mikudagur 18. mai 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggja Grand Slam
kappingin í Sofia, er
komin í helvt. Bert
eitt stig er millum
fremsta og aftasta
telvaran
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Mtel Masters Sofia er heit-
ið á feskastu superstór-
meistarakappingini. Tað er
succesvenjarin hjá Veselin
Topalov seinastu mongu
árini, Silvio Danailov, ið er
høvuðsmaður aftan fyri til-
takið.
Teir seks superstórmeist-
arar sum luttaka eru: 1.
Viswanathan Anand (2785)
2.Veselin Topalov (2778) 3.
Vladimir Kramnik (2753)
4. Michael Adams (2737)
5. Judit Polgar (2732) 6.
Ruslan Ponomariov (2695).
Garry Kasparov fekk fyrr
í ár innbjóðing, men hann
gavst sum kunnugt sum
proffessionellur telvari í
mars, og hevur nú heilagt
sína orku til russiskan
politikk.
Nýggj javnleikslóg
Hóast at fyrireikarnir hava
valt, at telvararnir ikki hava
loyvi at bjóða remis (draw
by mutual agreement), so
endaðu tvey talv í fyrsta
umfari kortini við javnleiki.
Telvararnir
kunnu
bert
leika javnt við at leika
tríggjar ferðir somu støðu,
ella telva til tað bert restar
tveir kongar á borðinum.
Dómarin kann eisini eftir
ynski frá telvara døma
talvið javnt, um talan er um
til dømis ólíkalitt bispa-
endatalv við eins nógvum
finnum í part. Telvararnir
hava stutt sagt ikki loyvi at
tosa við hvønn annan undir
talvinum.
Alt ov ofta síggja vit
stuttir javnleikir í super-
stórmeistarakappingum.
Men tíverri hevur nýggja
“javnleikslógin” ikki ført
til færri javnleikir. Eftir
fimm umfør er javnleiks-
prosentini heilt uppi á 73.
Tað er tó kortini hugaligt
at fylgja við hesari kapp-
ing. Telvararnir hava sum
oftast kýtt seg langt út í
spennandi endatalv, men
teir eru somikið javnir, at
úrslitið nátúrligt sum oftast
endar við javnleiki.
Tann nýggi Kramnik
Vladimir Kramnik hevur
seinastu mongu kapping-
arnar verið sera tamur. Sum
oftast hava yvir 80% av
hansara talvum endaði við
javnleiki. Men í Sofia er
tað í roynd og veru Kram-
nik, sum vísir vegin við
tveimum sigrum, tveimum
javnleikum og einum tapi.
Michael Adams er trygg-
leikin sjálvur við fýra javn-
leikum og einum sigri.
Adams tykist á veg til sítt
besta úrslit nakrantíð. Eitt
tekin um tað sóu vit sunnu-
dagin, tá hann mátti — og
megnaði - leika millimetra-
presis við svarta fólkinum
ímóti Anand fyri at halda
javnt.
Lokala hetjan, Topalov,
hevur higartil skuffað við
einans tveimum stigum nú
komið er í helvt. Polgar
hevur heldur ikki verið tætt
við ein sigur og hevur eins
og Topalov tvey stig.
Støðan
Kramnik
3,0
Adams
3,0
Anand
2,5
Ponomariov
2,5
Topalov
2,0
Polgar
2,0
Nr. 91 - 18. mai 2005
23
Komandi vikuskifti verða
tveir dystir spældir í Havn.
Tá er kappingarskipanin
nevnliga soleiðis, at bæði
HB og B36 hava heimadyst
móti ávíkavist NSÍ og Skála.
Tað er merkisvert, at hetta
er gjørt, tí samstundis er nú
lagt upp til, at vikuskftið,
12. august, verður uttan
nakran
fótbóltsdyst
í
Gundadali.
Vanliga hevur tað annars
verið so, at havnarfeløgini
upp á skift hava átt heima-
vøll, soleiðis at fótbóltur
hevur verið í Gundadali
hvørt
vikuskiftið.
Sum
skilst, so hava feløgini eisini
roynt at býtt um, soleiðis at
B36 kundi fara inn á Skála
komandi vikuskifti, men
heldur ikki hetta bar til.
Tí hava feløgini avrátt, at
tey í vikuni fara at kasta lut
um, hvør teirra skal spæla
sunnudagin og hvør skal
spæla mánadagin.
-jm
Talvið hesa vikuna
Ponomariov,R (2695) - Topalov,V (2778)
Mtel Masters Sofia (5), 16.05.2005
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 d5 4.g3 Bb4+ 5.Bd2 Be7
6.Bg2 0-0 7.0-0 c6 8.Bf4 b6 9.Ric3 Ba6 10.cxd5
cxd5 11.Rc1 Ric6 Topalov ynskir at kompilsera
støðuna og letur nú ein kvalitet fyri finnu og
hampiligt spæl 12.Rixd5 Fxd5 13.Rie5 Rixd4
14.Bxd5 Rixe2+ 15.Fxe2 Bxe2 16.Bxa8 Rxa8
17.Rfe1 Bb5 Áhugaverd støða. Sjálvur haldi eg
svartur hevur fingið ov lítið afturfyri sítt lítla offur,
men góðir remiskjansur eiga at vera í støðuni
18.Rc2 Rid5 19.Rec1 Bc5 20.Bd2 f6 21.b4 Bf8
22.Rig4 Rd8 23.Rc8 Rd7? Letur Ponomariov fáa
kjansin at leika vakran leik. Rxc8 og síðani Kf7 sær
okey út fyri svartan
Støðumynd eftir 23...Rd7
24.Rih6+!! gxh6 25.Bxh6 Rf7 26.Rd8 Rie7
27.Rc7 Rig6 28.Rcc8 Hvussu sleppur svartur
burturúr læstu støðuni? 28...e5 29.f4 Bd7 30.Ra8
Bh3 31.Kf2 b5 32.Rdb8 exf4 33.gxf4 Bd7 34.h4!
Ponomariov finnur vinnandi kombinatión. Topalov
kann nú leggja kong 34...Bc6 35.h5 Bxa8 36.hxg6
hxg6 37.Rxa8 f5 38.Kg3 a6 39.Kh4 Rg7 40.Kg5
Frálíkt telvað av 21 ára gamla Ponomariov 1-0
Kramnik og Adams
á odda
Sunnu- og mánadag í Havn