mikudagur 18. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heldur ikki hesaferð
megnaðu fuglfirðing-
ar at gagnnýta sínar
møguleikar, og so
vórðu teir ístaðin
punkteraðir av mál-
um frá mótstøðuni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir fimm dystum við bara
einum stigi sum úrtøku,
slapp KÍ sær sunnudagin úr
naggatódnini, sum liðið
hevur verið í. Hetta tá teir í
Fuglafirði
vunnu
ein
tryggan 3-0 sigur.
Við hesum slapp KÍ sær
kanska eitt sindur burturúr
óndu ringrásini, sum liðið
hevur verið í, men hinvegin
tykist ÍF kanska at vera
enda í eini tilsvarandi ring-
rás. Í øllum førum var hetta
onnur ferðin á rað, at ÍF var
fyri greiðum tapi, og eins
og í Havn fyri viku síðani,
so var leingi einki sum
helst, sum bendi á, at talan
skuldi gerast um greitt tap.
Trilvandi byrjan
Fyrstu góðu løtuna av dyst-
inum var tað nevnliga ÍF,
sum tóktist vera betra liðið.
Fleiri ferðir vóru teir eisini
nær við at leggja seg á
odda, men meira enn nær
við komu teir ikki, og brád-
liga svaraði KÍ aftur í hin-
um endanum.
Heðin á Lakjuni, sum aft-
ur hesaferð var ein av trim-
um framherjum, fekk bólt-
in. Hann dró nakað inn í
vøllin, áðrenn hann langaði
til, og so sang bólturin í
meskunum.
Hetta gav nakað meira av
friði á spælið hjá KÍ, sum
fram til tá hevði verið rætti-
liga óskipað. Sum um trúðu
spælararnir nú brádliga
uppá, at tað eisini bar til hjá
teimum at vinna.
Óttaðust endurtøku
Hinvegin mundu fuglfirð-
ingar missa pippið eina
løtu. Kanska leitaðu tank-
arnir ov nógv aftur til
Gundadal og stórtapið, sum
teir tá vóru fyri, og sálarliga
var talan í øllum føurm um
minst eitt stig aftur eftir
hæli, so at siga.
Og nú var tað eisini KÍ,
sum stóð fyri tí nógva.
Pressið móti ÍF riggaði
heilt væl til tíðir, soleiðis at
bólthaldarin alla tíðina var
undir trýsti, samstundis
sum møguleikararnir at
sleppa av við bóltin vóru
fáir, og hetta gav ofta úrslit
í, at KÍ antin vann bóltin og
kundi fara í skjótt álop, ella
at fuglfirðingar sendu langt
og høgt móti álopinum, har
tað aloftast var Niklas
Niclassen, sum var hægstur
í luftini.
Og beint fyri steðgin
fingu teir eisini málið, sum
mest
sum
punkteraði
spenningin. Eftir at hava
vunnið bóltin, varð spælt
skjótt niðaneftir, og áðrenn
ÍF-verjan var komin upp á
pláss, fekk Heðin eina góða
sending, sum hann eisini
hagreiddi væl og virðiliga.
Einvegis
Eftir steðgin megnaði ÍF
ongantíð veruliga at koma
aftur í dystin. Klaksvíking-
ar ætlaðu sær so undir ong-
um umstøðum eina endur-
tøku av avrikinum móti
NSÍ á heimavølli, har ein 2-
0 leiðsla varð tveitt burtur.
Og á tímanum fall triðja
málið eisini, og var upp-
skriftin neyvt tann sama,
sum tá Heðin økti til 20.
Hesaferð varð tvørbólturin
tó sendir til Ova, og hann
ivaðist ikki, men langaði í
meskarnar.
Og heldur enn at mun-
urin skuldi minkað, tóktist
meira sannlíkt, at hann
skuldi økjast. Fleiri ferðir
var nær við, og millum ann-
að hevði ein hart arbeiðandi
Hjalgrím Elttør einar tvær
ferðir upplagdar møguleik-
ar. Tvær ferðir hevði linju-
verjin eisini flaggið á lofti,
tá gestirnir hildu seg hava
skorað, men alt í alt, so
kundi hetta neyvan oyði-
leggja nakað av gleðini.
Enn er KÍ tó ikki serliga
væl við í kappingini, men
teir fingu loksins ein sigur,
og so er spurningurin, um
hesin var tað lyftið, sum
skuldi til, fyri at teir bláu
loksins kunnu stremba móti
oddinum, har teir halda seg
hoyra heima.
Nr. 91 - 18. mai 2005
25
Hatta
trongdi til
Tað er eingin loyna, at
trýstið á klaksvíking-
um hevur verið stórt
seinastu tíðina. Fimm
dystir við bara einum
stigi er vánaligasta
røðin í langa tíð hjá fe-
lagnum, og í einum
ári, har ein topp-pla-
sering var málið, hevur
hetta á ongan hátt
verið nøktandi.
Tí er heldur einki at
siga til, um spælararnir
vóru eitt sindur lættari
um hjartað, nú tað
eydnaðist at fáa trý
stig til høldar, og lætti
er helst orðið, sum best
myndaði huglagið hjá
Ova Nysted, tá vit
fingu orð á hann
mánakvøldið.
- Hetta ger í øllum
førum, at vit sleppa
eitt sindur burtur úr
trýstinum, sum hevur
verið á okkum seinastu
tíðina tíðina, segði
hann, men hann var tó
skjótur at leggja aftur-
at, at enn er ikki slopp-
ið.
- Nei, málið er so
langt ífrá rokkið enn,
men sum sagt, so
fingu eitt sindur av luft
við sigrinum. Skulu vit
fram í oddin, so eru
treytirnar tó púrasta
greiðar. Nú skulu trý
stig á borðið - hvørja
einastu ferð. Megna vit
ikki tað, so verða vit
púrasta afturúrsigldir.
-jm
Í ÍF hevur fótbóltslagið í
vár verið so gott, sum tá
sjáldan plagar at vera, men
seinastu vikan hevur tó ikki
verið ein stuttlig, sum
hinar. Tveir dystir, einki
stig og 0-9 í málmuni var
helst ikki júst tað, sum
vónirnar vóru til, og Eyð-
olvur Petersen ásannaði
eisini eftir dystirnar mána-
dagin, at hetta hevði ikki
verið nóg gott.
- Fyrsta orsøki til sigurin
hjá KÍ í dag er helst, at teir
spæla ein góðan dyst. Men
eg kann ikki lata vera við at
iðra meg um, at vit ikki eru
nóg skarpir, tá vit hava
møguleikarnar.
Eru tit farnir niður við
høvdinum, nú tit tvær ferðir
á rað hava tapt stórt?
- Nei, tað haldi eg ikki.
Men kanska hevur dystar-
skráin í seinastuni verið ov
hørð hjá okkum.
- Men tað skal kortini
ikki vera nøkur umbering,
tí hini liðini hava eisini havt
tað hart. Veruleikin er bara,
at tað í dag ikki hekk nóg
væl saman hjá okkum.
Kanska eru tað umskipanir
á liðnum, sum merkjast, og
eitt nú hava vit ikki Bartal
við í dag. Men samanlagt
var tað ikki nóg gott. Tí var
sigurin hjá KÍ kanska í lagi,
men 3-0 var altso í yvir-
kantinum, heldur Eyðolvur.
Men hóast tey bæði tap-
ini í seinastuni, so er ÍF
framvegis hampuliga væl
fyri á stigatalvuni. Eitt
pláss í miðjni var helst
eisini tað, sum flestu fugl-
firðingar vónaðu fyri kapp-
ingarárið, men tá vit spyrja,
so er Eyðolvur kortini ikki
nøgdur um hetta.
- Tað var helst eingin,
sum hevði roknað við góðu
byrjanini, sum vit fingu.
Men tá vit nú høvdu staðið
okkum somikið væl, so
gerst tað bara enn beiskari
at tapa tvær ferðir á rað.
Ikki minst, tá hini úrslitini
mest sum hava lagað seg til
okkara. Høvdu vit ístaðin
havt vunnið hesar báðar
dystirnar, so vóru vit á
øðrum plássinum!
- Men vit mugu so bara
ásanna, at vit ikki hava
tikið av møguleikanum, og
so mugu vit annars syrgja
fyri at vinna, tá EB/Streym-
ur kemur á vitjan næsta
vikuskiftið.
-jm
Skráin hevur kostað
ÍF-KÍ 0-3 (0-1):
Ónd ringrás hjá ÍF
ÍF-KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Heðin á Lakjuni, 38.
0-2: Heðin á Lakjuni, 43.
0-3: Ove Nysted, 62.
Dómari: Birgir Sondum
ÍF: Allan Joensen – Fritleif í Lambanum (Roy Róin,65.),Poul
Ennigarð, Símun Eliasen, Rúni Elttør – Hanus Eliasen (Atli
Petersen, 62.), Høgni Zachariasen, Eyðolvur Petersen,
Magni á Lakjuni (Bárður á Lakjuni, 80.) – Gunnar Nielsen,
Sylla Amed Davy
KÍ: Karstin Joensen – Kristoffur Jakobsen, Jan Andreasen,
Niclas Niclasen, Leon Bjartalíð – Høgni Madsen (Julian
Samuelsen, 84.), Hjalgrím Elttør (Sigmund Jacobsen, 81.),
Atli Danielsen – Arnold Joensen (Erling Fles, 80.), Ove
Nysted, Heðin á Lakjuni.
GK: - Leon Bjartalíð, Høgni Madsen.
Fakta um dystin
Fyrstu løtuna spruttaðu fuglfirðingarnir nakað, men eftir at KÍ skoraði, tóktust heimamenninir fullkomuliga punkteraðir
Mynd: Bárður Lydersen