði HB heimasíðan gjørt tað. Frá- líka hb.fo veit at siga, at tað er ikki komið fyri síðani í 1962 og í 1959! Einki er at ivast í, at tað hevði sína ávirkan á leikligu avrikini sunnudagin, at einki mál kom. Tí kann tað væl hugs- ast, at talan verður um heilt øðrvisi uppgerðir hjá B36 og HB, tá ið tey í viku- skiftinum fara at fáa vitjan av ávikavíst Skála og NSÍ. Enn eina ferð var talan um málfátækt umfar. Á Tvøroyri og í Fuglafirði var talan um 3-0 sigrar, meðan tað í hinum trimum upp- gerðunum tilsaman vórðu skorað trý mál! Einki í Gundadali, eitt í Runavík og tvey á Eiði. Púra óvæntað TB hevði føðingardag fríggjadagin í síðstu viku. Elsta bóltfelagið í landin- um fylti 113 ár, og tað feir- aðu teir rættuliga. Miku- kvøldið vunnu teir trý stig í Vági, og sunnudagin fingu tvørámenn fult á heimavølli móti GÍ. Undan kappingarbyrjan vóru prognosirnar ikki so góðar hjá TB. Ivaleyst eru tey fleiri, sum, tá ið spolað verður aftur, komast við hugsanir um, at TB mundi fara at flyta niður við 4-7 stigum. Eftir tey fyrstu níggju umførini hevur TB gjørt øllum spádómum til skammar um, at tað fór at verða soltið hjá uppflytar- unum, og at TB hevði einki at gera í bestu deildini. Við góðari samanseting millum fínar útlendingar, veteranar á Tvøroyri og ungar og evnaríkar spælarar hava teir ognað sær tólv stig. Teir eru undir liðini á ÍF, sum teir á útivølli herfyri taptu 1-0 ímóti. Tað ver vert at leggja til merkis, at tað eru bara farin tíggju mál ígjøgnum hjá TB, og at átta teirra eru farin ígjøgnum í tveimum dystum. TB tapti í fyrsta umfarinum 5-1 á Skála, og í fjórða umfarinum taptu teir 3-1 móti HB í Gundadali. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í sjey uppgerð- um tilsaman eru farin tvey mál ígjøgnum hjá TB! Og um tað hevði havt viljað væl til, so hevðí TB havt fýra stig meiri, enn teir hava, og tað hevði havt borið heiðursmerkjapláss við sær. Í fyrsta umfarinum endaði tað málleyst, tá ið B36 var á Sevmýri. Ta ferðina hevði TB fleiri stór- ar málmøguleikar, men Jákup Mikkelsen bjargaði B36. Og í Runavík var TB í triðja umfarinum á odda inntil í yvirtíðini, tá ið NSÍ javnaði til 1-1. Hvussu langt tað kann røkka hjá TB, sum fram- vegis hevur sum mál at sleppa undan niðurflyting- ini, fer góð ábending at fáast um næstu fýra umfør- ini. Sunnudagin skulu teir til Klaksvíkar, so fara teir at fáa vitjan av HB, áðrenn teir skulu spæla á útivølli móti NSÍ og B36. Illa sperdir kring Eiðini Nógvu tey fyrstu umførini var tað ÍF, sum fekk mest óvæntaðu úrslitini. Í tveim- um teimum seinastu roynd- unum í fyrsta triðinginum av kappingini tapti ÍF til saman 9-0 ímóti HB og KÍ. Tað kann væl vera, at fuglfirðingar ikki eru so stinnir, sum tað hevur sæð út til, og tað kann væl vera, at fleiri feløg fara at koma í aldudalar og síðani upp- aftur á kambin, nú kapp- ingin er vorðin væl longri. Men tað er ikki frítt, at tað rennur í hugan, um ÍF orsaka av søguni hevur so at siga veikleikar yvir fyri teimum báðum, sum teir nú hava tapt ímóti. Tá ið ÍF sum fyrsta fe- lagið í Eysturoy fyri 35 árum síðani fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, vóru tað KÍ og HB, sum kappaðust um at vera best. Ofta noyddist ÍF fyrstu árini at leggja rygg til stór- tap ímóti toppliðunum, og tað tykist vera torført at sleppa av við hetta. Hóast tað ikki gekk nakað serligt stóran part av kappingar- árinum í fjør, so vann KÍ 6- 1 í Fuglafirði, og nú teir vóru heilt illa sperdir og høvdu tapt á heimavølli ímóti EB/Streymi, eydnað- ist teimum at vinna 3-0 í Fuglafirði. Í fjør vann HB 4-2 móti ÍF, og hesa ferð vunnu teir 6-0 - eftir at ÍF hevði havt góðar møguleik- ar at lagt seg framum bæði við einum og tveimum mál- um. GÍ kom sunnukvøldið av Tvøroyri við ongum. Sunnudagin skulu teir á Vágseið, har teir í fjórða umfarinum vunnu fyri ein- astu ferð higartil í ár. Fótbóltshýrurin hevur ikki verið so galin í Gøtu. Hóast soltnu úrtøkuna, so hava teir sagt seg rokna við, at tað fór at venda. Sam- mett við undanfarin ár er ein heil kapping eftir at fáa skil á tingunum í, men tað kann skjótt enda heilt galið, um gongdin ikki verður øðrvísi. GÍ er aftast, og tað skulu í minsta lagið tvey umfør til hjá teimum fyri at lyfta seg upp á síðuna av nøkrum øðrum. Næstu kappingarneytarnir eru júst vágbingar. Hjá GÍ kom tað væl við, at VB í evstu løtu misti tvey stig á Mølini, og sjálvandi iðra teir seg nógv í Vági. Á Vágseiði sunnu- dagin fer heilt nógv at standa upp á spæl. Um tað ikki fer at eydnast GÍ at fáa stig, so fer støðan ikki at minna sørt um hana hjá B68 í fjør. Og vágbingar fara at gera nógv fyri, at tað ikki skal endurtaka seg, at teir á Vágseiði einki fáa burturúr ímóti botnliðnum. Spennandi hjá NSÍ Tað er ofta tætt, og tað skal ofta lítið til, áðrenn tað, sum hevur sæð gott út, er vorðið minni gott, og áðrenn tað, sum sá út til at skula miseydnast, er vorðið til góða søgu. Í sætta um- farinum var NSÍ í Klaks- vík. KÍ legði seg framum við tveimum málum, men NSÍ vann 3-2. Í tveimum teimum næstu royndunum megnaði KÍ ikki at skjóta mál, og teir fingu bara eitt stig burturúr. NSÍ fekk fult báðu ferðirnar. Ivaleyst hava teir í Klaks- vík grundað nógv yvir, hvussu tað hevði havt ging- ið, um teir høvdu havt megnað at hildið tørn um leiðsluna ta ferðina, tá ið NSÍ vitjaði, og í Runavík hava teir kunnað staðfest, at síðani tað vendi í Klaksvík, hava teir verið rættuliga óførir. Í øðrum umfari misti NSÍ á stokkinum, tá ið teir vitj- aðu HB, sum vann 2-1. Sigursmálið skoraði Rúni Nolsøe í longdu leiktíðini. Nú sleppur NSÍ aftur at royna seg í Gundadali. Talan verður um rættuliga manndómsroynd hjá ungu monnunum, sum seinastu vikurnar hava tikið stóra ábyrgd og í stóran mun hava myndað NSÍ. Hvussu tað fer at roynast hjá KÍ og nýggja venjaran- um fæst at vita næstu vik- urnar. Í vikuskiftinum skulu teir á heimavølli standa sina roynd ímóti tætta TB, og annað viku- skifti skulu teir spæla á útivølli ímóti EBStreymi, sum tók alt í Klaksvík mikukvøldið. Í løtuni vóna klaksvíkingar, at tað nú fer at venda. Støðutalvan vísir, at uppgávan sunnudagin, tá ið uppflytararnir fara at vitja, verður ógvuliga stór hjá KÍ. Í fyrsta triðinginum av kappingini er tað TB, ±sum hevur tikið øll á bóli. TB hevur tikið øll á bóli Hvussu langt tað kann røkka hjá TB, sum framvegis hevur sum mál at sleppa undan niðurflytingini, fer góð ábending at fáast um næstu fýra umførini Mynd: Áki Bertholdsen